Í dag letur upp stóra oljuráðstevnan í Norðurlandahúsinum, sum Vinnuhúsið og Stepfansons Hús skipa fyri. Vit spurdu Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, hvussu tað ber til, at teir hava tikið stig til hesa ráðstevnuna. Hann vísir á, at eftir at hugskotið til at skipa eina slíka ráðstevnu í Føroyum kom fram frá fleiri síðum tók Oljubólkurin hjá Arbeiðsgevarafelagnum hetta til sín og gjørdi av at gera hugskotið til veruliga - í samstarvi við Stephanson Hús, sum tekur sær av tí praktiska.
Oljubólkurin, sum hann her sipar til, varð stovnaður í 1996. Valdir vórðu 10 persónar umboðandi ymsar partar av vinnuni og sum hava virksemi, ið náttúrliga hevur við eina oljuvinnu at gera. Formaður í bólkinum er Magni Arge, stjóri í Atlantsflog.
Endamálið við ráðstevnuni var at seta ljóskastaran á, hvat kemur at henda, nú leiting stendur fyri framman og at fáa oljufeløgini "út úr buskinum" tvs. at siga, hvat tey ætla, soleiðis at føroysk vinna kann verða kunnað so skjótt tilber. -Tað er tó ikki fyrr enn 17. november, at oljufeløgini skulu lata sínar neyvu arbeiðsætlanir til Oljumálastýrið, men vit hava roknað við, at eitt stað áðrenn tað hava tey gjørt sær greitt, hvat tey ætla sigur Jan Mortensen, sum vísir á, at nettupp tí varð stevnan løgd nú.
Føroysk vinna við
Ætlanin er at fáa fyristøðufeløgini at greiða frá, hvat tey ætla og hvussu tey hvør í sínum lagi vilja lúka tær loyvistreytir, sum eru settar. Og har fyrireikarnir av ráðstevnuni hava serligan áhuga í at vita, hvussu feløgini koma at liva upp til vinnutreytirnar, har tað verður sagt, at føroysk vinna skal takast við í so stóran mun sum gjørligt.
-Okkara endamál við ráðstevnuni er at gera útlendsku luttakarunum greitt ella minna teir á, hvørjar treytirnar eru. Føroysk vinna er áhugað í at fáa at vita, hvussu feløgini ætla at liva upp til hesar treytir sigur Jan Mortensen.
Uppá fyrispurning um møguleiki ikki er fyri, at føroyingar kunnu koma at krevja ov nógv av útlendsku oljufeløgunum enn rímuligt er sigur Jan Mortensen, at alt hetta kann tykjast rúgvusmikið, men hyggur man eftir, hvat er gjørt í Noregi og aðrastaðni, so eru okkara krøv og treytir ikki øðrvísi enn tað onnur hava gjørt.
-Tað oljufeløgini skulu gera tekur útgangsstøði í okkara samfelag. Tað er okkara landgrunnur feløgini skulu bora í. Tað eru meira enn 30 ár síðani, at oljuvinnan tók seg upp í Norðsjónum, og vit hava eina oljuvinnu rundan um okkum við nógvum feløgum, sum eru kompetent til at loysa uppgávur. Um vit ikki góvu okkum sjálvum nakrar fyrimunir, so hevði tað verið sera trupult hjá okkum at komið inn í hesa fyri okkum nýggju vinnu.
Blástemplan at vera við
-Men man tað fyri oljufeløgini í mongum førum ikki kennast sum at fara yvir um ánna eftir vatni og at skula uppfinna hjólið av nýggjum, tá tey skulu til at brúka nýggjar veitarar, sum als ikki hava arbeitt í hesi vinnu áður?
-Í summum føri vil tað hjá teimum vera at fara yvir um ánna eftir vatni. Men hjá okkum vil tað vera ein møguleiki at koma inn í eina heilt nýggja vinnugrein, sum gevur okkara vinnu altjóða royndir og gevur møguleika at fáa referansir, sum kunnu brúkast í øðrum høpi. Man kann fara út aftur og átaka sær aðrar uppgávur, tá ein kann vísa á, at eins virki hevur arbeitt fyri eitt oljufelag. Tú hevur verið við í eini oljuleiting. Tað er ein blástemplan.
-Vil tú harvið siga, at útlendsku feløgini mugu læra seg at liva við, at tað verður kanska dýrari at brúka føroyskt vinnulív enn teir veitarar tey eru von at brúka aðrastaðni og sum hava drúgvar royndir?
-Í lógini stendur, at tað verður eisini hugt eftir kappingarføri, so tað er ikki fyri einhvønn prís. Líka mikið hvørja tænastu tú letur, so er tað mest umráðandi, at hon er í lagi. Men samtíðis verður løgd áherðsla á, at tey skulu brúka føroyskt vinnulív, og feløgini verða eisini vigað út frá tí. Tað verður tí ein avvegan, sum oljufeløgini mugu gera.
-Men kann føroyskt vinnulív ikki liva upp til tey kvalitetskrøv, sum eru í hesi vinnu, hava oljufeløgini tá ikki sín fulla rætt til at taka av tilboðum úr útlandinum?
-Vit mugu síggja tað soleiðis, at í eini yvirgangstíð vil tað eisini verða tikin hædd fyri slíkum. Hinvegin má føroyskt vinnulív innan eina tíð hava fingið kvalitetssikring uppá pláss og annars liva upp til tey krøv, sum oljufeløgini seta. Men man skal so heldur ikki stara seg blindan uppá hetta. Latið okkum royna krøvini. Hvør sigur, at tað er so ógvusligt, sum tað ljóðar.
Oljumálastýrið fylgir við
-Metir tú nakran vanda vera fyri, at oljufeløgini seta so hørð krøv, at føroysk virki als ikki hava nakran møguleika?
-Jú, men tey skulu javnan avrapportera til Oljumálastýrið, so har ber til hjá Oljumálastýrinum at fylgja við, hvussu gongur og hvussu feløgini fyrihalda seg yvir fyri føroyskum vinnulívi.
Jan Mortensen vísir annars á, at tað er Oljumálastýrið, sum hevur sett treytirnar, og tí er tað eisini tess uppgáva at fylgja hesum upp. -Men vit vóna og vita eisini, at Oljumálastýrið koyrir hetta í tøttum samstarvi við vinnuna.
Sjálvur telist Jan Mortensen millum teirra, sum halda, at tað var rætt av tinginum at seta í lógina, at alt, sum hevur tilknýti til komandi oljuleiting, skal yvir føroyskan keikant og flogvøll.
-Vit høvdu havt færri kort á hondini, um tað ikki var við í lógini. Tá lógin varð gjørd vóru krepputíðir, og tí varð kravið sera skilligt. Í dag er nærum fult arbeiði, men skulu vit koma upp í part, so er tað eitt krav, sum ikki er órímuligt.
Formaðurin í Vinnuhúsinum heldur, at tað er eisini týdningarmikið fyri oljufeløgini, at føroyska samfelagið og vinnan fáa ein týðandi leiklut í komandi oljutilgongdini. Hann heldur, at oljufeløgini eiga at líta at gongdini í alivinnuni. -Vit síggja frá alivinnuni í øðrum londum, at hon gevur trupulleikar, tí fólki dámar hana ikki, har stórir hyljar liggja inni á firðunum. Í Føroyum hevur eingin nakað ímóti alivinnu, har hyljarnir eru. Tí fólk vita, at hesir skapa arbeiði. Verður føroyska vinnan væl involverað í oljuvinnuni, so kann vera at altjóða oljufeløgini fáa goodwill og uppbakking í samfelagnum, sum kann koma teimum sera væl við í framtíðini. Og vónandi verður talan um ein útvikling, sum fer at halda fram í mong mong ár.