Føroyskt og danskt - málpolitikkur 2006

Brúkarateksturin til fartelefonir og telduforit eru mest sum ongantíð á føroyskum. Tú kann velja ímillum málini, sum tú ynskir at brúka, men føroyskt er ikki millum tey. Men hví ikki á føroyskum  tað skal kannast nærri um vit ikki fáa gjørt okkurt burturúr hesum... Vit læra jú tey donsku heitini og orðingarnar, t.d. í frá telduni um at senda mail og videresend. Hví ikki á føroyskum? Hetta eru eitt av máltingunum, sum mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, sigur í samrøðu við Sosialin í dag.

Fyrr í vikuni skrivaðu vit um føroyskan málpolitikk. Har var nomið við tann leiklut, sum føroyska málið hevur í dagsins samfelag í mun til danskt. Í fyrilestri upplisin á Útvarpi Føroya peikaði Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur, á tann týðandi leiklutin, sum undirtekstir hava í sjónvapi.
Í dag hava vit fingið nakrar viðmerkingar frá mentamálaráðharranum, Jógvan á Lakjuni. Og hann er samdur í tí sjónarmiðnum um at, undirtekstir hava ein týðandi leiklut.
Árni Dahl, formaður í Málstevnunevndini, førdi fram, at sjónvarpsstovnurin á ein hátt gongur ímóti síni endamálsorðing við tað, at ein ikki kann siga tað verða fjálgandi um føroyska málið, at føroyskir undirtekstir hava so lítlan leiklut í SvF.
Gjøgnum summarið hava fleiri ymiskar ráðstevnir, festivalar og onnur tiltøk har føroyingurin hevur hoyrt fleiri tungumál enn sítt egna og hevur hann eisini uttan iva tosa onnur mál enn føroyska móðurmálið. Helst hevur hann tosað danskt, eitt slag av norðurlendskum ella enskt, tá ið føroyskt ikki kundi koma til sín rætt. Tað eru jú ikki meiri enn umleið 80.000 føroyskt talandi í heiminum, so hetta er bara natúrligt at føroyingurin í hesum døgum prátar annað mál enn føroyskt.
 
Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri
- Eg eri samdur við Turið Sigurðardóttir um, at undirtekstir hava ein týðandi leiklut í samfelagnum í dag. Hóast mann skilur tað, sum verður sagt og tekstað í sjónvarpi, sum er á donskum, so hevur tað týdning. Hetta er avgjørt nakað, sum vit áttu at raðfest hægri. Tað er ikki bara ein spurningur um pengar, men eisini ein spurningur um hugburð. T.d. eru íslendingar strangir, tá ið tað kemur til málpolitikk  teir bæði teksta og tosa inn á filmar á íslendskum.
Hann leggur afturat, at viðvíkjandi sjónvarpi, so er tað trupult at hava við at gera. Har eru ikki so nógvir sjónvarpsgjaldarar. Og, har eru jú ein rúgva av øðrum tilboðum,  kappingarneytum hjá sjónvarpinum at stríðast við.
Kringvarpslógin varð nýliga samtykt. Hon staðfestir, at gott mál skal vera í almennu miðlunum og leggur seg eftir at fjálga um og varðveita føroyska málið. Í lógini verður ásett at tryggja arbeiðsfólkunum har holla málsliga vegleiðing. Stovnarnir ÚF og SvF vórðu lagdir saman og har eru nakrar broytingar komnar í kringvarpslógina.
 
Málsligur ráðgevi
- Ein av broytingunum er handan við tí málsliga ráðgevanum. Og tað er avgjørt meiningin, at seta ein ráðgeva, sum skal vegleiða í málsligum viðurskiftum. Hetta er tað, sum politisku myndugleikin vil, og vit rokna við, at hetta verður gjørt.
Mentamálaráðharrin peikar á grein 11, í samband við undirtekstir. Har verður nomið við Public Service-hugtakið. Tað kann tulkast sera breitt, og tí er tað trupult hjá einum lítlum stovni at uppfylla øll tey krøvini, sum liggja í Puplic Service. Har verður nevnt, at ein møguleiki hjá almennu miðlunum er, at gera eina Public Service-sáttmála við DR í kanska 3-4 ár, har mann serliga leggur dent á ávís evnir. Undir slíkum sáttmálum kunnu serlig atlit verða tikin til t.d. móðurmálið.
- Tað er ógvuliga gott, at tað verður tosað um hesar trupulleikarnar - tað er av alstórum týdningi at vit eru tilvitaði um hesi tingini. Tað verður jú gjørt nógv fyri okkara føroyska mál. Tað skulu vit eisini hava við í hesum kjakinum. Fróðskaparsetur Føroya er har. Vit hava havt orðabókaarbeiði og granskarar, málfrøðingar og málnevndin, sum kann ráðgeva øllum fjølmiðlunum í landinum.
 
Nýggja tøknin og mál
Eitt annað málsligt mál, sum mentamálaráðharrin ynskir at koma inn á, er tann nýggja tøknin og tað málsliga á tí økinum.
- T.d. ganga næstan øll ung við fartelefon og tey senda SMS-boð ella smsa. Har eru eisini teldurnar, og ein kann velja mál á hesum tólum, t.d. íslendskt. Men hví ikki føroyskt  hetta skal kannast nærri um vit ikki fáa gjørt okkurt burturúr hesum. Í júst hesum liggur eisini tað, at fylgja við í útviklingini í heiminum, og ikki hanga afturút. Vit læra jú tey donsku heitini og orðingarnar, t.d. í frá telduni um at senda mail og videresend. Hví ikki á føroyskum?
Hetta skal fram á borðið. Vit skulu vita, hvat hetta kostar og kanna hvat skal til, sigur Jógvan á Lakjuni.
Árni Dahl heldur eisini hetta vera eitt týdningarmikið øki, sum vit áttu at gjørt meiri burturúr. Hann tosar meiri um internetið ella alnótina, sum onkur vil hava tað til.
- Internetið er ein vegur út í heim. Eitt gott dømi er um tú skrivar Christian Matras inn í Google - hin nógv brúkta leitimaskinan á alnótini  so kemur einki tilfar fram á síðuna, sum er á føroyskum. Tað er danskt, enskt ella týskt.
Hann fortelur eisini fyri Sosialinum at ein kunnandi heimasíða um arbeiðið hjá málstevnunevndini kemur upp at standa.
Mentamálaráðharrin er sera áhugaður í hesum prátinum um føroyska málið og málpolitikkin. Hann metir, at viðvíkjandi undirtekstunum, er tað møguliga ein tanki at gera eina lítla játtan til teksting, men tað kundi eisini verið tikin inn í ein Public Service-sáttmála.
- Tað kundi komið uppá tal, men eg veit ikki. Eg tori sjálvsagt einki at lova hesum viðvíkjandi, tað er jú dýrt at reka eitt alment sjónvarp. Fíggjarlógin skal leggjast fram í oktober, fyrireikingararbeiðið fer fram í løtuni. Tá verða ymiskum økini raðfest.
- Tað er avgjørt gott, at hetta kemur fram og tað verður kjakast um tað. Vit eru kanska ov líkasæl á hesum økinum. Vit eru jú ikki so nógv, sum práta føroyskt í heiminum, so vit mugu vera tilvitaði um tað málsliga, staðfestir hann at enda.
 
 
SITAT
Árni Dahl, formaður í Málstevnunevndini, um føroyskt á alnótini:
...um tú skrivar Christian Matras inn í Google - hin nógv brúkta leitimaskinan á alnótini  so kemur einki tilfar fram á síðuna, sum er á føroyskum. Tað er danskt, enskt ella týskt.

 
SITAT
Ein málspurningur úr Komin er nú onnur øld, eftir Una Arge, s. 101:
Hví ikki siga <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$farva eins og <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$litur ella <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$varmi eins og <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$hiti? Hvat var galið við tí, tá orðini vóru vanlig kortini?