Føroysk ævintýr á kassettubandi

Í hesi vikuni gevur Plátufelagið Tutl eitt nýtt kassettuband út. Bandið hevur heitið »Teir sjey svanarnir«, og tað er Kári Sverrisson, ið hevur lagt til rættis.

Í hesi vikuni gevur Plátufelagið Tutl eitt nýtt kassettuband út. Bandið hevur heitið »Teir sjey svanarnir«, og tað er Kári Sverrisson, ið hevur lagt til rættis.

Á bandinum eru níggju føroysk ævintýr úr bókini »Færøske folkesagn- og æventyr« hjá Dr. Jakobsen. Dr. Jakobsen (1864-1918) ferðaðist um allar Føroyar í árunum 1892, 93 og 98 at savna saman ævintýr, sagn-ir, vísur og kvæði. í 1898 fór hann at geva sagnirnar og ævintýrini út á prenti. Tilfarið kom fyrst út í smáum heftum, og í 1901 var alt komið út. Nakrar fáar uppskriftir fekk hann frá øðrum savnarum, og tvey ævintýr á nýggja bandinum hevur Símun av Skarði (1872-1942) skrivað upp. Ævintýrini á bandinum eru av Kirkju, úr Kunoy, Árnafirði, Nólsoy, Skálavík og Sumba.

Umframt upplestur er eisini tónleikur á nýggja bandinum. Hetta eru innsløg, sum vórðu send í barnasendingini »Fríkorterinum« í Útvarpi Føroya nú í vetur. Kári Sverrisson las, legði siðbundnu løgni til rættis, gjørdi tey nýggju løgini og spældi tónleikin.

Tónleikurin varð tikin upp í RMS-studio í Saltangará, meðan upplesturin varð tikin upp í Útvarpinum. Tøkningar vóru Regin Bjarnastein og Súni Selfoss.

Kápumyndina gjørdi Bárður Jákupsson.

Bandið, sum er margfaldað hjá Rema-kassettu -framleiðslu í Saltangará, er 83 minuttir til longdar og kostar 100 krónur.