tømd Umvælingin hevur við sær, at Ryskivatn og Vatnsnes verða næstan tømd nú í februar, og síðani verður elverkið lagt stilt. Tað merkir so, at tá vøtnini eru full aftur, fer at renna yvir, inntil verkið kemur [...] turbinurnar og generatorarnar, sum skulu skiftast út, umframt at niðasti partur av turbinurørunum skulu skiftast. Útskiftingin verður 1-1, tvs. at nýggju turbinurnar hava somu støddir sum verandi. Eltekniskar [...] tað hampað um, og eitt lítið savn gjørt í sambandi við, at 100 ár vóru liðin síðan ”elektrisitetið” kom til Vágs. Tá ein stendur í Botni og hyggur at stóra betongbygninginum frá 1921, má ein bara undrast
møguleiki verður at ganga aftur og fram, ella trekkja seg aftur til hugnaligt prát í kafé-økinum, har eisini fleiri kafé-tónleikainnsløg verða. Harumframt verður tað eisini møguligt at keypa sær ábit frá [...] frá navnframum kokki. Karmarnir eru avbera góðir til at familjur, ung og tilkomin kunnu fáa eina góða uppliving. Smá sum stór børn, ið ikki orka at lurta ov leingi, kunnu stuttleika sær á spæliplássinum [...] ella bert okkurt av hesum, ja, so er Kristfest júst nakað fyri teg og dámar tær at spara og gera ein góðan handil, ja so er at bíleggja sær festivalpass áðrenn 12. apríl á midnátt fyri kr. 550,- við hurðina
men hann er fluttur til Danmarkar, har vit royna at finna mannin, hevur løgreglan sagt. Men, í morgun visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga, at nú hevur føroyingurin í Danmark sjálvur vent sær [...] hesum. Vaktleiðarin segði, at nú verða tey, sum hava arbeitt við hesum máli á løgreglustøðini í Havn, kunnað, og síðan fara tey at venda sær aftur til mannin í Danmark, soleiðis at málið kann gerast upp og [...] tingini fyri at fáa greiði á tí, sum er. - Vit fingu soleiðis eina uppringing tíðliga í nátt. Hetta var persónurin, sum talan hevur verið um, og vit fingu eitt gott prát við viðkomandi. Avtatað er, at vit skulu
Menninir lótu væl at fiskinum, sum er bæði góður og feitur. Hýsan var smáttfallandi í stødd, men tað nýtist ikki at vera nakað ringt tekin. Heldur tvørturímóti. Men, tað er ikki bara við línu, at útróðrarmenn [...] halda, at útlitini hjá toskastovninum undir Føroyum eru døpur í løtuni, er hetta ikki júst tað, sum útróðrarmenn uppliva. Tað eru fleiri útróðrarmenn, sum siga frá góðum fiskiskapi í vetur, tó at dagarnir [...] Nicodemussen, sum hevur róð út í fleiri ár, er spentur, nú vártíðin nærkast, og hann vónar, at vártíðin í ár fer at roynast við snelluni. ##med2##
um á tíðindunum um, at russiska andstøðuleiðarin Aleksej Navalnyj er deyður. Tað upplýsir mannarættindafelagsskapurin OVD-Info sambært svensku tíðindastovuni TT. OVD-Info roynir at stríðast ímóti politiskari [...] handtikin, meðan tey løgdu blómur at minnast andstøðuleiðaran. Í Sankta Pætursborg eru í minsta lagi 56 handtikin, meðan tað í Moskva snýr seg um 11 fólk. OVD-Info upplýsir, at talið av handtøku kann vera hægri [...] ísfjallinum, leggur hon afturat. Arbeiðið hjá Katzarova er at halda eyga við støðuni í Russlandi, men hon úttalar seg ikki vegna ST. Tað er ikki váttað, at Navalnyj er deyður, hvørki familjan ella advokatur hansara
. Ísrael hevur áður sagt, at ein treyt fyri vápnahvíld er, at allir gíslarnir, sum Hamas tók í sambandi við álopið 7. oktober, skulu latast leysir. Hamas sigur í boðunum, at tey nú hyggja upp á uppskotið [...] palestinsku økjunum. Ísrael og Hamas hava fleiri ferðir roynt at fingið vápnahvíld. Tað er millum annað gjørt fyri at gera tað lættari at fáa humanitera neyðhjálp til økið, sum í longri tíð hevur verið [...] Ísrael hevur sent eitt uppskot til vápnaða islamska bólkin Hamas um at seta í verk vápnahvíld í Gazageiranum, har fleir enn 34.000 fólk eru deyð í krígnum millum partarnar. Tað upplýsir varastjórin hjá
vegna GroAqua hevur gingið á odda við at projektera og byggja hendan fóðurflakan. Eg eri errin av, at okkara dugnaligu starvsfólk í Føroyum og Pólandi hava megna at projektera og byggja ein so stóran fóðurflaka [...] tað umráðandi fyri okkum, at hesar eisini taka hædd fyri umhvørvinum, har hesar koma at virka sigur Steffan Gaard, aliformaður hjá MOWI. Tískil hava vit gjørt flakan kláran til at taka landstreym, samstundis [...] samstundis sum vit hava ljóðbjálva útgerð umborð, so flakin so at siga ikki órógvar nærumhvørvið. Við nýggja flakanum verður møguleiki at fóðra allar ringarnar samstundis og ger hetta alingina so effektiva
Eftir eina longri skaðafráveru eru vit spentar uppá at sleppa at venja aftur, og vit eru sera fegnar um møguleikan at sleppa at spæla fyri Ajax. Vit halda, at felagið kann bjóða eitt gott venjingarumhvørvið [...] føroyskum leikarum, ið spæla uttanlands, og tað ganga valla nógv ár, at kvinnulandsliðið verður í somu støðu sum manslandsliðið, at allir leikararnir spæla uttanlands. [...] Tær hava við sær tað klassisku, sterku venjingarmentanina við sær úr Føroyum, og vit gleða okkum til, at tær komandi summar gerast ein partur av hópinum hjá okkum. Sigur Morten Grønmann. Vár og Lív Bentsdøtur
mær er tað óskiljandi, at man bara soleiðis kann siga, at hesi skulu fjernast. Tað var annars gleðiligt at síggja, at tað er massiv mótstøða í høvuðstaðnum ímóti ætlanunum um at staðseta tjóðleikhús á [...] 2023. Harumframt eru ein ørgrynna av fólki, sum dagliga sirkulera runt farstøðina, við teimum ørindum at fylgja familju og vinfólkum avstað ella taka ímóti fólki, sum koma við Smyrli ella bussi. Tilsamans [...] á bryggjuni. Heili 72 prosent vóru ímóti vísti spyrkanning í síðstu viku. Tað vísir, at fólk hugsa um okkara útflutning, sum fer um havnina. Vónandi raknar onkur býráðspolitikari við, áðrenn farið verður
prosent hægri. Sum skilst røkist einki fyri, at partarnir fara at seta seg saman aftur. Men uttan iva er trýst á partarnir, tí tað plagar at vera soleiðis, at báðir partar geva seg í einum slíkum stríði [...] Miðskeiðis í vikuni fara tey á Løgmansskrivstovuni at gera av, um kongsvitjanin í næstu viku skal avlýsast – og sum støðan er beint nú, so er mest sannlíkt, at hendan vikan gongur, áðrenn nøkur semingsroynd [...] verkfallið drúgvari enn tað var í 2003, tá tað vardi í fýra vikur. Enn røkist einki fyri semju, eftir at semingsroyndin hósdagin miseydnaðist. Hóast arbeiðsgevararnir hava slakað og vilja góðtaka semingsuppskotið