Fleiri enn 100 persónar sigast vera handtiknir ymsa staðni í Russlandi í sambandi við mótmæli í kjalarvørrinum á tíðindunum um, at russiska andstøðuleiðarin Aleksej Navalnyj er deyður.
Tað upplýsir mannarættindafelagsskapurin OVD-Info sambært svensku tíðindastovuni TT.
OVD-Info roynir at stríðast ímóti politiskari forfylging. Sambært felagsskapinum vórðu fleiri handtikin, meðan tey løgdu blómur at minnast andstøðuleiðaran.
Í Sankta Pætursborg eru í minsta lagi 56 handtikin, meðan tað í Moskva snýr seg um 11 fólk.
OVD-Info upplýsir, at talið av handtøku kann vera hægri enn tað talið, sum bólkurin veit um.
At Aleksej Navalnyj er deyður er bara toppurin av ísfjallinum, siga ST frásøgufólk um mannarættindastøðuna í Ruslandi.
– Tað var á ein hátt væntandi, og á ein annan hátt var tað sjokerandi, sigur Mariana Katzarova, sum er ST frásøgufólk fyri mannarættindastøðuna í Russlandi, sambært tíðindastovuni AFP.
Hon hevur mælt til eina óhefta kanning av orsøkin til, at andstøðuleiðarin er deyður.
– Máað er burtur av mannarættindastøðuni í Russlandi seinastu 20 árini, men síðani innrásina í Ukraina er heilt galið, sigur Katzarova.
– Deyðin hjá Navalnyj er bara toppurin av ísfjallinum, leggur hon afturat.
Arbeiðið hjá Katzarova er at halda eyga við støðuni í Russlandi, men hon úttalar seg ikki vegna ST.
Tað er ikki váttað, at Navalnyj er deyður, hvørki familjan ella advokatur hansara hava váttað tað.
Sambært russisku myndugleikunum gjørdist Navalnyj sjúkur á einum gongutúri. Hann misti vitið og doyði stutt eftir, verður sagt.
/ritzau/