Snýtti á netinum: - Hevur ringt til løgregluna í nátt

- Vit fingu eina uppringing tíðliga í nátt, og hetta var maðurin, sum fleiri siga hevur snýtt tey á netinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

 

Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi um ein føroying, sum hevur snýtt fólk á netinum, har viðkomandi hevur selt ymiskt - alt frá mati, til motorar og fiskiloyvi, sum løgreglan hevur málborið seg.

 

Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki um svik. Hetta eru fólk, sum í góðari trúgv hava hildið seg keypt eina vøru á sosialu miðlunum, men tá pengarnir fyri vøruna eru fluttir, er eingin vøra komin. 

 

- Vit vita, hvør persónurin er, men hann er fluttur til Danmarkar, har vit royna at finna mannin, hevur løgreglan sagt.

 

Men, í morgun visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga, at nú hevur føroyingurin í Danmark sjálvur vent sær til løgregluna í Føroyum og sigur seg vilja práta um tingini fyri at fáa greiði á tí, sum er.

 

- Vit fingu soleiðis eina uppringing tíðliga í nátt. Hetta var persónurin, sum talan hevur verið um, og vit fingu eitt gott prát við viðkomandi. Avtatað er, at vit skulu snakka saman aftur og finna ein leist, hvussu vit koma víðari við hesum.

 

Vaktleiðarin segði, at nú verða tey, sum hava arbeitt við hesum máli á løgreglustøðini í Havn, kunnað, og síðan fara tey at venda sær aftur til mannin í Danmark, soleiðis at málið kann gerast upp og loysast. 

 

- Maðurin er ikki handtikin, tí nú hava vit fingið samband við viðkomandi, og avtalað er, hvussu greiða kann fáast á øllum viðurskiftum í málinum, sigur løgreglan.