Nú er bara ein vika eftir, so er verkfallið drúgvari enn tað var í 2003, tá tað vardi í fýra vikur. Enn røkist einki fyri semju, eftir at semingsroyndin hósdagin miseydnaðist.
Hóast arbeiðsgevararnir hava slakað og vilja góðtaka semingsuppskotið, sum var ein lønarhækking upp á 11,1 prosent, so vilja arbeiðarafeløgini ikki bakka.
Sum skilst er kravið frá arbeiðarafeløgunum um 15 prosent, meðan arbeiðsgevarar til fyrru semingsroyndini bara vildu góðtaka 9 prosent.
Miðskeiðis í vikuni fara tey á Løgmansskrivstovuni at gera av, um kongsvitjanin í næstu viku skal avlýsast – og sum støðan er beint nú, so er mest sannlíkt, at hendan vikan gongur, áðrenn nøkur semingsroynd verður tikin upp.
Seinasta arbeiðaraverkfall var í 2003. Verkfallið varð lýst 8. mai og skrivað varð undir á midnátt hóskvøldið 6. juni so farast kundi aftur til arbeiðis 7. juni. Tá fingu arbeiðarafeløgini eina lønarhækking upp á sløk 9 prosent.
Hesaferð verður lønarhækkingin hægri, tí arbeiðsgevararnir hava longu góðtikið 11 prosent, meðan kravið frá arbeiðarafeløgunum sum skilst er 4 prosent hægri.
Sum skilst røkist einki fyri, at partarnir fara at seta seg saman aftur. Men uttan iva er trýst á partarnir, tí tað plagar at vera soleiðis, at báðir partar geva seg í einum slíkum stríði – og tað fyrst er sjálvandi viljin til at seta seg saman. Og setast partarnir við semingsborðið, so kann ganga skjótt, men tað kann eisini taka nakrar dagar – og tað kann sjálvandi slitna enn einaferð.
##med2##












