lesast kann longur niðri í greinini, var tað mestsum av tilvild at hann tók við hesi tænastuni. Men sigast má av sonnum, at Símun hevur sítt at siga fyri sína heimakirkju, tí hann er ikki einans klokkari. [...] hevur tað nærum altíð verið so, at viðkomandi var spurdur um at gera hesa tænastuna í staðbundnu kirkjuni. Ofta var tað ein tilkomin klokkari ella deknur, sum bað ein yngri um at hjálpa til ella koma ístaðin [...] mátar at gera tað uppá, um ein kann siga tað so: Nógvar kirkjur hava ein klokkara, sum fer í kirkjutornið frammanundan at gudstænastan byrjar, og hesin ringir eisini biðisløgini, tá gudstænastan er at enda
var útbreitt, og at fleiri fólk hava verið á teirra Youtube kanal og hugt eftir fyrilestrum. At fáa føroyska gransking út í heim og at fáa altjóða gransking innan fiskaaling til Føroya er eitt av hennara [...] Danmark. Tað hevur ein ótrúliga stóran týdning, at øll hava sama møguleika fyri at íðka ítrótt og verða partur av einum felagsskapi. Tað er gott og fantastiskt at vinna í altjóða kappingum, men ítróttur snýr [...] samanhald, virðing, stuttleika, vinarlag og kroppsliga heilsu. Tað er gleðiligt, at børn sleppa at spæla í Eydnudeildini og eisini at kappast við onnur lond, skrivar Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn.
øll somul – tað er vælsignað at síggja tykkum aftur til "Country og blues festival" á Dungasandi í Sørvági aftaná koronastøðg í tvey ár. Eg ivist onga løtu í, at tit fara at njóta festivalin í góðum lag [...] hvussu veðrið háttar sær, tí okkum dámar at verða saman aftur. Og so hjálpir tað okkum at gloyma hesi bæði koronaárini, har onki bar til. Vágafólk og sørvingar eru von at taka ímóti og hýsa gestum i hópatali [...] Tinganest, heitir skaldið á okkum um at ansa nattúruni, tá hann kvøður um líkasæluna, um vit bara "seta okkum í sofuna at skoða katastrofuna". Tað eiga vit eisini at hugsa um, tá vit hugna okkum her á Stakka
fríari umstøðum at virka undir. Hetta hevur eydnast væl. Kjarnuuppgávurnar hjá Íverksetarahúsinum er at veita ráðgeving til allar føroyingar, ið hava hug og hugskot til íverksetan, umframt at skipa fyri tiltøkum [...] Arbeitt verður áhaldandi við at menna tænasturnar hjá Íverksetarahúsinum, og at skapa ein góðan trivnað hjá teimum, ið hava sína gongd í húsinum. Endamálið við hesum er eisini at skapa áhuga og góða umrøðu [...] Arbeitt verður áhaldandi við at seta nýggj mál fyri virksemið samstundis sum dentur altíð verður lagdur á at skapa góðar karmar og trivnað fyri fólkini, ið virka í húsinum. Fyri at hetta skal eydnast, krevst
ikki powerpoint til sínar framløgur, tó at summi brúktu glærir. Thomas Hylland Eriksen brúkti sjáldan hjálparamboð. Hann tosaði uttan at hava pappír og teldu at styðja seg til. Hann hevði kanska eina bók [...] Eriksen sjúkur í 2016. Honum dámdi væl at koma til Føroya, og hann hevur nevnt Føroyar ymsastaðni í sínum tekstum. Men tá ið vit ætlaðu at fáa hann aftur til Føroya at undirvísa á sama ph.d.-skeiði, so forðaði [...] kendur langt út um akademisku geirarnar, var so fullur av fakligum hugskotum og visjónum, at hann illa kláraði at standa stillur. Hann tosaði títt, skrivaði skjótt og hevði sera nógvar bóltar í luftini,
honum, so at vit mega fáa avkom við faðir okkara.« v33 Sama kvøldið góvu tær honum vín at drekka; og hin eldra kom og legði seg hjá faðir sínum; hann vardi hvørki, at hon legði seg, ella at hon fór upp [...] skalt tú siga, at tú ert systir mín, til tess at tað má vignast mær væl fyri tínar sakir, so at eg má verða á lívi tín vegna.« v14 Tá ið Ábram kom inn í Egyptaland, sóu Egyptar konuna, og at hon var sera [...] segði tú mær ikki, at hon var kona tín? v19 Hví segði tú, at hon var systir tín, so at eg tók hana til konu? Her hevur tú nú konu tína! Far við henni!« v20 Og Fárao beyð monnum sínum at fylgja honum og
seinasta bar av, og tykir mær, at ungdómurin í Havn dugir at koma saman til stuttleika í góðum lagi. Tað tykir mær, at tað er ein broyting í mátanum at stuttleika sær og haldi eg, at tann broytingin er góð. Væl [...] teg bíða so leingi at frætta frá mær, men eg havi havt so nógv at tikist við, síðan eg kom aftur til Føroyar, at eg neyvan havi fingið tíð at sovið og enn minni fingið tíð til at hugsa um teir, ið burturi [...] beinkinum og segði, at hann vildi bert siga frá, at lagið til hendan sang var originalt, og at Petur Alberg hevði smíðað tað. Eg bleiv hálvilla við, tí eingin av hinum limunum vistu nakað um, at eg hevði gjørt
Tað verður sagt í Føroya Siglingarsøgu, at tað eigur ikki at vera gloymt, at tað vóru Palla á Mýruni og Jóannes í Hesti fyri at takka, at føroyingar aftur fóru at fiska á Suðurlandinum, har teir ikki høvdu [...] eisini siga frá strevi og stríði fyri at náa so langt fyri at skapa okkum tað góða land, sum vit hava at búgva í. Grind á Hvítanesi Dánjal segði altíð, at tað var gott at vaksa upp á Hvítanesi. Tað, sum sermerkti [...] suður aftur. Tá ið teir nærkast Hvítanesi, fóru menn at undrast á, hvat hetta hevði at týða, at sjógvurin var so reyður út frá gjónni. Tá var hent tað, at ein hvalur hevði skilt seg út frá flokkinum og var
vigar eisini nógv hjá teimum, at vit í altjóða hvalaveiðispurninginum draga somu línu um rættin til at gagnnýta havsins tilfeingi burðardygt. Stórfingin móttøka Sjáldsamt er, at stórar tjóðir rulla reyðu [...] »Hóast tað kann tykjast heldur reyput at samanbera Japan og Føroyar, hava londini fleiri felags eyðkenni og áhugamál. Bæði eru oyggjalond, seta stórt álit á rættin at gagnýta havsins tilfeingi og eru ofta [...] arktiska økinum stóran áhuga og leggja orku í at fremja samstarv við samsint lond um hvalaveiði. Teir eta eisini meiri fisk og sjógæti, enn teir sjálvir megna at fiska og framleiða. Meðan japanarar flyta inn
størsta møguleikan, men tað er framvegis málleyst. Lotið ger, at tað er torført at fáa bóltin at liggja í sambandi við deyðbóltsstøður. 00) Vit royna at fylgja gongdini í dystinum, sum verður avgerandi fyri, [...] førinum var um reppið, at Evy á Lakjuni rakk at stýra bóltin í málið eftir innlegg, og í seinna førinum var málverjin, Hjørdis Nesá, akkurát fyrri á bóltinum enn Sanna Svarvardal, eftir at bólturin varð stungin [...] steðgin. 46) 0-0 Gongdin higartil bendir ikki á, at hetta verður málrík uppgerð. HÁLVLEIKUR 0-0 Høgættarlotið ber við sær, at spælararnir hava ilt við at fáa tak á bóltinum, tá ið hann er í síðuni longri