var tað yvirstaðið. Sigmundur er skelkaður av slíkari viðgerð. ? Tað er heilt ófatuligt, at eitt land, sum er ein partur av EU, kann hava eina rættarskipan, sum hesa. Tað er heilt ótrúligt. ? Teir hava einki [...] ikki aftur her til. Sovorðið tvætl. Sigmund ljóðar bæði eitt sindur troyttur og ikki minst illur um, at myndugleikarnir hava hildið fast við, at hann ikki skal hava passið aftur enn. Og tað er ikki so ringt [...] danir ikki gera meira fyri at mótmæla framferðini hjá fransmonnum. ? Eg haldi at tað er ótrúligt, at eitt land, sum er limur í EU, skal sleppa at føra seg fram á henda hátt. Tað tykir mær at vera púrast
hátt. Snøgt sagt: »Er tað lívsgrundarlag her fyri tað fólkatal, ið er her og ikki minst tann livistandardin, ið vit hava«? Fiskivinnan og aling er í dag tað stóra grundarlagið. Hettar er einsamalt tó ov lítið [...] kunnu vit vænta? Einasta vit vita um olju við Føroyar er at tað er ein ávísur áhugi at fara undir leiting á økinum ímillum Føroyar og Bretland. Er ein heppin so finst olja á okkara øki, men føroysk olja [...] summarvirksemi nógv ár framm. Tað, sum nú ræður um, er at byrja leiting við Føroyar. Tað er skeivt at bíða eftir marknaðarloysnini, tí tá í markið er avgreitt verður eingin áhugi at leita í nánd av Føroyum
nakrantíð, men nú er ein munur tann, at tað ber til at vera ?interaktivur? ella samvirkin. At sjálvur taka lut í tí undirhaldinum, sum tú finnur tær. Her verður sjálvsagt tosa um telduna. Hon er kanska ikki [...] í skúlum ella á arbeiðsplássum og chatta. Tað er ikki neyðugt allatíðina at sita við telduna, tá tú chattar, so um tú allíkavæl ert á netinum, tá ið tú er til arbeiðis ella í skúla, so kann tú bara lata [...] virkar. Men Sóley hevur lært seg alt meira ella minni sjálv og heldur ikki, at tað er so torført at vera á internetinum. Tað er bara ein spurningur um at royna seg fram. Hon hevur til dømis bara roynt alt møguligt
Sjálvsagt er tað torført at vita, um vit her í Føroyum eru før fyri at gera altjóða tónleik, sum kann seljast fyri hundraðtals milliónir krónur, men tað hevði verið áhugavert at sæð eina roynd . Vit her í Yngd [...] mátanum, sum teksturin er uppsettur á húsanum. Tónleikurin Tónleikurin á fløguni er í tyngra endanum av tónleikatónastiganum, um tað ber til at siga sovorðið um tónleik. Tað er torført at siga nágreiniliga [...] tónleikurin gerst betur og betur. Tíverri er ikki serliga nógvur peningur í fløguframleiðslu í Føroyum, í mun til t.d. fiskaframleiðslu. Hetta, hóast tað at tónleikur er ein tann størsti ídnaðurin í heiminum
grundlógina Í Danmark er tað soleiðis í dag, at Fólkatingið er ovasti politiski myndugleiki. Fólkatingið er eisini omanfyri Grundlógina. Hetta ljóðar kanska løgið, men soleiðis er tað. Danska grundlógin [...] Wang er ein teirra, sum hevur gjørt nógv burturúr spurninginum. Í ?Stjórnmálafrøði? (2. útgáva 1989) skrivar Zacharias á síðu 169: ?grundlógin [er] sett í gildi í Føroyum í heimildarloysi, og hon er tí ikki [...] ein hátt, sum er hóskiligur fyri Føroyar og føroyingar. Hetta ber bara til, um føroyska fólkið verður tikið við uppá ráð. Grundlóg er annað enn stýrisskipan Tann grundlógin, sum nú ætlanin er at gera, skal
sum ikki dylur fyri, at dreymurin er at koma enn longur fram sum fótbóltsspælari. ? Men eg havi tað fínt her í Kongsvinger, og eg havi framvegis nógv eftir at læra her, sigur hann. Í Onglandi fylgja agentar [...] sum telir 14 lið, og niðurflytingin ikki er so langt burturi, gongst væl hjá føroyska landsliðsspælaranum Julian Johnsson. Føroyski miðvallarin, sum eisini er úttikin til landsdystin í Bosnia, hevur bert [...] ikki fingið boð frá FSF um, at hann skuldi við til Bosnia. Hann er eitt sindur vónsvikin av, at samskiftið millum FSF og Kongsvinger ikki er av tí besta. ? Vit hava ein dyst í kvøld (í gjárkvøldið) og so
árið. Teir átta menninir, sum vóru við á ferðini, koyra mangan túrin saman, tá ið veðrið er til vildar, og tað er tað næstan bert í summarmánaðunum. At tað ikki viðrar so ofta at koyra motorsúkklu í Føroyum [...] sum ger tað so stuttligt at koyra á motorsúkklu, er spenningurin. At liggja næstan niðri á vegnum í einum svingi og kenna kraftina frá motorinum undir tær er ein kensla, sum als ikki kann greiðast frá í orðum [...] Heimskendi býurin Venezia í norður-Italia var sunnasti staðið, sum ferðalagið koyrdi til á túrinum. Her valdu teir so at steðga á leingi, áðrenn kósin aftur var sett norður ímóti Danmark. Onkur steðgaði
eta tvøst og spik. Her í Føroyum er hetta óhugsandi, siga teir, sum hava gjørt tilmælið. Grindin er ein so stórur partur av okkara mentan, at hetta als ikki er gjørligt, og haraftrat er hetta tilmælið ætla [...] mánaðin. Kyksilvur Tað er einki yvir at dylja, at nýtslan av kyksilvuri er nógv minkað seinastu árini. Ídnaðurin í einum stórum parti av heiminum hevur fingið strangar avmarkingar, men enn er langt eftir á mál [...] dømis fær sær eina kenning, meðan hon er við barn, so er hetta nógv vandamiklari fyri fostrið, enn hvat kyksilvur- og PCB innihaldið í einum døgurða av grind og spik er. Stórur áhugi uttanlands Fjølmiðlar
eta tvøst og spik. Her í Føroyum er hetta óhugsandi, siga teir, sum hava gjørt tilmælið. Grindin er ein so stórur partur av okkara mentan, at hetta als ikki er gjørligt, og haraftrat er hetta tilmælið ætla [...] mánaðin. Kyksilvur Tað er einki yvir at dylja, at nýtslan av kyksilvuri er nógv minkað seinastu árini. Ídnaðurin í einum stórum parti av heiminum hevur fingið strangar avmarkingar, men enn er langt eftir á mál [...] dømis fær sær eina kenning, meðan hon er við barn, so er hetta nógv vandamiklari fyri fostrið, enn hvat kyksilvur- og PCB innihaldið í einum døgurða av grind og spik er. Stórur áhugi uttanlands Fjølmiðlar
at avgerð er enn ikki tikin til henda spurningin. Ein fundur millum ovastu leiðararnar í teimum trimum londunum um málið er so avgjørt tann seinasti møguleikin, sum verður troyttur. Og er tað so, at málið [...] økið? verður latið upp fyri leiting. Hetta er tað økið millum Føroyar og Bretland, sum ikki kann verða boðið út til leiting, soleingi markið ikki er ásett. Tað er eisini greitt, at hetta trýstið á oljumá [...] marknamálið fór at verða loyst innan rímuliga tíð. Síðani er tað hent, at bretska stjórnin hevur skift út samráðingarleiðara sín. A. R. Brenton, sum er deildarstjóri í uttanríkisráðnum, hevur tikið við sum