bæði innanlands og til onnur lond. Tað var tó ikki møguligt at vinna undirtøku fyri at seta pening av til at bøta um hesi viðurskifti, hóast tað var greitt, at tað t.d. ikki bar til at røkja framhald [...] latin P/F Skipafelagnum Føroyar at røkja. Serstakliga vóru tað kreftir innan Sambands- og Fólkaflokkin, sum ikki vildu hoyra talan um, at tað almenna skuldi hava ábyrgdina av hesi fyri Føroyar og fyri [...] innskot í eitt partafelag, fall í Løgtinginum. Tað var eyðsæð, at Sambands- og Fólkaflokkurin vildu lívga Skipafelagið, sum í nógv ár hevði víst sína ónøgd við, at tað almenna fíggjaði farma- og ferðafólkaflutning
Tann einasti, sum er ivasamur, er Bárður á Lakjuni, sum hevur fingið eitt tilboð frá GÍ. Hann hevur enn ikki tikið nakra endaliga avgerð, men í løtuni er hann tann einasti, sum er ivasamur. Bæði GÍ og [...] verið eftir honum. ? Tað er kortini stórur saknur í Símuni Eliasen og Magna á Lakjuni, sum eru í Danmark. Símun spælir við Aarhus Fremad, har hann roynir at bróta ígjøgnum, og tað er væl skiljandi, at ein [...] sum nú er, fara tað um nøkur ár at vera eini tvey-trý lið, sum fara at ganga á odda í føroyskum fótbólti, meðan hini halta aftaná. ? Eitt felag sum ÍF kann ikki útvega so nógvar pengar, at tað kann hava
sær ella ogna sær verkið alt sum tað er. Eisini verður høvi til at ogna sær heildarútgávuna frá 1988 av Janusar yrkingum, sum Chr. Matras greiddi til prentingar. Tað er Rithøvundafelag Føroya og Mentunargrunnur [...] fjør. Longu nú er semja um, at her er talan um slóðbrótandi bókmentagransking. Bókin hevur ein forkunnugan bygnað og skrivingarlagið er eyðkent av stílkenslu og samstundis so livandi, at tað hugtekur eina [...] Í fyrilestrinum fer Hanus at greiða frá, hvussu hugskotið til hetta verkið vaks fram, hvørja hugsanir búgva undir tí, og hví tað hevur fingið júst tann bygnað, tað hevur. Hann fer eisini at peika á nakrar
Jørn Astrup Hansen heldur, at tað er týdningarmikið, at bankaarbeiðið verður hildið atskilt frá øðrum arbeiði. ? Fáa vit eina oljuvinnu í Føroyum, so merkir tað, at tað koma feløg úr útlandinum hendavegin [...] kundi tað takast sum um at vit høvdu valt síðu. ? Men vit vilja fegnir vera bankasamband hjá Atlantic Petroleum. Jørn Astrup Hansen sigur, at tað eftir teirra uppfatan ikki er rætt, at bankin er eigari [...] vart við, at felagið er rættiliga lítið. ? Ein partapeningur uppá 30 milliónir er ikki so stórur í einari oljuvinnu, og felagið verður tí eitt avmarkað íkast í eina oljuvinnu. ? Tað merkir at felagið ikki
Tað er tann øvugta verð. Føroya Sparikassi er partaeigari í nýggja oljufelagnum, men Føroya Banki er ikki. Vit hava spurt Marner Jacobsen, virkandi stjóra, um orsøkina til, at Sparikassin er farin við [...] oljuvinnuni. Eru vit ikki við frá byrjan, so verða vit als ikki við. ? Fyri at kunna gera nakað um seg í oljuvinnuni, so er neyðugt við nógvum kapitali, og vit vita hvussu torført tað er at útvega partapening [...] okkum, at tað fer at standa øllum í boði, at tekna partapening. ? Her er ikki talan um ein eksklusivan klubba sum vit stuðla, men eina fyritøku sum verður fyri allar føroyingar. ? Fyri okkum er talan um
vinnuna sjálva finna útav hesum. Skilji tað hvør í skilja vil - bleiv tað ikki loysnin, at landsstýrið helt fingrarnar burtur og vinnan sjálv fann útav hesum? Tað kom ongantíð nakað skil, ella byrjan til [...] tryggleika og borgan fyri at kanningin er á einum rímiligum støði. Atli Hansen kennir ikki nakað til ósemju millum hann og Bjørn á Heygum um arbeiði hjá §19 nevndini, nakað sum er komið ógvuliga greitt fram í [...] vit í sjálvstýrisflokkinum gjørt meiri vart við okkum, so hevði skilið uttan iva verið betur enn tað er! Roknifjølin Lat meg venda aftur til roknifjølina og nakað av tí sum kundi verið skriva á hana. 15
ættargranskari, greiðir frá. Frá Bygdarhúsinum á Strondum Leygarkvøldið kl. 21.30: Gospel Café við luttøku av I?AM. Dánial Petersen endar. Frá Kelduni í Skálabotni Leygarkvøldið kl. 21.30 er Gospel Café í by [...] 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum [...] Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn
Tað er ikki av tilvild, at tað eru hesir báðir persónar, sum í felag leggja fram hetta uppskot, sum ikki bert er ein hóttan móti fakfelagsstættini, men eisini er ein óhugnalig roynd at traðka niður nakrar [...] hvørt Løgtingið hevur lóggávuheimildina, og tað má tykjast sera løgið, tá vit hava í huga, at her er talan um persón, sum ikki bert er løgtingslimur, men eisini er útbúgvin løgfrøðingur. Uttan mun til um Løgtingið [...] so er ofta talan um heilt stórar upphæddir. Tað, sum vit eiga at spyrja okkum sjálv um er, um hetta lógaruppskot, sum skal geva arbeiðsrættinum heimild at døma føroyska løntakaran revsing (bót) er í tráð
gleðir okkum onnur. Men ein royndur lutur er, at tað er ein vanlukka fyri virki, land og fólk, um tey hegnigastu onkursvegna verða sáldað frá, ella, sum verri er, verða sett undir censur. Djúpast sæð, avdúkar [...] i højsædet (!)«. Teir kønu eru ósamdir um hvørt lagnunar aðalávirkanin kemur frá umhvørvi lívsins ella frá fedranna arvi. Tað ættarliðið, sum nú fer um 60 ára aldur, hómar enn seinna kríggið og minnist [...] har sine meningers mod«. Tað eru tað tíbetur nøkur ? um fá ? sum hava. Eftir er bert at siga, at vit eru fleiri, sum við áhuga og samhuga hava fylgt tíni sermerktu lívsleið, og sum vilja ynskja tær, André
poltiskar møguleikar fyri at verða samtykt. Og tað má sigast, at á tingi er tað framvegis galdandi, at tað eru tey mál, sum verða samtykt, sum flyta mørk. Men harfyri er ikki sagt, at okkara flokkur ikki hevur [...] semju á Føroya Løgtingi, har allir partar fáa og geva nakað. Tað er forrestin politikkur. So tað, sum Javnaðarflokkurin higartil hevur gjørt, er, at hann hevur latið upp fyri møguleikanum, at eitt drúgvt [...] á at tjóðveldið Føroyar er stovnsett. Vit kunna væl ganga út frá, at loysingin ikki verður framd við náðigávum úr danska ríkiskassanum. Tað kann væl saktans ikki hugsast, at tað verður danska heimahjálpin