og eini 14 inni á Skeljavirkinum á Oyri. Tann, sum heilt síðan seinast í sjeytiárunum hevur skipað fyri framleiðsluni á landi, er svínoyingurin, Høgni Sóloy, sum býr á Eiði. Hann hevur verið formaður á [...] fáa eina ársinntøku í hesi veiði. Skipið, sum annars roynist hampiliga væl, er gamalt og hevur tænt fyri seg í mong ár. Norðheim er smíðaður í fyrrverandi Eysturtýsklandi miðskeiðis í sekstiárunum. Sum á [...] tons av skeljum í vertíðini, og tá so vertíðin er av seint í februar, verður skipið lagt. - Nógv av teimum, sum arbeiða á skeljavirkinum, hava verið her í mong ár. Flestu eru fólk, sum liggja um 50 og 60
í kvøld klokkan 19. Tað er altíð áhugavert at spæla altjóða fótbólt, men hetta er ikki nakað nýtt fyri GÍ spælararnar. Einastu spælararnir, sum ikki hava roynt seg í Europa Cup, eru Svenn Olsen, sum var [...] við í NM í Noregi og í EM undankapping í Íslandi, og í fjør spældi hann ikki færri enn tólv dystir fyri U-16 landsliðið. Men hóast hesar royndirnar á unglingalandsliðunum, so er tað nakað heilt annað, teir [...] kemur tað væl við at hinir spælararnir á liðnum vita, hvat tað snýr seg um. Allir gøtumenninir eru væl fyri til stríðið í kvøld, og tað er sjáldsamt, hvussu nógvir spælarar hava verið við øll fimm árini, sum
ni. Og vónandi halda fleiri av teimum fram á B4, sum byrjar í mars, sigur Jógvan Martin Olsen. Eisini luttakararnir vóru sum heild væl nøgdir við skeiðið. Ein av teimum var Andras Nolsøe, ið arbeiðir sum [...] ndið frá. – Tað er altíð hugaligt, tá nýggir venjarar leggjast afturat, so vit eru sjálvandi glað fyri ta góðu undirtøkuna, sum B3-skeiðið hevur havt, sigur ein av undirvísarunum hjá Fótbóltssambandi Føroya
segði forstjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar á tíðindafundi í gjár í sambandi við samanleggingina av teimum seks tryggingarfeløgunum. Og nýggja tryggingarfelagið vil fegið, at tryggingartakarin eisini skal [...] takaran, lækkar nýggja tryggingarfelagið allar tryggingar við átta prosentum. ? Hetta er galdandi fyri allar tryggingar, legði stjórin dent á. Til samans kostar henda príslækking Tryggingarfelagnum Føroyar
men so er kanska ikki kortini. Líkist stórdysti Tá Atlantic Airways upprunaliga gjørdi av at skipa fyri ferð til dystin millum FCK og Brøndby, mundu teir ikki vænta, at talan kanska fór at gerast um avgerandi [...] óhugandi. Tá vit seinast høvdu samband við skrivstovuna hjá Atlantic Airways, vóru okkurt um 70 av teimum 90 ferðunum seldar. Roknast kann nú við, at seinastu 20 atgongumerkini verða seld rættiliga skjótt
Jacobsen fingu virðisløn frá JFK og Norðoya Sparikassa fyri góð avrik. Egil Leivsgarð fekk harumframt virðisløn frá Skipara- og Navigatørfelganum fyri framúr avrik. Nýggju skipaatstøðingarnir eru: Aftara [...] myndini. Jonn Lydersen og Sørin Kallsgarð Sørensen fingu virðisløn fyri góð avrik frá Bank Nordik og Eik Banka. Niðanfyri eru myndir av teimum báðnum flokkunum, sum hava tikið prógv á Sjónámi í Klaksvík
við ein av teimum heilt tungu sessunum í føroyska vinnulívinum, tá Føroya Tele kunngerð hvør verður nýggjur stjóri í Føroya Tele. Nevndarformaðurin í felagnum, Ómar Svavarsson, upplýsir fyri in.fo, at tjúgu [...] Nevndarformaðurin í Føroya Tele útilokar ikki tann møguleikan, men undirstrikar at nevndin er sera glað fyri tær umsóknirnar, ið eru komnar til starvið. - Vit eru í løtuni í holt við at gjøgnumganga allar u [...] at seta nakran í starv, ið ikki er millum umsøkjararnar, men man veit aldrin. Vit eru tó sera glað fyri tær umsóknir, ið vit hava fingið.
teir sum ikki bóru boð í bý. Hetta eru frásagnir um nakrar av teimum vanlukkum, sum føroyskum fiskimonnum hava verið fyri og um støðuna hjá teimum, sum sótu eftir. Bókin er 400 síður til støddar við nógvum [...] m til bókina er úr Hósvík, sum misti nógvar menn við Nólsoy. Eisini liggur Hósvík væl fyri hjá fólki úr teimum mest raktu plássunum norðanfjørðs, um tey hava hug at koma við til framløguna.
latnar 8,55 milliónir krónur, harav 6,31 milliónir krónur eru fyri 2020, 1,65 milliónir krónur fyri 2021 og 600.000 krónur fyri 2022, skrivar fiskivinnugransking.fo Tað vóru 34 umsóknir til stuðulin í hesum [...] innan og uttan fyri 200 fjórðingar. 400.000 krónur til partroling við lemmum. 225.000 krónur til hávirking av sjópylsu í Føroyum til ymiskar marknaðir. 250.000 krónur til marknaðarkanning fyri silda og makrel [...] Tvær av teimum verkætlanum, sum halda fram, byrjaðu í 2018 og hinar fýra byrjaðu í fjør. Hinar 14 verkætlanirnar eru nýggjar. Játtað verður úr játtanini til Fiskivinnuroyndir 2020. Tilsamans eru latnar
trimum førum ákærdur fyri at hava roynt at ogna sær barnapornografiskt tilfar umvegis Snapchat. Maðurin er eisini ákærdur fyri tvey brot á vápnalógina. Í øðrum førinum er hann ákærdur fyri at hava springknív [...] og í øðrum føri er hann ákærdur fyri at hava riflu í kalibur 7.62 umframt 200 patrónur til rifluna. At enda er maðurin ákærdur fyri tvey brot á rúsevnislóggávuna fyri at hava havt hash og ritalin um hendi [...] meðan hini bæði eru ákærd í trimum. Tey eru øll ákærd fyri í 2016 í felag at hava fingið eina 17 ára gamla gentu at drekka rúsdrekka og taka ritalin fyri síðani at fáa hana at nøkta øllum trimum kynsliga.