Tvær av teimum verkætlanum, sum halda fram, byrjaðu í 2018 og hinar fýra byrjaðu í fjør. Hinar 14 verkætlanirnar eru nýggjar.
Játtað verður úr játtanini til Fiskivinnuroyndir 2020.
Tilsamans eru latnar 8,55 milliónir krónur, harav 6,31 milliónir krónur eru fyri 2020, 1,65 milliónir krónur fyri 2021 og 600.000 krónur fyri 2022, skrivar fiskivinnugransking.fo
Tað vóru 34 umsóknir til stuðulin í hesum umfarinum. Stuðul varð játtaður til 59% av umsóknunum.
Nýggjar verkætlanir, ið hava fingið játtan:
300.000 krónur til slímállur (/Súgállur).
300.000 krónur til altjóða ráðstevnu um havrættarlig atlit í samband við fiskivinnu innan og uttan fyri 200 fjórðingar.
400.000 krónur til partroling við lemmum.
225.000 krónur til hávirking av sjópylsu í Føroyum til ymiskar marknaðir.
250.000 krónur til marknaðarkanning fyri silda og makrel úrdráttir í Týsklandi og Hollandi.
300.000 krónur í ár og næsta ár til lættsaltaði IQF fløk til saltfiskamarknaðarnar í Evropa. LFE (Light salted fillets Europe).
1,3 milliónir krónur í ár og næsta ár til ny filiteringsmaskine til hvidfisk med en samlet lænde på mellem 40-90 cm (0,8-5,5 kg med hoved og uden indvolde).
800.000 krónur í ár og næsta ár til árstíðarbroytingar í útbreiðslu og nøgd av trimum sløgum av nebbasild og týdning teirra sum føði hjá toski á innaru leiðum
500.000 krónur til leiklutin hjá djóraæti í atferð hjá norðhavssild.
1,05 milliónir krónur í ár, næsta ár og í 2022 til viðurskiftir, sum ávirka rávørugóðskuna á uppsjóvarfiski, sum skal framleiðast á Varðin Pelagic.
300.000 krónur í ár og næsta ár til stovnan av felagsskapi at taka sær av burðardygd í føroyskari fiskivinnu.
500.000 krónur til menning av millummarknaði fyri makrel og sild.
750.000 krónur í ár, næsta ár og í 2022 til Application of environmental DNA monitoring for describing stock fluctuations and commercially important demersal fish in Faroese waters.
150.000 krónur til ber til at tynna stovnin, tá nógv er til, og fáa meira burturúr í longdini og samstundis økja tilgongdina til toskastovnin.
Framhaldandi verkætlanir
137.000 krónur til royndir at veiða við langdorg (horisontal snella)
62.500 krónur til Assessing the recovery of Haddock, Saithe and Cod on the Faroe Bank using environmental
250.000 krónur til menning av sjálvlýsandi teymum
382.000 krónur til alt í land. 2. stig.
200.000 krónur til virðisøking av upsa. (Paneraðar og vacuumpakkaðar upsavørur)
400.000 krónur til at bjóða føroyskar fiskavørur til danska marknaðin, har dygdin er í heimsklassa. Hágóðskufiskavørur til kræsnar kundar.