20 fólk í skeljum á Oyri

Seks mans hava sítt livibreyð umborð á skeljabátinum Norðheim, og á Skeljavirkinum á Oyri arbeiða 14 fólk í vertíðini, sum vanliga er frá august til februar mánaða at enda

Skeljar

 

Ein vinnugrein, sum lutfalsliga lítið hevur verið at hoyrt um í Føroyum, er skeljavinna. Hóast henda vinna hevur mong ár á baki, er ikki ofta seinnu árini, at hetta virksemi, sum er farið fram á Oyri gjøgnum mong ár, hevur verið til umrøðu.

Skeljavinna er vertíðarvinna í Føroyum, sum gevur arbeiði til eini 20 fólk – seks mans umborð á skeljabátinum Norðheimi og eini 14 inni á Skeljavirkinum á Oyri.

Tann, sum heilt síðan seinast í sjeytiárunum hevur skipað fyri framleiðsluni á landi, er svínoyingurin, Høgni Sóloy, sum býr á Eiði. Hann hevur verið formaður á Skeljavirkinum øll hesi ár.

Í sínari tíð arbeiddi hann í Føroyingahavnini, og hann var eisini eitt skifti á fiskavirkinum á Eiði, áðrenn hann tók við leiðsluni á Oyri.

 

Seinni í gongd

Høgni Sóloy sigur, at vanliga byrjar Norðheim at fiska skeljar í august, og síðan verður fiskað og virkað á virkinum, til februar mánaði er liðugur.

- Vit komu eitt sindur seinni í gongd í ár, enn vit plaga, tí Norðheim var ikki klárur fyrr enn seint í september, og síðan gongd kom á, hevur heystið viðrað serstakliga illa.

Hann vísir á, at í fjør heyst viðraði væl, og tá arbeiddu tey eisini nógvar leygardagar í bestu tíðini, sum er í oktober og november.

- Hetta er tíðin, tá skelin er best – og er best til virkingar. Tá er hon feitast, og tá er hon ikki so bleyt, sum hon vanliga verður, tá vit nærkast jólum, sigur Høgni.

Norðheim roynir bara eystanfyri, og skipið roynir vanliga eystari, enn teir gjørdu í síni tíð.

- Fyrr royndu teir ofta innari í Álinum, men har eru teir vanliga bara, tá hann liggur við nógvum vindi vestaneftir.

Ringastu ættirnar eystanfyri eru landnyrðingur og eysturættirnar annars.

- Teir plaga at siga, at er hann eystanfyri norðan og eystanfyri sunnan, skal helst viðra hampiliga væl, um tað skal vera roynandi, sigur Høgni Sóloy.

Skipari á Norðheim er Høgni Debes á Oyri, og aftrat sær hevur hann fimm mans, sum fáa eina ársinntøku í hesi veiði.

Skipið, sum annars roynist hampiliga væl, er gamalt og hevur tænt fyri seg í mong ár.

Norðheim er smíðaður í fyrrverandi Eysturtýsklandi miðskeiðis í sekstiárunum.

 

Sum á fiskavirki

Høgni Sóloy sigur, at vanliga plagar Norðheim at fiska eini 4.000-4.500 tons av skeljum í vertíðini, og tá so vertíðin er av seint í februar, verður skipið lagt.

- Nógv av teimum, sum arbeiða á skeljavirkinum, hava verið her í mong ár. Flestu eru fólk, sum liggja um 50 og 60 ára aldur. Onkur er tó yngri.

Hann sigur, at tá vertíðin er av, verða fólkini á virkinum søgd úr starvi, og tá kunnu tey fara upp í tær skipanir, sum eru galdandi á arbeiðsmarknaðinum.

- Onkur fer kanska í annað arbeiði ein part av tíðini, men tey flestu taka sær av onkrum fyrifallandi, meðan ongar skeljar eru at virka.

Arbeiðsformaðurin sigur, at arbeiði á Skeljavirkinum er nøkulunda sum á einum vanligum fiskavirki.

- Um viðrar yvir longri tíð, er arbeiði støðugt, men um líkindini eru óstøðug og vánalig, sum tey hava verið higartil í heyst, eru nógvir dagar við ongum arbeiði.

Høgni sigur, at tey soleiðis høvdu ein dag í síðstu viku, og fyrstu dagarnar í hesi vikuni hevur einki verið at gjørt.

- Nú vóna vit, at hann blíðkar veðrið aftur, soleiðis at Norðheim sleppur útaftur, og vit kunnu fara til arbeiðis aftur hósdagin, leggur hann aftrat.

Av teimum tilsamans 14 fólkunum, sum starvast á skeljavirkinum, eru heldur fleiri konufólk enn mannfólk.

- Øll, sum arbeiða á virkinum í dag, eru her úr nærumhvørvinum, sigur hann.

 

Alt til Fraklands

Á Skeljavirkinum verður jákupsskelin loypt, pilkað og einkultfryst ella flow-fryst, sum tey eisini rópa tað. Hetta merkir, at skeljarnar verða frystar ein og ein.

- Í nógv ár seldu vit okkara framleiðslu til USA, men síðan tíðliga í nítiárunum hevur Frakland verið okkara størsti marknaður, og í dag fer at kalla øll framleiðslan til Fraklands.

Høgni sigur, at onkur einstakur plattur fer til onnur lond, og ein pinkalítil partur verður seldur føroyskum heilsølum, sum kanska keypa nøkur hundrað kilo av og á.

- Jákupskel hevur verið grundarlagið undir virkseminum hjá okkum øll hesi mongu ár. Onkur roynd hevur verið gjørd við øðrum skeljafiski, eitt nú gággu, men hetta vísti seg ikki at vera lønandi tá, sigur arbeiðsformaðurin, Høgni Sóloy.

 

Royndir í Kina

Sosialurin hevur frætt, at Skeljavirkið hevur gjørt onkra roynd at senda skeljar eystur til Kina til pilkingar, men hvørki arbeiðsformaðurin, Høgni Sóloy, ei heldur Gunnbjørn Joensen hjá Thor í Hósvík, sum eigur virkið á Oyri, vilja siga nakað serligt um tað.

- Hetta er bara á royndarstigi, og enn er alt ov tíðliga at siga nakað um, hvørt nakað kann spyrjast burtur úr hesum, sigur Gunnbjørn Joensen, sum annars vísir til beiggja sín, Hans Andrias Joensen, sum er uttanlands í løtuni, men ætlandi verður heima í Føroyum aftur í annaðkvøld.