síni satiru í Kringvarpinum. Tað er eitt ekstremt tilfeldi, Sosialurin hevur nýtt, tí vit hava sett politibilin í Gásadali og gingið útfrá, at politistarnir í miðal hava koyrt 80 kilometrar um tíman. Skuldi [...] fyri at dekka eitt so breitt øki sum gjørligt. Somuleiðis er ein miðsavning gjørd, ið merkir, at øll viðurskifti, fólk hava at avgreiða við løgregluna kunnu gerast á politistøðunum. - Vit høvdu fleiri [...] Skuldi tað verið soleiðis, at eitt menniskja veruliga var í lívsvanda, so kann illa roknast við, at teir koyrdu við tí ferðini, men siga vit, at teir koyra 150 kilometrar um tíman í miðal, sum næstan ikki
tí vit eru øll saman um at skapa Norðoyastevnuna. - Tað kann vera, at alt ikki er so professionelt, men vit eiga at minnast til, at tað í høvuðsheitum eru áhugafeløg, sum skipa fyri og leggja eitt stórt [...] einum tiltaki á hægsta professionella støði, og sum vit øll fegnast um og eru stolt av. Men tað er ikki uppgávan hjá festivalinum at skapa eitt høvi hjá eitt nú teimum smáu áhugafeløgunum at gera vart við seg [...] eigur Norðoyastevnan framvegis at hava, sigur Dávur. Lokal tjóðarhátíð Davur heldur, at Norðoyastevnan uppá nógvar mátar er ímyndin av nøkrum gomlum føroysku siðvenjum, sum vit ikki rættiliga uppliva á sama
gongur 20 metrar longur út og er 107 metrar langur. - Við hesum hava vit eisini fingið eitt dýpi, sum nú er 12 metrar og meira í staðin fyri eitt dýpi, sum einans var millum fimm og sjey metrar, sigur hann [...] hevur projekterað. - Árið 2019 brúktu vit einar sjey miljónir krónur til havnarverkætlanina á Hulki, tí her varð neyðugt at keypa stál og spunsl, og í 2020 hava vit brúkt einar 7 til 8 miljónir krónur aftrat [...] høgt er uppfyri. - Vit síggja møguleikar og fyrimunir við at bora tunlar inni í bergið, sum kunnu brúkast til frystitunlar, samstundis sum grót fast til vega til víðari útbygging. Vit meta hesar møguleikar
løgtingsfólk er neyðugt at fáa nøkur svar, tí tað eru vit í løgtinginum, sum játta pening borgarans vegna, og tí mugu vit tryggja okkum, at vit fáa tað vit hava umbiðið. Tað er ikki góður siður hjá politikarum [...] røttu. Politiska skipanin má hava dirvi at steðga á og gera møguligar rættingar og betringar av bygninginum, um hetta er neyðugt. Hetta skylda vit Føroya fólki, sum longu nú hava rindað omanfyri 500 mió krónur [...] var í kringvarpinum hósdagin og róði framundir, at eitt eftirlit av Glasum kostar, seinkar, viðførir tap, og at Syn og Skøn longu er og ger eftirlit. Eitt óheft eftirlit skal ikki seinka arbeiðnum ella vera
gita, tí øll eygu hava leingi verið vend móti alivinnuni og flaggskipi tess, Bakkafrost. Hetta var so eisini okkara besta boð á hesum stað fyri knappari viku síðani. Lat okkum alt fyri eitt ynskja Bakkafrost [...] eru tað. Bakkafrost hevur eina søgu, sum er gingin í arv frá einum undangonguættarliði til eitt annað, og vit vóna, at henda traditión fer at halda fram, so virkið framhaldandi fer at skapa arbeiði og [...] hesi succes so vilja vit kortini her taka fram teir tríggjar, sum tóku ímóti heiðurslønini, Hans Jacobsen, Regin Jacobsen og Líggjas í Bø, allir tríggir veteranar á aliøkinum. Vit kunnu so bara seta okkara
Makrelkvotan er ásett, men enn er hon ikki býtt millum skipini. Hóast vit hava fingið greiðar ábendingar um, at onki verður í okkara part, vilja vit staðiliga heita á landsstýrismannin í fiskivinnumálum og løgmann [...] Føroyar er vorðið eitt vælferðarsamfelag. Eitt tað mest groteska í handfaringini av makrelkvotuni er, at tað ikki so mikið sum ber hjá línuskipunum og útróðrarbátunum at útvega sær eitt sindur bíligari agn [...] agn. Ístaðin mugu vit keypa dýran makrel úr Hollandi til agn. Hetta er himmalrópandi illa fyriskipað av politisku skipanini og vísir vanvirðingina fyri okkum sum skipabólkum. Tit hava møguleika fyri at
lógarkarmurin er, tá tað ræður um eitt virðiligt livskvøld hjá teimum, sum bygdu hetta landið. Víst hava bæði land og kommunur ætlanir á økinum – men færri boð um, hvat vit kunnu gera júst nú. Bústaðarpakkin [...] tað verið eitt hugskot við einari heimasíðu har fólk kundu komið við hugskotum um, hvat vit kunnu gera her og nú fyri at bøta um støðuna? Ella kanska ein kapping við hugskotum um, hvussu vit loysa akuttu [...] akuttu støðuna. Tí higartil hava vit politikarar ikki megnað at funnið røttu her-og-nú loysnina. Hetta kundi verið íkast til at loysa bráðfeingiskreppuna. Nú skal syngjast annað lag At eingin loysn er funnin
tjóðin hevði doyð kollektivt í látri! Annars so hava íslendingar beint nú opna ambassadu í Indien, so teir hava nokk gloymt at spurt professaran. Ferðin eitt gott hugskot At løgmaður fer til onnur lond [...] At Indien er skeivt land at fara til, tað er tvætl og sum eitt kouriosum kann nevnast at Indien er einasta land uttan fyri Europa, sum vit hava dupultskattasátmála við. So nú er at vóna at løgmaður beinan [...] ðið, at hesi fólkini ikki tímdu við. Ikki eitt orð um at hesi fólkini høvdu prioritera onnur ting fram um kanska messuna í Bruxelles hvør veit. Tað er eitt frælst land og 50 túsund krónur eru eisini
halda sessirnir hava týdning, hevur valluttøkan til eitt fólkating søguliga verið sera lág, samanborið við løgtingsvalið í Føroyum, har vit velja okkara egna lóggávuvald. Men velja skulu vit. Og tað er nokk [...] Nú stendur eitt fólkatingsval fyri framman, og enn einaferð skal føroyski veljarin í klivan at velja. Tað undarliga er við hesum valinum er at vit skulu velja tveir føroyingar í eitt annað ting enn okkara [...] velja útfrá? Miðlanir hava langt síðani avsagt sín dóm. Framsókn og Miðflokkin eigur mann ikki at umhugsa seriøst, og tað eru bert teir 4 stóru flokkarnir, sum eiga skulu eiga eitt pláss í tilvitinum, sambært
útreiðslur, eitt grundleggjandi og gott fótarbeiði í samfelagskritiskum funtiónum og reglulig røkt av ognum og tilfeingi. Tað skylda vit teimum, sum undan fóru og bygdu upp, tað skylda vit fólkinum, sum [...] og ætlanir hendan samgongan hevur innan eitt so samfelagskristiskt øki. Tá tað kemur til skúlaøkið, so eigur eitt og hvørt landsstýrið at tryggja, at lærarar hava bestu arbeiðsumstøður, nóg góða tíð til [...] sum nú er uppi á døgum og sanniliga skylda vit komandi ættarliðum hetta, at tey fáu priviligeraðu, sum her sita, umsita samfelagið væl. Vit síggja tó at sitandi stjórn ikki í nóg stóran mun tryggjar inntøkur