Tað er neyðugt at politiska skipanin fær ein greiða støðumynd av Glasum, soleiðis at til ber at fáa at vita, um bygningurin er í góðum standi, og at tiknar avgerðir eru tær røttu. Politiska skipanin má hava dirvi at steðga á og gera møguligar rættingar og betringar av bygninginum, um hetta er neyðugt. Hetta skylda vit Føroya fólki, sum longu nú hava rindað omanfyri 500 mió krónur fyri byggaríið. Syn og Skøn, sum Henrik Old vísir til, verður brúktur í mun til trætumál, og kann tí ikki brúkast í mun til heildarmyndina av Glasum.
Henrik Old var í kringvarpinum hósdagin og róði framundir, at eitt eftirlit av Glasum kostar, seinkar, viðførir tap, og at Syn og Skøn longu er og ger eftirlit.
Eitt óheft eftirlit skal ikki seinka arbeiðnum ella vera nøkur forðan fyri, at bygningurin skal innilokast, tí sjálvandi skal bygningurin innilokast nú veturin stendur fyri durðum. Ongin er ósamdur í tí.
Neyðugt er at lyfta seg uppum gerðarrættarmálið, og hyggja at øllum bygninginum sum hann er. Tað er ikki landsstýrismaðurin í samferðslumálum, sum hevur ábyrgdina av Glasum, og tí er tað als ikki hansara borð at leggja seg út í spurningin um eftirlit ella ikki.
Ábyrgdin fyri byggingini av Glasum liggur á landsstýriskvinnuni við mentamálum, og tað er hon, sum má fáa neyðugu svørini til vega. Tað er eisini hon, sum má í løgtingið við møguligum umbønum um eykajáttan, um hetta gerst neyðugt.
Vil landsstýriskvinnan ikki gera eitt óheft eftirlit ella fáa eitt eftirlit at sýna og meta um byggingina, kostnað og tíðarætlan saman við Landsverki má tað vera, tí landsstýriskvinnan kann garanterað, at byggingin er nøktandi, og at tíðar- og kostnaðarætlan heldur.
Spurningar mugu svarast
Sum løgtingsfólk er neyðugt at fáa nøkur svar, tí tað eru vit í løgtinginum, sum játta pening borgarans vegna, og tí mugu vit tryggja okkum, at vit fáa tað vit hava umbiðið.
Tað er ikki góður siður hjá politikarum at leggja seg út í teknisk viðurskifti ella at stýra í smálutum. Hinvegin tá ið tað er so nógv órógv, óvissur og ósemjur, sum tað tykjast á Glasi, so er tað beinleiðis óforsvarligt, um politiski myndugleikin ikki tryggjar sær, at viðurskiftini eru í lagi, og skattaborgarin fær tað hann hevur rindað fyri.
Er byggisjusk má hetta rættast. Eru skeivar avgerðir tiknar viðvíkjandi Glasi – bæði politiskar avgerðir ella byggifrøðiligar avgerðir - er neyðugt at rætta tað, sum rættast kann. Dirvi skal til, men kostnaðurin av at lata vera kann gerast ovurhonds stórur
Tað kann eisini vera, at alt er í lagi á Glasi, burtursæð frá tí, sum er enda sum ein ósemja í gerðarrættinum.
Neyðugt er at fáa eitt eftirlit soleiðis at til ber fáa eina greiða fatan av, hvar verkætlanin liggur í løtuni, hvussu dygdin er av framdu byggingini á Glasi, hvussu tíðarætlanin er, hvør kostnaðarætlanin er, um bygningurin lýkir tey krøv, sum ein tílíkur bygningur skal lúka, um tilfarsvalið er í lagi, og um bygningurin hevur gott inniklimað.