Tað lá í kortunum, at Løgtingið fór at játta Hondbóltssambandinum eina millión krónur til endamálið, men tá Løgtingið varð sent til hús mai, varð hettta eitt av málunum, sum lógu eftir og harvið vórðu [...] royna at brúka pengarnar, sum vit hava, so skynsamt sum gjørligt. Tí umhugsaðu vit, um vit skuldu spara hetta tiltakið burtur, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum. Hon fegnast um at kenna [...] kenna stuðul frá privatum, sum tryggjar, at Hondbóltssambandið kann melda liðið til kappingina hesaferð. – Men vit mugu sjálvandi hava eina varandi loysn, tí annars renna vit okkum í hendan trupulleikan aftur
C Svabosgøtu, síðan tað lat upp í 2017. Har hevur verið møguligt at fáa sergjørdar kyllingapakkar, umframt dagsins rætt, og sigast má, at konseptið hevur verið rættiliga populert. Men næsta fríggjadag fer [...] søguna. In.fo hevur fregnast og spurt, hvussu tað ber til, at lykilin skjótt verður snaraður fyri síðstu ferð. - Eg undirmetti, hvussu bundið tað er at reka eittmans fyritøku, sum er opin hvønn dag mán-fríggjadag [...] Men aftaná 30 mánaðir ynski eg at hava meira tíð til familjuna, sigur Heini Lassen, eigari, sum hevur sett alla útgerðina til sølu í dag. - Vónandi hevur onkur hug at reka konseptið víðari, sigur hann
spurdur, um nýggja samgongan hevur nakrar ætlanir um at útveita ella einskilja kavaruddingina hjá Landsverk. - Nýggi stjórin hevur fingið eina bundna uppgávu at gera eitt tilmæli um hvussu Landsverk skal skipast [...] Harímillum er hvat stovnurin kann gera sjálvur og hvat kann latast øðrum at gera. Men hann hevur bara sitið í eina viku, so hann skal fáa frið at gera tað arbeiðið, sigur Jørgen Niclasen. Kjakið um kavaruddingin [...] Ein av fyrstu uppgávunum hjá Sigurd L. Lamhauge, nýggja stjóra á Landsverk, er at endurskoða stovnin og taka støðu til, um tað eru nakrar uppgávur hjá stovninum, ið antin kunnu útveitast til privat feløg
uttan, at vit hava biðið nakran søkt. Orðini eigur VIrgar Hvidbro, aðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya. Virgar Hvidbro greiðir frá í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig, reportara hjá FM1, at hóast tey [...] eisini úr londum uttanfyri Evropa. Tað verður tó ikki her og nú, at nýggjur landsliðsvenjari verður settur, men Virgar Hvidbro staðfestir, at tað má verða komið í rættlag áðrenn landsliðið skal spæla ven [...] r komandi vár. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Virgar Hvidbro á Tórsvølli fyri løtu síðani. HER ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við
Tað undrar meg eitt sindur, at tá ið vit nú hava tvey umboð fyri Føroyar í danska Fólkatinginum, at hesi ikki eru við í skrúðgonguni á ólavsøku. Sjálvur haldi eg, at teir áttu at verið ein sjálvsagdur partur [...] Fólkatingsmaðurin Edmund Joensen heldur, at føroysku umboðini á Fólkatingi skuldu verið við í skrúðgonguni á ólavsøku. Tað sigur hann við VikuskiftisSosialin. Edmund Joensen hevur verið partur av politiska [...] gudstænastuna verður gingið niðan aftur á Vaglið. Klokkan 13 verður løgtingið sett, og tá fer løgmaður at halda ólavsøkurøðuna.
greitt, at teir, sum ikki hava spælt so nógv, nú fáa størri leiklutir. Í dag boðaði Skála Ítróttarfelag frá, at tveir spælarar – Andreas Egeberg Jacobsen og Poul Kallsberg – hava bundið seg at spæla við [...] Frágongdin hevur verið stór, men teir á Skála ætla sær ikki at leggja kongin. Tað eru longu fleiri vikur síðani, at nýggi venjarin, Bill Jacobsen, saman við spælarunum fór undir fyrireikingarnar til nýggja [...] vikuni skrivaðu Jan Ingason Hansen og Dávid Johansen undir. Fyri einum mánað síðani varð boðað frá, at Bárður á Reynatrøð verður nýggjur málverji á Skála.
nógv umrøtt í Grønlandi í longri tíð. Landsstýrið ætlar eisini, at nøkur øki, har útróðrarmenn ikki nýtast at hava svartkalvakvotu fyri at fiska, koma undir skipað eftirlit. [...] Frá 15. november í ár at rokna verða ikki fleiri nýggj loyvi at fiska svartkalva skrivaði út til grønlendskar jollufiskimenn í umsitingarøkinum 47, sum tað verður rópt. Tó kunnu undantøk gerast um fólk [...] bústað í Upernavik, hevur gørnlendska landsstýrið gjørt av. Hetta merkir, skrivar www.sermitsiaq.ag , at landsstýrið við hesi avgerð steðgar útskriving av loyvum til nýggjar hugsandi jollufiskimenn eftir
áleiðis við at umvæla skúlan, og áhugin fyri søguliga og fólkakæra háskúlanum er enn stórur. Hedvig Westerlund Kapnas er spent at taka við nýggju avbjóðingini sum háskúlastjóri og vónar, at hennara íkast [...] sum hevur havt stóran týdning gjøgnum árini fyri tey ungu, sum velja at fara á háskúlaskeið, umframt fyri øll, sum nýta høvið at fara á tey ymisku stuttskeiðini, sum skúlin eisini bjóðar fram. [...] íkast fer at síggjast aftur í góðu menningini. Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum var og heilsaði uppá og takkaði Annfinni Heinesen fyri tíðina sum stjóri og ynskti Hedvig bestu
ssið í kvøld sleppur at hýsa 71 bilum til konsertina. Fólk kunnu eisini fara í bátarnar at lurta. – Vit hava eitt stórt ljóðanlegg til konsertina, og tí fer tónleikurin vónandi at hoyrast víða um í Klaksvík [...] Klaksvík, sigur Hallur Joensen. Hann hevur bólk at spæla undir, og Kristina Bærendsen er komin heim úr Íslandi at vera við á konsertini. Konsertin við Halli Joensen verður send á Rás1 á Televarpinum, hon [...] hon kann stroymast á YouTube og á Norðlýsinum, umframt at hon hoyrist á FM 98,7 í Klaksvík og á stream.fo. Norðlýsið hevur gjørt samrøðu við Hall Joensen um konsertina í kvøld. Samrøðan kann síggjast her
til fleiri bøtur. Nakrir bilar eru tiknir fyri at koyra ov skjótt, og hava fingið bøtur og klipp í koyrikortið, og onkur einstakur hevur koyrt so skjótt, at tey hava mist koyrikortið. Tað eru eisini nakrir [...] bilførarar, sum hava fingið bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon, men onkur lógarbrot vóru eisini av tí meiri óvanliga slagnum. Eitt nú varð ein bilførari tikin fyri at koyra við píkadekkum og tað er ikki [...] ikki loyvt fyrrenn um ein mánað, og ein lastbilur varð tikin fyri at hava ov nógv í lastini. Hava bilførarar á lastbilum ikki ein vektarseðil, sum vísir, hvussu nógv er í lastini, kann politiið fáa teir