Hesar seinastu dagarnar hevur løgreglan fleiri fleiri ferðir verið runt umkring og kanna ferðsluna, og tað hevur ført til fleiri bøtur. Nakrir bilar eru tiknir fyri at koyra ov skjótt, og hava fingið bøtur og klipp í koyrikortið, og onkur einstakur hevur koyrt so skjótt, at tey hava mist koyrikortið.
Tað eru eisini nakrir bilførarar, sum hava fingið bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon, men onkur lógarbrot vóru eisini av tí meiri óvanliga slagnum. Eitt nú varð ein bilførari tikin fyri at koyra við píkadekkum og tað er ikki loyvt fyrrenn um ein mánað, og ein lastbilur varð tikin fyri at hava ov nógv í lastini.
Hava bilførarar á lastbilum ikki ein vektarseðil, sum vísir, hvussu nógv er í lastini, kann politiið fáa teir niðan í Hundsarabotn, ella onkra aðrastaðni har ein slík vekt er, til at viga teir.











