Countrykongurin syngur á stillads

Í kvøld hevur Hallur Joensen stilladskonsert, sum verður send beinleiðis

Hallur Joensen ger nógv burtur úr konsert, sum verður hildin á stillads uttanfyri húsini hjá honum í Klaksvík í kvøld.

»Stilladskonsert í frástøðu« kallar hann tiltakið, sum verður nærindis bátabrúgvarnar, har parkeringsplássið í kvøld sleppur at hýsa 71 bilum til konsertina. Fólk kunnu eisini fara í bátarnar at lurta.

– Vit hava eitt stórt ljóðanlegg til konsertina, og tí fer tónleikurin vónandi at hoyrast víða um í Klaksvík, sigur Hallur Joensen.

Hann hevur bólk at spæla undir, og Kristina Bærendsen er komin heim úr Íslandi at vera við á konsertini.

Konsertin við Halli Joensen verður send á Rás1 á Televarpinum, hon kann stroymast á YouTube og á Norðlýsinum, umframt at hon hoyrist á FM 98,7 í Klaksvík og á stream.fo.

Norðlýsið hevur gjørt samrøðu við Hall Joensen um konsertina í kvøld. Samrøðan kann síggjast her