##med2##
- Tað eru yvir 60 umsóknir til landsliðsvenjarastarvið uttan, at vit hava biðið nakran søkt. Orðini eigur VIrgar Hvidbro, aðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Virgar Hvidbro greiðir frá í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig, reportara hjá FM1, at hóast tey í FSF ikki hava biðið um nakra umsókn til tað skjótt tøka landsliðsvenjarastarvið, so eru komnar inn umsóknir og fyrispurningar frá venjarum frá londum í Evropa, og eisini úr londum uttanfyri Evropa.
Tað verður tó ikki her og nú, at nýggjur landsliðsvenjari verður settur, men Virgar Hvidbro staðfestir, at tað má verða komið í rættlag áðrenn landsliðið skal spæla venjingardystir komandi vár.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Virgar Hvidbro á Tórsvølli fyri løtu síðani.
HER ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Heðin Askham, fótbóltsviðmerkjara um landsliðsvenjaraspurningin?