vildi verið váðaverk at skrivað lívssøgu her. Men eg veit, at títt nærlagni er stórt, og í tínum yrki at goyma og niðurskriva løg er ein ómissandi partur av Hanusarsøgu longu skrivaður. Eg kann bara undrast [...] ein vakran og stóran sangskatt, sum varð tín gáva til lívið. Tað er so lætt at unna teimum deyðu heiður og uppreisn, men tess størri er tað, at vit framvegis eiga og hava teg millum okkum sum tað skapandi [...] besta fram í fólki. Trubadururin, sum brúkar náðigávu sína. Góði Hanus! Eg trúgvi, at sangin um teg má Poul F. hava skrivað. Og tú hevur sjálvandi gjørt lagið. Tit hava báðir, sum jørðin og mánin, verið nógvar
verð, enn hana vit kenna, er naivt, fáa vit at vita. At hugsa sær aðrar treytir, enn tær, sum vit so leingi hava góðkent at onnur seta okkum, tað er bláoygt, sigur Rip. Tað er at skapa stríð og ótryggleika [...] altíð rætt. Í fyrsta umfari í øllum førum. So nú er stundin komin hjá øllum amatørum og øllum blá- og reyðoygdum droymarum at rannsaka seg sjálvar. Tað er ikki lætt, og eg má viðganga fyri mær sjálvum, at [...] vera ósamd útfrá. Ella havi eg bara droymt tað? At rannsaka seg sjálvan er serliga ringt beint nú hjá einum amatøri, sum samstundis er bæði javnaðarfólk og sambandsfólk. Ein sovorðin amatørur eri eg. Eg eri
lystir, og tað er júst tað, sum hendir, sigur hann. Øll draga eina línu Arnfinn Bech er ikki einsamallur við sjónarmiðunum, sjálvt um KAF-formaðurin í sínum lesarabrævi letst halda, at tað bara er hann, sum [...] - Tað er mær ein gáta, at formaðurin í KAF, sum mær vitandi bara hevur verið til staðar á einum semingsfundi, nú er farin at skjóta við skørpum í miðlunum og ákærir Maskinmeistarafelagið fyri ikki at vilja [...] samráðingarborðið, men at hetta ikki eydnaðist fyrr enn í februar í ár. - Hvat hatta skal vera gott fyri, veit eg ikki, men adressan er skeiv, tí tey flestu munnu vita, at vit øll fyrst bíðaðu eftir, at ein nýggj
fylla hetta tómrúmið. Tú velur sjálv, hvat tú fyllir í tað – um tað er við góðum minnum, hendingum og øðrum. Lívið er stutt, og tí er tað týdningarmikið hjá mær at minnast alt tað góða og at liva lívið [...] hennara er sera vakurt og hugnaligt. Pyntað við livandi ljósum og hennara estetiski sansur sæst aftur í hvørjum smáluti. Í hesum døgum er jólaprýðið funnið fram og hvørt einasta rúm í húsinum er skrýtt [...] ringt er at missa mammu ella babba, men at missa bæði… Seinni kom eg at kenna Wanju. Vit gingu trý ár í flokki saman í Hoydølum. Glaða og fyrikomandi gentan, sum eg hitti fyrstu ferð í 1974, er í dag sama
knappliga er alt blakað út í óvissuna aftur. Mangulin uppá útlendska arbeiðsmegi er skríggjandi eftir Petersa tykki. Peter siterar inngangsrøðuna hjá Jóhan Páll Joensen á Vinnudegnum: “Hvat er serstakt [...] r. Eitt sum irreterar Peter er at hoyra uppá ávísar føroyskar og danskar røddir, sum endurtaka uppí saman: “At nú fer at ganga galið í Íslandi!”. Peter er avgjørdur: “Hatta hava hasir svartsíggjarnir sagt [...] Mamman Ingibjørg er úr Fuglafirði, og pápin Jens er úr Danmark. Men Peter Holm, og 2 ára yngri bróðurin; Jan Otto Holm, sum eisini starvast hjá Kaupthing traðkaðu sínar barnaskógvar í Syðrugøtu. Bygdin
hava vit frætt, at eitt er søgn, men hvat er satt? ? ? ? Satt er, at kirkjur hava verið her, men nær, teir bygdu tær, og tann fyrsta liðug var, kann eingin siga mær! Nei, ringt er at tíðarfesta, hóast ein [...] Fríðrikur 4. til Føroya sendi menn til millum annað hetta at kanna. 1709 er árstalið rætta,vit um hetta frætta. (Tað var so hatta!) Tað vil taka alt ov langa tíð at nevna alt um hetta kirkjusmíð. Hvussu [...] kann ei á láni liggja. Og nú gott hundrað ár á rað hevur hon verið og er framvegis tað stað har deknur lesur lestur ella tænari er prestur. Har tú á hvørjum halgidegi í sorg sum í gleði kann finna linna
xenofobin, er frásagnin um hvussu Ahmed, nettliga, syrgdi fyri at plasera brillurnar á nøsina á frúuni so at hon hevði møguleika fyri at fylgja við, meðan húsini brunnu í grund. Jú, haturin til fremmand er vorðin [...] sjálvan, Ólavi í Beiti. Flest teirra høvdu fingið hr. í Beiti at knurra: "Kallar tú hatta timburmanshandverk? Tað er ússaligt. Far aftur til Burma, tú hevur uppiborið at verðið píndur!" Tað sagt, so komu [...] "búskaparligir fyrimunir". Men, at síggja til, er tað ikki rætt. Tessvegna, næstu ferð tú spaserar framvið Restaurant Toscana, tá hav í huga, at veruligi spurningurin er ikki hvussu væl maturin smakkar í tekkiligu
Demmus er fyrst og fremst ein partur av okkara sakførarasøgu. Tað er neyvan nakar føroyskur sakførari, sum er blivin so gamal, og hansara søga í Føroyum á hesum økinum røkkur heilt aftur til 1953. Demmus [...] frásøgn um hann í Kvørnini nr. 3/2000. Niðurstøða hansara er, at Hentze próstur er eitt stórt navn í Føroyum og helst í Sandoynni. At Hentzeættin er blivin stór sæst ikki minst av, at í telefonbókini eru [...] hjartaliga tillukku við tí stóra degnum. Demmus er ein fyrikomandi og fródligur maður, sum tað altíð er hugnaligt at hitta og fáa eitt prát við. Tað er meira enn so komið fyri, at hann hevur givið íkast
eftirtíðina er tað av týdningi, at tær eisini finnast á prenti. Hetta er eisini fyri ein stóran part gjørt við bókunum hjá Niels Juel og Jógvan Arge. Men tað er nógv av hesum tilfari, sum framvegis ikki er á prenti [...] f. 1928 Eivind fylti tann 13. januar 85 ár. Hann er handilsmaðurin í Oyndarfirði. Hóast sín høga aldur, so er hann til arbeiðis hvønn dag. So tað er mergur í teimum gomlu. Andreas greiðir frá: Til Skotlands [...] Hann hevði upplivað eitt sjólív, sum er so ólíkt tí í dag, sum tað kann vera . Vit eldru skilja tað illa og tey ungu als ikki. Abbasonur Andreas, Harald Petersen í Klaksvík, hevur skrivað hesa samrøðu
teir søgdu, at hetta undirmineraði kajuna. Men hvat skuldi man gera, kolið kostaði jú nógvar pengar. Summir høvdu jú ikki torv heldur. Eg plagdi at keypa kol uppí eina spann úti hjá Valdemar Lützen. Hon [...] Áarvegnum. Lønin var 10 kr um vikuna. Eg var hjá Otto Bech, sum hevði kjøthandil. Eg var eisini hjá Poul Restorff, sum sonur hansara Andrias rak tá. Hetta var serliga, tá ið nógv var at gera um høgtíðir [...] ein króna. Tá fekk konufólkið 30 oyru um tíman. Eg veit, at teir sum gjørdu fiskastykkini, Essa og Poul á Kirkjuveg, fingu 68 oyru um tíman í 1935. Men tað var bara so lítið arbeiði hjá fólki at fáa. Eg