staðið fyri at fáa reinsiverkið upp at koyra. Vatnbrunnurin í Støðlunum stendur fyri vatnveitingini til Sevmýris, Torvheyggs, Froðbiar og Hamars og kunnu fólk á hesum støðum nú gleðast yvir at fáa reint [...] arbeitt hart fyri at fáa hendan seinasta partin av vatnveitingini á Tvøroyri lidnan og hóskvøldið varð endiliga komið á mál. Chris Jan Michelsen, starvsfólk hjá Tvøroyrar Havn og knýttur at arbeiðinum hjá [...] einar 1400 rúmmetrar av reinsaðum vatni, og kommunan ásannar, at hetta er ov lítið, um positiva gongdin í kommununi heldur fram. Ætlanin er tí at útbyggja goymsluna á Rananum við á leið 4-5000 m3 afturat,
Tað hevur leingi ligið í kortunum, at Fleyr í ár hevði góðar møguleikar at sleppa at spæla FM-finalu hjá monnum fyri fyrstu ferð nakrantíð, og eftir teir báðar dystirnar um vikuskiftið er eingin ivi longur [...] bleiv sigurin tryggur og greiður. Sum sagt, er nú greitt, at FM-finalan í Eikliguni hjá monnum verður millum ÍF og Fleyr, og av tí at tey bæði fara at enda sum ávikavist nummar eitt og tvey, hevur ÍF heimavøll [...] ikki kann vinna fleiri enn seks stig aftrat. Hinvegin er eingin loyna, at tað neyvan stívaði sjálvsálitið hjá Fleyr stórvegis av, at liðið á heimavølli mátti út í ein fimmsettara ímóti aftasta liðnum, Mjølni
Johan Dahl sigur í dag, at høvuðsorsøkin til, at hann ikki vildi hava Berg Poulsen sum nevndarformann í Atlantic Airways, var, at Bergur Poulsen og táverandi stjórin, Magni Arge, kendust ov væl. Hartil [...] uttanfyri ta viðgerðina, sigur Magni Arge, sum heldur ikki dugir at skilja páhaldið um, at hann og Bergur Poulsen vóru ov væl. - Tað er rætt, at eg havi sitið í nevnd saman við Bergi Poulsen í Arbeiðsgevarafelagnum [...] Hartil sigur landsstýrismaðurin, at hann heldur tað vera langt úti, at Magni Arge kundi kunna aðalstjóran í Vinnumálaráðnum um tilmæli frá setanarbólkinum, 12 dagar áðrenn setanarnevndin kunnaði landsstýrismannin
Jensne at kanna, hvat tað hevði kostað at fingið 11 kubikk av skervi til Skúvovar við farmagjaldi og øllum Eg kom til tað úrslit, at eg skuldi rinda 7.000 - 8.000 krónur meiri enn dalbingurin fyri at fáa [...] bóndi og borgarstjóri í Skúvoy á búnaðarráðstevnu í Klaksvík herfyri. Hann sigur, at eitt, sum ger tað ógvuliga tyngjandi at fáast við jarðarbrúk á útoyggj, er flutningskostnaðurin. Tey pláss, sum hava samband [...] kanska tvær ferðir so nógv, sum at byggja tað á meginøkinum, orsaka av farmagjaldinum. Hann nevnir eitt ítøkiligt dømi, sum var fyri tveimum árum síðani, tá ið hann ætlaði at fáa eitt sindur av skervi til
tíð at fara til tiltøk, sum vit sjálvi hava hug til, sigur Anna. - Men um kvøldini hava vit eina bundna uppgávu, og tað er at vera barnagentur hjá okkara ommu- og abbasynum, sigur Jenis flennandi at enda [...] Jenisi av Rana. - Av tí at ólavsøkudagur er meira ella minni ein arbeiðsdagur hjá Jenisi, so taka vit okkum meira av løttum tann fyrra dagin, sigur Anna. Anna og Jenis plaga at royna fara til tiltøk á [...] lovsongsløtan, ið plagdi at vera í Grasagarði ólavsøkudag kl. 15. Hana sakna vit ómetaliga nógv, sigur Jenis og sipar til lovsongsløtuna, sum Tummas Jacobsen úr Filadelfia plagdi at standa fyri. Um lítla
fiskivinnumálum hevur valt at lata arbeiðið liggja eftir við hús, meðan ólavsøkan er. - Makrel og ES fyllir ikki nógv í okkara ólavsøku. Tað er einans, tá fólk koma yvir at práta um makrelin, sigur Jacob [...] upp í politik, plagdu Sólfríð og hann eisini at vera á ólavsøku. - Vit hava næstan altíð verið á ólavsøku, sigur Sólfríð og heldur fram, - Fyrr plagdu vit at búgva hjá familju, men nú hava vit ein son í [...] eina blomstrandi fiskivinnu, men sum í dag so at siga onga fiskivinnu hevur. Aftaná skrúðgonguna hava Sólfríð og Jacob sum so ongar planir. - Mær dámar væl at hyggja eftir einum fótbóltsdysti, so ein túr
simpulthen for gott til at lata fara
! Tí mátti hann spæla tað, segði hann. -Eisini hóast hetta vanliga ikki er mín stílur. Og hetta er helst eyðkennið fyri Knút, at hann ikki óttast fyri at eksperimentera við [...] var ein presentatión av fleiri av løgunum á nýggju útgávuni, umframt at áhoyrararnir fingu nøkur av teim best kendu eldru løgunum at hoyra. Tónleikurin hjá Knúti er fyrst og fremst merktur av vælljóði og [...] tónleikinum hjá Knúti at hava tær tríggjar við. Tað gevur tónleikinum eina eyka dýpd. Nýggi tónleikurin hjá Knúti tykist vera minni indie-kendur enn áður, og flytir seg meira til at leggja áherðslu á tað
forsøgnirnar siga, at tað vera róðrarlíkindi seinnapartin. Vit fara til Fuglafirðar eftir døgurða, og vit halda okkum til tað, sum vit avráddu í gjár, altso at barnaróðurin verður klokkan 15, og at hinir róðrarnar [...] hjálpt til, síðani tað seinnapartin í gjár varð neyðugt at útseta kappróðurin á varmakeldustevnuni: Ja, tíverri hendi tað í dag, sum øll vónaðu at sleppast kundi undan. Róðurin í Fuglafirði bleiv útsettur [...] útsettur vegna veður í samráð við høvuðsdómarar og umboð RSF´s á staðnum. Onkur heldur kanska, at boðini um at útseta skuldu komið út fyrr, men sum fyrr mett í morgun, so vóru róðrarlíkindini í Fuglafirði heilt
ein maður tikin fyri at koyra ávirkaður í Havn. Og: Leygarnáttina um trý tíðina fekk løgreglan boð um innbrot í einum sethúsum. – Slík tíðindi hoyra vit regluliga í loftmiðlunum ella at síggja á tíðindaportalum [...] Eitt nú verður á eini heimasíðu sagt um Náttarravnarnar, at teir ganga vakt í býnum fríggjanátt og leygarnátt í Havn. Har eigur tað óivað at vera “leygarnátt” og “sunnunátt”. Her loypir ávirkanin úr donskum [...] g koma í. Her kann nevnast, at donsku orðini julenat og nytårsnat merkja tað sama sum i føroyskum, t.e. “náttin fyri jóladag” og “náttin fyri nýggjársdag”. Tað bendir á, at tað, ið verður nýtt í føroyskum
Tó at landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, er sera jaligur, so skal leitast væl og leingi fyri at finna ein meiriluti í Løgtinginum fyri verandi undirsjóvartunnilsloysn millum Eysturoynna [...] Sjálvstýrisflokkinum varð spurdur á Rás 2 á middegi um hann væntar, at lógaruppskotið hjá sær verður samtykt í Løgtinginum, svaraði hann, at tað ivaðist hann ikki í. Nakrar minuttir seinni kundi almenningurin [...] Mikkelsen ikki útgreina. Atfinningarnar hava heglað niður á Kári P. Højgaard síðani tað kom fra, at hann arbeiðir við at lata privata felagið Copenhagen Infrastrukture Partners byggja og reka undirsjóvartunnilin