Tó at landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, er sera jaligur, so skal leitast væl og leingi fyri at finna ein meiriluti í Løgtinginum fyri verandi undirsjóvartunnilsloysn millum Eysturoynna og Suðurstreym.
Andstøðan á tingi er ímóti eini privatari loysn, meðan annar av stóru samgonguflokkunum, Fólkaflokkurin, sigur seg arbeiða fyri einari privatari loysn, men ikki júst eftir tí leisti, sum Kári P. Højgaard leggur upp til.
Tá Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum varð spurdur á Rás 2 á middegi um hann væntar, at lógaruppskotið hjá sær verður samtykt í Løgtinginum, svaraði hann, at tað ivaðist hann ikki í. Nakrar minuttir seinni kundi almenningurin so hoyra Jákup Mikkelsen, formann í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, siga við Kringvarpið, at Fólkaflokkurin ikki tekur undir við uppskotinum hjá Kara P. Højgaard, so sum tað sær út í løtuni. Júst, hvat tað er í uppskotinum, sum Fólkaflokkurin ikki kann taka undir við, vildi Jákup Mikkelsen ikki útgreina.
Atfinningarnar hava heglað niður á Kári P. Højgaard síðani tað kom fra, at hann arbeiðir við at lata privata felagið Copenhagen Infrastrukture Partners byggja og reka undirsjóvartunnilin millum Eysturoynna og Suðurstreym. Tað er serliga andstøðan sum hevur víst sína ónøgd, men nú hevur landsstýrismaðurin í innlendismálum so eisini fingið samgonguflokk sín, Fólkaflokkin, upp á nakkan. Frá andstøðuni hevur millum annað verið ført fram, at tað ikki er skilagott at lata eitt privat felag forrenta ein tílíkan tunnil við upp ímóti tíggju prosentum árliga, tá tað almenna kann fíggja slíka verkætlan fyri undir fýra prosent. Hvørjar atfinningarnar frá Fólkaflokkinum eru, vita vit so ikki í verandi løtu, men tær snúgva seg so ikki um spurningin alment/privat.