- Ongin makrelur á ólavsøku

ES hóttir við sanktiónum móti Føroyum, og politiska verðin er spent sum nakrantíð. Men á ólavsøku er makrelur og ES lagt á hillina hjá høvuðspersóninum sjálvum, Jacob Vestergaard og konuni Sólfríð.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur valt at lata arbeiðið liggja eftir við hús, meðan ólavsøkan er.

 

- Makrel og ES fyllir ikki nógv í okkara ólavsøku. Tað er einans, tá fólk koma yvir at práta um makrelin, sigur Jacob.

 

Jacob skal saman við hinari landsstýrismanningini og tingmanningini ganga skrúðgongu um lítla løtu. Men áðrenn Jacob fór upp í politik, plagdu Sólfríð og hann eisini at vera á ólavsøku.

 

- Vit hava næstan altíð verið á ólavsøku, sigur Sólfríð og heldur fram,

 

- Fyrr plagdu vit at búgva hjá familju, men nú hava vit ein son í Havn, sum vit kunnu gista hjá.

 

Sólfríð og Jacob komu norður við Smyrli í gjár.

 

- Eg ætlaði ikki at gera nakað politiskt arbeiði í gjár, men vit fingu gestir úr europeiskum konservativum flokkum, sum eg helt eitt upplegg fyri. Tað er HUXA, sum stóð fyri tí, og gestirnir vóru úr Bretlandi, Finlandi o.ø., sigur Jacob og heldur fram,

 

- Ein av gestunum var ein ES parliamentslimur, og hann stuðlar Føroyum í okkara sak. Hann er mótstøðumaður av centraliseringini av valdinum í Europa og vísir á dømið við Bretlandi, sum áður høvdu eina blomstrandi fiskivinnu, men sum í dag so at siga onga fiskivinnu hevur.

 

Aftaná skrúðgonguna hava Sólfríð og Jacob sum so ongar planir.

 

- Mær dámar væl at hyggja eftir einum fótbóltsdysti, so ein túr niðan í Gundadal fari eg nokk, sigur Jacob.

 

- So er tað sjálvsagt midnáttarsangurin í kvøld, sum vit plaga at fara til, sigur Sólfríð.

 

Meginparturin av ólavsøkuni hjá teimum báðum fer tó til at hitta gamlar kenningar aftur og práta við fólk.