G!: Knút dugir eisini country

Knút hevur júst givið út sína triðju fløgu, On High, ið eisini er komin á vinyl sum LP. Framførslan á G! var ein presentatión av fleiri av løgunum á nýggju útgávuni, umframt at áhoyrararnir fingu nøkur av teim best kendu eldru løgunum at hoyra.

 

Tónleikurin hjá Knúti er fyrst og fremst merktur av vælljóði og sera fjálgu og mildu røddini hjá honum. Nú hann hevði tær tríggjar Dam-systrarnar - eisini kendar undir navninum Pushing Up Daisies - afturat sær sum kórgentur, so var júst vælljóðið undirstrikað í stórt mát. Tað klæðir tónleikinum hjá Knúti at hava tær tríggjar við. Tað gevur tónleikinum eina eyka dýpd.

 

Nýggi tónleikurin hjá Knúti tykist vera minni indie-kendur enn áður, og flytir seg meira til at leggja áherðslu á tað góða lagið og eisini eina heldur meira siðbundna ljóðmynd. Tá tað er sagt, so er eingin ivi um, at Knút meistrar tað, hann hevur lagt seg eftir. Bæði á fløgu og á palli.

 

Hetta var ikki nøkur vill framførsla - so langt frá. Men ein framførsla, har áhoyrarin bara kundi lena seg afturá, slappa væl av og njóta vælljóðið.

 

Knút framførdi m.a. eitt einstakt, reint countrylag á konsertini. Sum hann segði: -Tað er simpulthen for gott til at lata fara…! Tí mátti hann spæla tað, segði hann. -Eisini hóast hetta vanliga ikki er mín stílur.

 

Og hetta er helst eyðkennið fyri Knút, at hann ikki óttast fyri at eksperimentera við ymiskum sjangrum, so leingi sjálvt lagið er gott. Men milda røddin hjá honum er kortini altíð løtt at kenna aftur og ger tónleikin til hansara egna.

 

 

 

 

(Myndina av Knút á G! hevur Ditte Mathilda Joensen tikið.)