Linnameeskond, sum kemur til Føroya at spæla fyrra dystin í fyrsta umfarinum í UEFA Conference League. - Eg gleði meg at vitja aftur í Gundadali. Eg veit av royndum, at tað verður ein trupul uppgáva, men [...] um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar Saag. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Kaimar Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var un [...] Kaimar Saag var álopsspælari hjá B36 í 2018. Hagtølini siga, at hann skeyt 15 mál í 38 dystum. Hann var keyptur til Føroya úr Nybergsund í Norra at avloysa Patrick Johannesen. Kaimar Saag er fyrrverandi l
orðum og myndum verða lærarar og foreldur lokkaði at senda børn síni í NLH til leikir og tiltøk, hvørs einasta endamál er at ávirka komandi ættarlið at skifta ”hitt náttúrliga um við tað, ið er ímóti náttúruni” [...] eittans, at ávirka Føroyar og føroyingar við óføroyskum, óbíbilskum og skaðiligum kynsligum hugsanum, sum annars liggja fjart frá tí, sum føroyingar ”ervdu fedrum av”. Átøkum, hvørs snilda endamál er at seta [...] Norðurlandaráðnum. Tí eru allar royndir at muta ímóti til fánýtis. Talan er um útlendskkt vald, og fremmanda ávirkan, sum snildisliga verður smoygd yvir okkum. Umráðandi at foreldur og lærarar eru á varðhaldi
viðkomandi umframt at hava sitið á tingi eisini hevur verið landsstýrisfólk, fólkatingsfólk, løgtingsformaður ella løgmaður. Eitt svar er, at tað er so ringt at fáa semju millum øll tingfólk um at gera broytingarnar [...] broytingarnar. Eitt annað svar er, at tað so trupult at broyta lógina, sum fullveldislandsstýrið gjørdi um aldarskiftið sum gav politikarum gullrandaðar pensjónir. Men hetta er bara undanførslur. Tá Løgtingið [...] Løgtingið tann 24. august samtykti at broyta lógina um fólkapensjón – sum er galdandi fyri allar føroyingar uttan politikararnar – tá var tað einki problem, at tey ikki vóru samd. 17 tingfólk atkvøddu fyri, 10
Sosialinum og hann var ein trúfastur maður, sum var so neyvur, at tú kundi seta klokkuna eftir honum. Hvønn einasta morgun, síðan hann fór at starvast á Sosialinum í 1972, keypti hann eitt rundstykki. Hetta [...] Hetta skar hann í tveir partar og síðan brúkti hann næstu fimm minuttirnar at trýsta Lurpak smør niður í teir, so fast, at deiggið var kleimt saman sum ein turr keks. Síðan oysti hann súltutoy á og át í [...] fittan og heitan mann. Tað var gott at vera nær honum. Og stuttligur var hann eisini, hann sá tað stuttliga í tí smáa og hevði góð eygleiðaraevnir. Og hugaligt var at síggja umsorganina hann hevði fyri
Tað er ilt at siga, hvat sum ger, at fleiri børn eru á summarlegu, men eg rokni við, at ein grund er,at tað eru betri umstøður í samfelagnum sum heild, sum ger at foreldrini hava betri ráð at lata børnini [...] sum eru gjørdar bæði fyri eldri og yngri børn. ? Endamálið við summarlegunum er, at børnini fáa at hoyra Guds Orð, og at tey kunnu vera saman og uppliva ein andaligan felagsskap bæði í álvara og gaman, [...] møguleika at luttiki. ? Vit hava ikki havt eftirmetingina enn, men tær legurnar, har ikki so stórur munur hevur verið á aldrinum á luttakarunum, hava gingið betri, haldi eg. Hetta meti eg, eftir at hava tosað
lokala tíð, at rokna. Sambært norska kringvarpinum - NRK - tók tað langa tíð hjá ísraelsku stjórnini at semjast um vápnahvíldina, og atkvøðugreiðslan helt fram í fleiri tímar fríggjadagin, tó at hvílidagurin [...] Benjamin Netanyahu, at tað framvegis vóru partar av uppskotinum til avtalu, sum máttu avgreiðast, áðrenn Ísrael kundi taka undir við vápnahvíldaravtaluni. Men, í nátt er tað vorðið greitt, at ísraelska stjórnin [...] hana til viðgerðar, og seinnapartin í gjár góðtók krígskamarið so vápnahvíldaravtaluna. NRK veit at siga, at í fyrsta parti av avtaluni - Stigi 1, skulu 33 gíslar í Gazageiranum leyslatast, samstundis sum
hevur trý høvuðsmál: 1. At kortleggja genomið hjá øllum føroyskum eukaryotum 2. At finna genetiska fjølbroytnið, serliga í vinnuliga nýttum lívverum, fyri at betra um umsitingina 3. At stovna ein alment a [...] fyri at tryggja, at vit ikki skaða hana. Føroyar hava bundið seg til altjóða avtalur so sum sáttmálan um lívmargfeldi (the Convention on Biological Diversity) og ST-skránna 2030, sum leggja dent á at verja [...] genetiska samanseting. Fyri at varðveita alt tað genetiska margfeldið hjá einum slagi, er umráðandi at kenna stovnsbygnaðin hjá slagnum. Sild er ein fiskur har ílegugransking hevur víst, at ymiskir stovnar hava
Felagið hevur 8 atkvøður. Vit gita, at Bjørt fær 6 og Sirið fær 2. Tað tykist ikki heilt sannførandi, at valfelagið hjá Bjørt Samuelsen ikki peikar á hana. Tí gita vit, at Sirið fær onkra atkvøðu frá valfelagnum [...] gita, at Sirið fær allar. Orsøkin er, at hon eigur eina sjálv, Dennis Holm, sum eisini er úr Vági, atkøvður uttan iva fyri Sirið. Høgni Hoydal velur helst eisini Sirið. Tað gita vit, tí hann við at fara [...] lata Sirið Stenberg taka yvir, gav eitt greitt signal um, at hann vil hava Sirið Stenberg til forkvinnu. Annars hevði tað mest nátúrliga verið, at hann varð sitandi til leygardagin, tá nýtt forfólk varð
Tað var skelkur, at teir beinanvegin fingu brotsspark og skoraðu, og tað sá einki út, tá ið teir løgdu seg framum 3-1. Men vit vístu fínan hugburð, og tað var frálíkt, at tað eydnaðist at vinna. Tá ið vit [...] vit fingu frísparkið, kendi eg beinanvegin, at hetta var ein støða, sum eg átti at fáa mál burturúr, og tað var fín kensla at síggja bóltin fara framvið manngarðinum og upp í málhornið, sigur Brandur H [...] og so var tað, at Petur Knudsen umsetti brotsspark til mál og 3-3. Hetta var dystur nummar 400 í bestu landskappingini hjá Klæminti A. Olsen, og avrikið hjá honum var staðfesting av, at toppskjúttin í
Hetta helt fram í 20 ár til hon fór frá. Sjálv heldur Kirsten Schwalbe, at ein stór orsøk til, at hon hevur livað so leingi, er at finna í genunum. Fýra av systkjum hennara livdu eisini til tey vóru yvir [...] men eg haldi, at tað er tað, segði hon við Berlingske. Og hugburður er eisini ein avgerandi faktorur, um tú spyrt Kirsten Schwalbe. - Okkum tørvar okkurt at flenna eftir, eg haldi eisini, at tað hjálpir [...] tíma at steðga á, sigur hon við TV Midtvest. - Um nakar kemur, veit eg ikki, men tað vóni eg, sigur hon, sambært miðlinum, við einum skálkabrosi. Við 111 árum er Kirsten Schwalbe eitt vet nærri at gerast