Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar og undirhald og skiftingar, sum sjáldan eru at síggja, tá ið NSÍ hevði vitjan av B36.
Úrslitið var 4-3 heimasigur, og tað skal valdast fyri sigursmál, sum Brandur Hendriksson Olsen skoraði lítla løtu undan síðsta bríksli.
Í 69. minutti økti B36 um leiðsluna til 3-1. NSÍ spælararnir kendust vera væl fyri, og við vilja og styrki bardu teir seg aftur upp á slætt, og tað endaði við, at teir vunnu øll stigini.
Brandur Hendriksson Olsen var fyri fyrstu ferð yvirhøvur á vøllinum í fremstu føroysku landskappingini, og hann gjørdi góðan mun á miðvøllinum.
Brandur átti uppleggið, tá ið Klæmint A. Olsen eitt stórt korter eftir steðgin javnaði til 1-1. B36 miðverjin Bogi Reinert Petersen legði beinanvegin B36 á odda við brotssparki, og B36 helt leiðsluna í ein tíma. Brian Jakobsen vann B36 brotssparkið.
Og Brandur Hendriksson Olsen setti trumf á, tá ið hann við fríssparki av brotsteigarmarkinum og mitt fyri sendi bóltin heilt upp í málhornið.
-Hetta var fín byrjan upp á lívið í bestu deildini í Føroyum. Tað var skelkur, at teir beinanvegin fingu brotsspark og skoraðu, og tað sá einki út, tá ið teir løgdu seg framum 3-1. Men vit vístu fínan hugburð, og tað var frálíkt, at tað eydnaðist at vinna. Tá ið vit fingu frísparkið, kendi eg beinanvegin, at hetta var ein støða, sum eg átti at fáa mál burturúr, og tað var fín kensla at síggja bóltin fara framvið manngarðinum og upp í málhornið, sigur Brandur H. Olsen í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvapinum.
Longu eftir stóran hálvan tíma varð Jógvan Kárason Gullfoss skiftur inn fyri Mattias Hellisdal, og miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Jógvan Kárason Gullfoss eftir stórt verjukiks. So var 2-1 til B36, og tríggjar minuttir seinni varð Bogi Reinert Petersen tvífaldur málskjútti eftir hornaspark og upplegg frá Hannesi Agnarsson.
NSÍ fótaði sær og minkaði tveir minuttir seinni um munin til 3-2, og so var tað, at Petur Knudsen umsetti brotsspark til mál og 3-3.
Hetta var dystur nummar 400 í bestu landskappingini hjá Klæminti A. Olsen, og avrikið hjá honum var staðfesting av, at toppskjúttin í føroyskum fótbólti er væl fyri.
-Hetta kennist tung hjá okkum. Spælararnir eiga rós fyri, at teir løgdu so nógv fyri. Nú vóru tað teir í NSÍ, sum skoraðu sigursmálið, og lítla løtu frammanundan høvdu vit møguleika at skora sigursmálið. Hugburðurin var góður, og NSÍ eigur rós fyri teirra avrik. Vit hava nógvar nýggjar spælarar, og avrikið vísti, at her er nógv gott at byggja á, sigur B36 venjarin Jákup Martin Joensen.
NSÍ – B36 4-3 (0-1)
0-1: Bogi Reinert Petersen br
1-1: Klæmint A. Olsen
1-2: Jógvan Kárason Gullfoss
1-3: Bogi Reinert Petersen
2-3: Klæmint A. Olsen
3-3: Petur Knudsen br
4-3: Brandur Hendriksson Olsen
Dómari: Alex Troleis