Vit gita: Sera tætt millum Bjørt og Sirið

– Men velja fólk áleið í tráð við, hvussu økisfeløgini hava skotið upp, so dregur Bjørt Samuelsen longra stráið

Tað er greitt, at tað eru økisfeløgini hjá Tjóðveldi í Norðoyggjum, Suðuroy, Sandoy og Unga Tjóðveldi, sum peika á Sirið Stenberg sum nýggja forkvinnu í Tjóðveldi.

 

Tey hava tilsamans 12 atkvøður.

 

Økisfeløgini í Eysturoy, Norðstreymoy og Vágum mæla til Bjørt Samuelsen sum forkvinnu.

 

Tey hava tilsamans 9 atkvøður.

 

Økisfelagið í Suðurstreymoy er einasta felag, sum einki uppskot hevur. Tað er valfelagið hjá Bjørt Samuelsen. Felagið hevur 8 atkvøður. Vit gita, at Bjørt fær 6 og Sirið fær 2. Tað tykist ikki heilt sannførandi, at valfelagið hjá Bjørt Samuelsen ikki peikar á hana. Tí gita vit, at Sirið fær onkra atkvøðu frá valfelagnum hjá Bjørt.

 

Landsstýrisfólkini hjá Tjóðveldi hava hvør sína atkvøðu, tilsamans 3. Vit gita, at Sirið fær allar. Orsøkin er, at hon eigur eina sjálv, Dennis Holm, sum eisini er úr Vági, atkøvður uttan iva fyri Sirið. Høgni Hoydal velur helst eisini Sirið. Tað gita vit, tí hann við at fara frá sum formaður alt fyri eitt, tá hann boðaði frá tí fríggjakvøldið, og lata Sirið Stenberg taka yvir, gav eitt greitt signal um, at hann vil hava Sirið Stenberg til forkvinnu.

 

Annars hevði tað mest nátúrliga verið, at hann varð sitandi til leygardagin, tá nýtt forfólk varð valt. Soleiðis gera í øllum førum aðrir flokkar.

 

Taka vit tey seks í tingmanningini, so hava vit valt at býta teirra atkvøður geografiskt í mun til valfeløgini. Tað gevur Sirið 2 atkvøður og Bjørt 4. Bjørt eigur ta einu atkøvðuna sjálv.

 

Tey, sum ynskja Høgna Hoydal úr landsstýrinum og uttan ávirkan í Tjóðveldi, ynskja helst, at hann verður tingformaður, tí so er hann ikki við í parlamentariska arbeiðinum í Løgtinginum og heldur ikki virkin í nevndunum í Løgtinginum. Tingformanssessurin er júst ætlaður royndum tingfólkum, sum eru á veg úr politikki. Soleiðis var við Jógvan á Lakjuni, Edmundi Joensen, Hergeir Nielsen, Finnboga Ísakson og Jógvan Ingvard Olsen.

 

Um Bjørt Samuelsen verður vald til forkvinnu, so fer hon heilt víst í landsstýrið í staðin fyri Høgna Hoydal.

 

Taka vit so eisini og býta atkvøðurnar hjá aðalstjórnarlimunum geografiskt í mun til hvønn økisfeløgini peika á, so fær Bjørt 6 og Sirið 4.

 

Tað gevur til samans 48 akvøður.

 

25 til Bjørt Samuelsen

 

23 til Sirið Stenberg

 

Hetta er bara eitt boð uppá, hvussu atkvøðgreiðslan hjá Tjóðveldi á Hotel Føroyum leygardagin kann ganga.

 

Tað er stórur spenningur, og nógv bendir á, at tað verður sera tætt.

 

Í talvuni niðanfyri sæst, hvør hevur atkvøðurætt. Tað eru økisfeløgini og Unga Tjóðveldi. Økisfeløgini hava atkvøðutal, sum svarar til talið á umdømisvalum tinglimum í teimum sjey valdømunum, sum vóru fyri 2008. Unga Tjóðveldi hevur so 2 atkvøður.

 

Landsstýrisfólk hjá Tjóðveldi hava hvør sína atkvøðu.

 

Tingfólkini hava hvør sína atkvøðu.

 

Aðalstjórnarlimir hava hvør sína – tó so, at aðalstjórnarlimur, sum til dømis eisini er tingfólk, bara hevur eina atkvøðu.

 

Tilsamans eru 48 atkøvður.

 

Niðanfyri sæst, hvussu atkvøðurnar eru býttar – og hvussu vit gita, at tær kunnu fella:

 

##med2##