landsstýrismanninum og hevur sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. Heruppií liggur á ráðnum: 1) at ráðgeva lands- og kommunalum my [...] vanlukku fyribyrgjandi tiltøk, 2) at styrkja heilsufremjandi, sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøk við ráðgeving og stuðuli til royndar- og menningararbeiði kring landið, 3) at taka stig til kanningar og [...] útgreiðingar, sum eiga at verða framdar sum liður í einum heildarfyribyrgingartiltaki, ella sum liður í eini meting av verandi heilsufremjandi og sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøkum, 4) at stimbra gransking
LÍF, sum hevði leiðsluna í dystinum, tó at GÍ av og á megnaði at stríða seg upp á javnt. Mugu vinna Við javnleikinum verður nú heldur torført hjá gøtumonnum at síggja, hvaðani neyðugu stigini til bjargingina [...] kann rokna við at taka nakað frá. Í øllum førum um mett verður eftir úrslitunum í fyrru hálvu. Gøtumenn eru tó kendir fyri sítt treiskni, og tað kann eisini væl hugsast, at teir kortini fara at skava somikið [...] GÍ-LÍF 3-3 (0-1): 2. deild Sum onnur deild í ár tykist at hætta sær, so eru øll uttan GÍ og LÍF við í kappingini um heiðurskrónurnar. Leygardagin hittust hesi bæði liðini í Gøtu, og úrslitið sum so gav
lata vera við at nevna at Ísland á hvørjum ári útflytur fyri slakar 150 Mio Kr (1999) til Føroyar einahelst av landbúnaðarvørum. Vit kvittera fyri stóru íslendsku vælvildina við munandi at skerja teirra [...] má sigast at hetta er sanniliga ein sáttmáli sum er sera góður fyri Føroyar. Hesin sáttmáli hevur eitt marknaðarvirði uppá einar 100 Mio Krónur. Harfturat koma aðrar inntøkur í Landskassan av at virka fiskin [...] til lítlan heiður fyri okkum og áttu vit í verki at sýnt Íslandi størri takksemi fyri teirra vælvild mótvegis føroyingum. Tó, tað er mestur ein sannroynd at stórsinni trívist nú frægast har sum politiska
Hinvegin var tað helst heldur ikki móti Kyndli, at tær roknaðu við at fáa nøkur stig. Skal tilveran í bestu deildini bjargast, er tað fyrst og fremst móti Sóljuni, at roknast skal við stigum, og hetta munnu tær [...] eitt rættiligt hál undan steðginum, og so var at kalla leyst og liðugt. Um sigurin sum so mundi hava nakran serligan týdning fyri kyndilskvinngurnar, er ilt at siga, men undir øllum umstøðum man tað kennast [...] kennast fløvandi hjá teimum, nú tær aftur sluppu at vinna ein dyst. Hjá Tjaldri mugu tey bert ásannað, at heldur ikki í hesum førinum fingust stig burtur stríðnum móti einum av ovaru støddu liðunum. Hinvegin
skjótt hava offrini fingið at vita, at tey skulu læra seg at fyrigeva og gloyma tað, sum hent er, meðan sárini bløða víðari! Undir hesi gudstænastu er tað møguleiki at fáa forbøn og at koma til Harrans náðiborð [...] gudstænastu vilja vit ásanna, at samfelagið og kirkjan hava verið tigandi. Kirkjan boðar umsorgan og fyrigeving, men hetta hava vit farið alt ov lætt um, við tí úrsliti, at vit ikki hava tikið offrini í [...] hava framt hesa misnýtslu. Tað er eisini rúm fyri teimum á hesi gudstænastu! Hví rósugudstænasta? Tí at rósan er eitt symbol uppá kærleika, uppá Jesus. Tann illgerð, misnýtarin hevur gjørt, kostaði Guds
nakað niður, eydnaðist okkum hóast alt at avmarkað tapið, soleiðis at tað »bert« vórðu átta mál á muni. Kanska ljóðar hetta av nógvum, men tá havt verður í huga, at Sveis og Rumenia hava tapt við eins nógvum [...] Føroyar-Litava 17-25 (7-15) Tað var rættiliga skjótt greitt leygardagin, at tað ikki var av tilvild, at Litava liggur sum fremsta lið í okkara undankappingarbólki. Fyrstu løtuna av dystinum vórðu føroysku [...] kom á vøllin í seinna hálvleiki, eftir at Jens Skipagøta meira ella minni var skotin niður, og tað korterið, sum Bárður var á vøllinum eydnaðist bert litavunum at skjóta tvey mál. Málskjúttar: Føroyar:
av vinmonnum sínum, ið eisini umframt at leika fiól, leikti mandolin. Hetta verið varð so seinni umskrivað fyri fiól og gittara og er tað í hesum líki, at vit fara at hoyra tað. Teir báðir, Sámal og Ólavur [...] Enrique Granados. Harafturat verða báðir teir føroysku snillingarnir at hoyra í einleiki á ávikavist fiól og gittara. Teir fara hvør sær at framføra brot úr partitum eftir mæta tónaskaldið Johann Sebastian [...] Ólavur, hava sett skránna soleiðis saman, at hon verður fjøllbroytt og løtt at lýða á. Har verður eitt sindur av hvørjum: Íblástur av sponskum fólkatónleiki í Granados og fronsk elegansa í Ibert, og eisini
tað er ikki nóg gott, sigur hann. Tí er farið undir at gera klárt til eina nýggja, stóra høll, soleiðis at kørini sleppa undir tak. Tá fer at bera til at taka lokini av, og tað ger tað beinanveg arbeiðsligari [...] Umframt verður møguleiki at húsa ymsum, sum hevur ov ringar umstøður í dag. Alistøðin á Fútakletti er ein av teinum størru í landinum. Har er bæði smoltaling og lívfiskur at strúka. Lívfiskurin gongur [...] ætlanunum við útbyggingini, sigur Atli Gregersen. Hann sigur, at útbyggingin í meira mun er betran av umstøðunum, enn liður í ætlanum um at økja framleiðsluna nú beinanveg. Útbyggingin verður norður eftir
sigur, at komandi ár verða allar fyritøkur í Føroyum at finna á Internetinum. Internetbókin, nummar.fo, verður dagførd regluliga. Einaferð um mánan, sigur Jens Pauli Nolsøe. Tað er soleiðis, at til ber [...] Pauli G. Nolsøe á Føroya Tele sigur, at bókin í løtuni er til prentingar hjá prentsmiðjuni Oddi í Reykjavík og verður liðug seinast í mars. Síðan fer Postverkið at bera bókina út til felagarnar. Telefonbókin [...] hjá fólki at fara inn á Interneti og boða frá broytingum og rættingum, sum so verða dagførdar. Til dømis, tá eitt navn, adressa ella nummar skal broytast. Eisini fara el-mail adressurnar at vaksa í tali
tekin um at talan er um falska ávaring er, at ein verður biðin um at senda teldubrævið víðari beinanvegin! 8. Minst altíð til at kanna eina fíl fyri virus, áðrenn tú opnar hana! 9. Minst til at verja telduna [...] oftast óndsinnað ketubrøv, sum hava til endamáls at lumpa fólk, ið aftur lumpa enn fleiri! 5. Uppaftur verri er, um tann ið sendir teldupostin heldur fast um at ávaringin upprunaliga kemur frá IBM, AOL ella [...] rættuligan virus fyrr ella seinni! 11. Send aldrin virusávaringar víðari til onnur! Á hesi slóð ber til at kanna, um ein virus er fupp ella fakta: http://www.datafellows.com/news/hoax/ finn@sosialurin.fo