Fyribyrgingarráðið er farið til verka

Tíðindaskriv

 

Fyribyrgingarráðið, sum Løgtingið hevur samtykt, skuldi setast á stovn, og sum landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum hevur útnevnt í desember 2000, er nú farið til verka.

Fyribyrgingarráðið er ráð undir landsstýrismanninum og hevur sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. Heruppií liggur á ráðnum:

1) at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk,

2) at styrkja heilsufremjandi, sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøk við ráðgeving og stuðuli til royndar- og menningararbeiði kring landið,

3) at taka stig til kanningar og útgreiðingar, sum eiga at verða framdar sum liður í einum heildarfyribyrgingartiltaki, ella sum liður í eini meting av verandi heilsufremjandi og sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøkum,

4) at stimbra gransking og royndum á fyribyrgingarøkinum.


Í fyribyrgingarráðnum sita 7 limir, tilnevndir av landsstýrismanninum fyri 4 ár í senn. Ein limur umboðar undirvísingarverkið, ein limur umboðar almannaverkið og 5 limir eru heilsustarvsfólk.

Teir 7 limirnir eru hesir: Heðin Thomsen, yvirlækni, formaður. Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, næstformaður. Magnus á Stongum, farmaseutur. Eyðvør Mortensen, sosialráðgevi. Mariann Patursson, kostráðgevi. Bjarta Vilhelm, leiðari heilsusystir.

Fyribyrgingarráðið skal yvirtaka arbeiðsøkið hjá fyrrverandi Tubbaksráðnum og AIDS-ráðnum og skal fyribils arbeiða síðustillað við Rúsdrekka- og Narkotikaráðið fram til 1. januar 2002. Tað nýggja fyribyrgingarráðið hevur samtykt, at ráðið hetta fyrsta árið fer at leggja stóra áherðslu á fyribyrging móti tubbakselvdum sjúkum.