stovnur skal virka. Um ein prístalsjavning á 2% árliga var komin í gildi í 2016, tá vit fingu verandi hátt at gjalda Kringvarpsgjald, hevði hetta í dag givið Kringvarpinum samanlagt 7,5 milliónir krónur eyka [...] sum allir føroyingar kunnu njóta gott av. At skerja virksemi í einum public service stovni, heldur enn at víðka tað, er púra burturvið í einum framkomnum samfelag. At skerja ein almennan stovn við 11 [...] Meginparturin av starvsfólkunum á stovninum eru limir í Starvsfelagnum og sáttmálaøkið er okkara. Tí raka hesar sparingar okkara limir sera hart. Vit fara næstu 13 dagarnar at gera viðmerkingar til broyttu
1820, og til dagin í dag. – Tíverri eru fleiri nýggj nøvn komin, Strendur hevur verið hart rakt av vanlukkum, sigur Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, og formaður í minnisvarðanevndini [...] yvir sjólátin meðan tær enn vóru á lívi. Í 1974 varð kallað til fund. Tey sum møttu høvdu øll avvarðandi sum vóru deyð á sjónum. Ein starvsnevnd bleiv vald, í nevndini sótu Jóhannes Martin Olsen, Eliesar [...] minnisvarðan. Kransar blivu lagdir, nøvn teirra farnu lisin upp, og tey sum vóru savnaði boygdu høvur í tøgn í ein minutt. Stranda sangkór sang tveir sálmar, og Elisar Høj helt røðu vegna minnisvarðanevndina
droymt. Nevnast kunnu fólkið í San Marino, Íslandi og Malta. Lond, sum í dag eru sjálvstøðug. Hetta eru fólk, ið eins og vit, hava droymt um ein sjálvstøðugan stat, og sum í dag hava tað. Tjóðveldisfólk [...] søguliga verið noydd at barst fyri, soleiðis, at vit í dag kunna brúka tað. Føroyska málið varð sæð sum ómentað av sambandsfólki og dønum, og kundi ikki brúkast í skúla og kirkju. Hildið var, at Gud, sum kundi [...] undirbrotligheit. Ein kensla, sum tíverri enn er rótføst í nógvum føroyingum. Veruleikin er tó, at vit eru eitt av teimum ríkastu londunum í øllum heiminum. Vit hava ríkt náttúrutilfeingi og dugnaligt
Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum. Løgtingið hevur nú samtykt eina nýggja eftirlønarskipan. Við nýggju pensjónsskipanini, sum kemur í gildi á nýggjárinum, skulu øll, sum arbeiða [...] pensjón hava sjálvi og sum ikki hava havt arbeiðsmøguleikar í lívinum, eisini skulu fáa eina rímiliga pensjón, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur hetta í kjalarvørrinum á, at Meginfelag Teirra Brekaðu hevur átalað [...] eftirløn. Tá ið Løgtingið viðgjørdi eftirlønarskipanina í gjár var eitt sindur av kjaki um, hvør skal hava rætt til eina almenna fólkapensjón. Í hesum sambandi hildu summi, at fólkapensjón er ein rættur
266B. Hinvegin vóru tað tjóðveldisfólk, sum í tveimum førum løgdu málið um 266B fram, har tað seinnu ferð varð samtykt. Eg havi sum formaður í flokkinum í øllum hesum førum stuðlað, at málini hava verið [...] undirritaða sett saman við eini mynd av løgmanni. Og í tekstinum verður enntá sagt, at eg skal hava gjørt eina líknandi avtalu við Miðflokkin í sambandi við málið um 266B. Rokni við, at oddagrein [...] tingfólk stóðu frítt at atkvøða fyri uppskotum, sum onnur løgdu fram í tinginum. Og tað er ongantíð og verður ikki vikið frá tí í Tjóðveldi. Sostatt er tað skeivt og ógrundað, at tit nú seta meg við
nevi. Eisini floksfelagi og formaður í Fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, var óvitandi um ætlanina hjá løgmanni. - Rætt skal verða rætt, læøgmaður nevndi tað »í forbífartini« uppi í Løgtinginum nú ein dagin [...] at landið nú skal undir eina stóra verkætlan í Marknagili, og sjálvt um tað altíð er skilagott at útbyggja vegakervið, er talan eisini um kostnað. - Eg ivist í, at tíðin er hin rætta at framskunda ein S [...] og at avseta 800 milliónir krónur av til ein Sandoyartunnil frá 2015 og mong ár fram í tíðina, fari eg at ivast í, um ráð eru til tað, sigur Bárður Nielsen, fíggjarnevndarformaður.
arbeiðir í gongd í løtuni. Seinasta hondin verður løgd á ferjuleguna í Nólsoy, sum verður avhendað hósdagin. Eisini dýpingin við Tinganes er up at vera liðug, meðan arbeiðið í Bakka júst er farið í gongd [...] vorðið ein lívsstílur. Tað vísa eisini bátastevnurnar kring landið, sigur Jákup Símun Simonsen, formaður í havnarnevndini. Tað hevur leingi verið arbeitt við einari ætlan at leingja grótkastið á Argjum [...] samgonga í býráðnum, sum arbeiðir víðari við ætlanunum soleiðis, at ein loysn fæst á smábátatrupulleikanum. - Vit hava eitt gott samskifti við Landsverk, og tí rokna vit við at finna eina loysn í sambandi
krónur um vikuna, og tá landsstýrismaðurin so sigur, at teir eru í døgnvakt, so taki eg meg til høvdið. Ein lækni arbeiðir í døgnvakt í sjey dagar, tá haldi eg, at man má halda seg burtur frá einum slíkum [...] hann landsstýrismanninum í heilsumálum, Aksel V. Johannesen ein spurning á Tingi um hetta. - Eg setti spurningin fram, tí eg trúði ikki mínum egnu oyrum, tá eg hoyrdi tað. Júst í hesum døgum sita vit og [...] ber hetta til í eini tíð, har vit annars royna at spara? Hvussu kann man oysla soleiðis?, spyr Jenis av Rana. Tá so landsstýrismaðurin argumenterar fyri hesi skipanini, stendur formaður Miðfloksins púra
Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini. Útbúgving er landsmál, men mentanartilboð og húsabygging eru kommunal. Upplýst varð á fundinum, at stórir býir sum Stavanger í Noregi og Århus í Danmark hava líknandi [...] brúkt og fer at brúka upp á hesa ætlanini. Tað liggur alt inni í fíggjarætlanini, sigur Heðin Mortensen, borgarstóri. Ætlanin, sum løgd varð fram í morgun, var oringar um, at høvuðsstaðurin skal vera livandi [...] øllum føroyingum. Einki ítøkiligt varð nevnt. Tað kemur okkurt ítøkiligt fram seinni í ár, varð upplýst. Kommunan skal í hesi ætlanini samstarva bæði við kommunur og landsmyndugleikarnar. Miðsavning neyðug
Útmeldingar í seinastuni frá almennari síðu um, at pengar eru ikki til at marknaðarføra Føroyar og føroyskar vørur í útlandinum hava nú fingið Oljuvinnufelagið at taka blaðið frá munninum. Felagið, sum [...] men hetta er tó ikki so einkult. Tað er sera tungt hjá hesum í heimshøpi smáu fyritøkum at fara útum landoddarnar og marknaðarføra seg, men í felag lyfta tær munandi betur, og tiltøkini við landabásum eru [...] básluttakararnir í felag goldið fyri básbygging og luttøku, hevur virkað væl. Hesir básir vísa ikki bara Føroyar sum oljuvinnuland, men eisini sum eitt land, sum er vert at leggja merki til í heila tikið.