Kári P. Højgaard sigur seg onga viðmerking hava til úttalilsi hjá løgmanni um ætlan hansara at framskunda arbeiðið við at gera Sandoyartunnil.
- Hetta er ikki nakað, ið hevur verið fyri á landsstýrisfundi, og eg kenni tí einki til málið. Eg gangi bara út frá, at løgmaður kemur við einari frágreiðingum, hví hann meldar soleiðis út, sigur Kári P. Højgaard.
Tað er ikki bert innlendismálaráðharrin, ið situr sum lundi sligin á nevi. Eisini floksfelagi og formaður í Fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, var óvitandi um ætlanina hjá løgmanni.
- Rætt skal verða rætt, læøgmaður nevndi tað »í forbífartini« uppi í Løgtinginum nú ein dagin, men tað er ikki nakað, ið hevur verið frammi sum eitt evni, sigur Bárður Nielsen.
Hann heldur kortini, at tað altíð ber til at tosa um slík mál, sum at framskunda eina ætlan.
- Er politiskur vilji til tað, kann alt bera til, so í tann máta er einki til hildurs fyri at taka málið upp, sigur Bárður Nielsen.
Kári P. Højgaard vísir hinvegin til ta íløguætlan, ið løgd er.
- Eg kann bara halda meg til íløguætlan, sum semja er gjørd um, og skal Sandoyartunnilin framskundast, merkir tað, at okkurt annað virksemi má skjótast út. Men annars kann eg ikki gera viðmerkingar til hetta, tí tað hevur als ikki verið umrøtt á samgongufundi, sigur Kári P. Højgaard.
Neyvan ráð nú
Bárður Nielsen sigur, at umframt at løgmaður nevndi hetta fyri honum í Løgtinginum, er ikki tosað nærri um Sandoyartunnilin.
- Men at sambinda oyggjarnar við tunlum og vegakervi er væl bara positivt, sigur Bárður Nielsen.
Nær peningur so verður tøkur til at fara undir Sandoyartunnilin dugir hann ikki at siga, og hann kennir heldur ikki til, hvønn fíggingarleist, løgmaður hevur hugsað sær.
- Tað er eingin loyna, at tað mangla pengar allastaðni í samfelagnum, og vit standa við einum risastórum trupulleika við fólkafráflyting. Og tá at tosa um fólkafráflyting úr Sandoynni, er ein lítil trupulleiki. Spurningurin er tí, um vit skulu nýta 800 milliónir til ein Sandoyartunnil, heldur enn at nýta 800 milliónir krónur til at útbyggja alt samfelagið sum tað er, sigur Bárður Nielsen.
Hann vísir eisini á, at landið nú skal undir eina stóra verkætlan í Marknagili, og sjálvt um tað altíð er skilagott at útbyggja vegakervið, er talan eisini um kostnað.
- Eg ivist í, at tíðin er hin rætta at framskunda ein Sandoyartunnil. Vit hava enn ikki fingið javnvág á fíggjarlógina, og at avseta 800 milliónir krónur av til ein Sandoyartunnil frá 2015 og mong ár fram í tíðina, fari eg at ivast í, um ráð eru til tað, sigur Bárður Nielsen, fíggjarnevndarformaður.










