formaður, valdi hann at varðveita leiklutin í nevndini. Tá 'val av starvsnevnd' kom á skránna, varð Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen beinanvegin nevnd í uppskoti, og valdi hon at siga ja til hetta. Jóna [...] sera góðar dygdir, sum nevndin gleðist stórliga um at hava fingið afturat sær. Til fundin varð eisini kunnað um, at Stíf fyri fyrstuferð hevur valt at seta ein samskipara, sum Simona hevur tikið á seg. [...] stóðu fyri vali. Eftir fýra ár í nevndini, valdi Rúni at takka fyri seg. Trý tey fyrstu árini bar Rúni formannssessin, sum hann í fjørð valdi at leggja frá sær. Hetta seinasta árið hevur hann verið skrivari
álopin. Í morgun visti russiska tíðindastovan Tass at siga, at ferjan brennur framvegis. Havnin, har skipið liggur, er ein av størstu russisku havnunum út móti Svartahavinum. [...] meginlandið. Tað var um hesar leiðir, at russar bygdu eina stóra brúgv av russiska meginlandinum og út á Krim-hálvoynna eftir hertøkuna av ukrainsku oynni í 2014. Sagt verður, at ferjan, sum í gjár stóð í ljósum [...] Ukraina undir at hava lopið á skipið. Sambært NTB í gjár løgdu fleiri russiskir miðlar út myndir og filmsupptøkur av nógva roykinum kring havnalagið í býnum. Í dag viðgongur Ukraina, at tað var ukrainski
í 2023, men tá tey fingu at vita, at hon hevði fingið FMA virðislønina fyri ársins heildarútgávu her í Føroyum, vórðu tey sannførd um, at hon var verd at bjóða til festivalin at spæla. Bæði Marius og Dania [...] bara er vaksin síðani tá, og tey vilja tískil fegin bjóða honum aftur at spæla á festivalinum. Nógv vatn er runnið í ánna síðan tá, og eg eri vísur í, at tað fer at hilnast sera væl hjá Marius, og at fólk [...] og at vit nú aftur fáa høvi til at vera við á Iceland Airwaves, vónandi við líka góðum úrslitum" , sigur Glenn Larsen, leiðari á Faroe Music Export (FMX). "Og sjálvsagt er tað sera spennandi, at øll trý
hesum verkætlanarstarvi, at vera við til at byggja upp nýggjan vitanardepil í Kvinnuhúsinum. Samanlagt komu 9 vælskikkaðar umsóknir, og valið fall á Rakul Dalsgaard-Jakobsen. Hon er útbúgvin, fyrst sum s [...] fakligari menning. Partur av hesum verður m.a. at innsavna og skipa hagtøl og fakligt tilfar, og at menna og føroyska tilfar at lýsa harðskapsøkið. Hetta fyri at skapa viðurkenda vitan um, hvussu vit kunnu [...] kunnu síggja, skilja og handfara harðskapin. Somuleiðis er uppgávan at vera við til at skapa eitt felags mál fyri harðskapsøkið, so bæði leik og lærd kunnu fáa somu fatan av fakhugtøkum. Her verða upplýsing
býráðslimur, men í løtuni haldi eg, at neyðugt er raðfesta, nú eg eisini siti á løgtingi. Annika Olsen viðgongur, at hon er sera fegin og takksom fyri løgtingssessin, hon vann á seinasta løgtingsvali á listanum [...] og møguliga 3. uppstillingarfundur verður hin 28. august. Hon sigur, at henni dámar sera væl í kommunalpolitikki, og tað er ikki óvist, at hon ikki vendir aftur einaferð seinni. - Eg eri glað fyri tíðina [...] Fyribils ynski eg at brúka alla mína orku til løgtingsarbeiðið, og eg føli eisini, at hetta er mín skylda yvirfyri mínum veljarum, sum vístu mær stuðul á løgtingsvalinum. Hon vísir á, at eftir trý skeið
vil siga, at Annfinn Brekkstein hevur 32 ára royndir í kommunalpolitikki, nú hann bjóðar seg fram til enn eitt skeið í Tórshavnar býráð. – Eg eri spurdur og eg havi boðað Føroya Væl, sum er valfelag S [...] árini, so hevur flokkurin havt sína stórheitstíð. Serliga eftir at Listbeth Petersen, sála, sum andaðist herfyri, varð vald í býráðið í 1984. Hon umboðaði eisini flokkin einsamøll og gjørdist varaborgarstjóri [...] einsamallur valdur fyri Sambandsflokkin. Hann er síðani afturvaldur í 2012, 2016 og 2020 – hvørjaferð sum einsamalt umboð fyri Sambandsflokkin. Sambandsflokkurin er í samgongu við Javnaðarflokkin, sum hevur
Talan er um sangin “Royni enn at gloyma”, og hetta er fyrsta staklag av komandi debutútgávu hansara. – Eg havi arbeitt við hesari verkætlan í 4 ár. Havi brúkt nógva tíð orku og pengar, so ja, tað er fantastiskt [...] fantastiskt at endiliga kunna vísa eitt sindur av tí, vit hava arbeitt við, sigur hann. Sangurin snýr seg um mistan kærleika. – Tað er ein hjartasorgssangur, sum handlar um at royna at gloyma ein, man elskar [...] elskar, men hevur mist. Og sjálvt um framtíðin er óviss, er eitt ljós at hóma í endanum, fortelur Benjamin Rajani. Hetta er sum sagt fyrsta staklagið av komandi heildarútgávu, og tað koma fleiri stakløg
flogvøllinum, og at hin helmingurin skal nýtast til Suðuroyartunnilin. Triðja málið er um floksstuðul frá Fólkatinginum til føroyskar flokkar. Tað er ein gomul lóg frá 1987, sum ongantíð er lýst í Føroyum [...] tingfundur, og fer Løgtingið tá at viðgera tey fyrstu fýra málini av teimum, sum eru løgd fyri tingið Tað fyrsta málið er eitt hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um fer at leggja fram Heildarætlan um harðskap [...] um 2023-2028. Annað málið er uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. Tað snýr seg um, at landsstýrið skal yvirtaka
d’Angely, ið er kend sum courtisane, men í loyndum eisini er mamma. At verja um vællýdda ryktið, hevur lættlivandi kvinnan fjalt tann veruleika, at hon eigur eina dóttir, ið hevur ilt við at læra. Í villareið [...] Leila Bekhti er Lili d’Angely. Næsta sýning í Filmsfelagnum er longu leygarkvøldið 31. august kl 20:00, tá vit vísa ”Mørkeland”, har Sofia Nolsøe Mikkelsen er við sum Katrine Tabor-Nielsen. Hon er við í ”No [...] fer Lili til Róm, at fáa hjálp frá Mariu Montessori (1870-1952), sum er lækni og lærari, ið síðan 1897 hevur lagt seg eftir nýggjum og kollveltandi námsfrøðiligum mátum at fáa børn at læra í eini skúlastovu
Føroya Lærarafelags sigur, at hetta er ein herlig og svansut søga við stuttligum myndum um svanga grísin Bob, sum fer sín fyrsta túr inn í býin at fáa sær okkurt lekkurt at eta. Leygardagin 31. august [...] Høgnesen fer at lesa søguna, og Christina Eriksen fer at syngja nakrar barnasangir. Aftaná fáa øll okkurt søtt og lekkurt, og møguleiki verður at keypa bókina fyri serprís. Høvi verður at hitta rithøvundin [...] myndprýðari fara at signera bøkur Tiltakið verður leygardagin 31. august kl. 15.00 á Býarbókasavninum í Havn Joan Waag Høgnesen er námsfrøðingur og arbeiðir í frítíðarskúlanum á Argjahamri. Hon býr á Argjum