Í morgin klokkan 13 verður aftur tingfundur, og fer Løgtingið tá at viðgera tey fyrstu fýra málini av teimum, sum eru løgd fyri tingið
Tað fyrsta málið er eitt hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um fer at leggja fram Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum 2023-2028.
Annað málið er uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. Tað snýr seg um, at landsstýrið skal yvirtaka Íleggingargrunnin fyri Føroyar. Hesin grunnur varð stovnaður í 1964 við játtan á donsku fíggjarlógini í árunum frá 1964 til 1979 á íalt 140 mió. kr., sum í dagsins pengum svarar til út við tvær milliardir krónur.
Grunnurin eigur í dag umleið 700 milliónir krónur.
Løgmaður segði, eftir at hann undirskrivaði eitt semjuskjal saman við donsku forsætisráðfrúuni fyrr í ár um yvirtøkuna, at hann ætlaði, at helmingurin av pengunum skulu brúkast til nýggja farstøð á flogvøllinum, og at hin helmingurin skal nýtast til Suðuroyartunnilin.
Triðja málið er um floksstuðul frá Fólkatinginum til føroyskar flokkar. Tað er ein gomul lóg frá 1987, sum ongantíð er lýst í Føroyum, sum hon skal. Stuðul er kortini goldin út, til í fjør, tá feilurin varð funnin. Hetta skal nú fáast upp á pláss, so føroysku flokkarnir framvegis kunnu fáa stuðul frá Fólkatinginum.
Síðsta málið á skránni er uppskot frá Fólkaflokkinum um at minka tinglýsingaravgjaldið úr einum prosenti niður í eitt hálvt prosent.