Nýtt staklag frá Benjamin Rajani um hjartasorg

Nýggi sangurin eitur “Royni enn at gloyma”, og hetta er fyrsta staklag av komandi debutútgávuni hjá Benjamin Rajani.

– Hetta kennist fantastiskt.

 

 

 

Soleiðis sigur Benjamin Rajani, sum í dag gevur nýggjan sang út.

 

 

 

Talan er um sangin “Royni enn at gloyma”, og hetta er fyrsta staklag av komandi debutútgávu hansara.

 

 

 

– Eg havi arbeitt við hesari verkætlan í 4 ár. Havi brúkt nógva tíð orku og pengar, so ja, tað er fantastiskt at endiliga kunna vísa eitt sindur av tí, vit hava arbeitt við, sigur hann.

 

 

 

Sangurin snýr seg um mistan kærleika.

 

 

 

– Tað er ein hjartasorgssangur, sum handlar um at royna at gloyma ein, man elskar, men hevur mist. Og sjálvt um framtíðin er óviss, er eitt ljós at hóma í endanum, fortelur Benjamin Rajani.

 

 

 

Hetta er sum sagt fyrsta staklagið av komandi heildarútgávu, og tað koma fleiri stakløg í heyst - og væntandi okkurt tíðliga í vár.

 

 

 

Hetta verður fyrsta fløga hjá Benjamin, og hann hevur gjørt hana á Vesturbrúgv í Keypmannahavn saman við einum donskum framleiðara, sum eitur Esben Svane.

 

 

 

13 føroyskir sangir eru á fløgu-útgávuni, og hon kemur út einaferð komandi ár.

 

 

 

##med2##