Ukraina: - Vit søktu ferjuna

Sambært myndugleikunum í býnum, har ferjan liggur sokkin, vóru 30 tangar við brennievni í skipinum, tá tað varð álopið

Seint seinnapartin í gjár stóð ein russisk ferja í ljósum loga í Kavkaz-havnini, sum liggur í Krasnodar við Kertsj-sundið í Russlandi.

 

Kertsj-sundið, sum gongur út í Svartahavið, skilir russiska og ukrainska meginlandið.

 

Tað var um hesar leiðir,  at russar bygdu eina stóra brúgv av russiska meginlandinum og út á Krim-hálvoynna eftir hertøkuna av ukrainsku oynni í 2014.

 

Sagt verður, at ferjan, sum í gjár stóð í ljósum loga, var lastað við brennievni. Russar løgdu Ukraina undir at hava lopið á skipið.

 

Sambært NTB í gjár løgdu fleiri russiskir miðlar út myndir og filmsupptøkur av nógva roykinum kring havnalagið í býnum.

 

Í dag viðgongur Ukraina, at tað var ukrainski herurin, sum søkti ferjuna, tí ferjan sambært ukrainum flutti vápn og brennievni út á Krim.

 

- Ferjan sakk, og havnin kann ikki brúkast, fyrr enn ferjan er beind burtur, sigur talsmaður fyri ukrainsku marinuna við ukrainskt sjónvarp í dag.

 

Sambært myndugleikunum í býnum, har skipið liggur, vóru 30 tangar við brennievni í ferjuni, tá hon varð álopin.

 

Í morgun visti russiska tíðindastovan Tass at siga, at ferjan brennur framvegis. Havnin, har skipið liggur, er ein av størstu russisku havnunum út móti Svartahavinum.