Landsstýrismaðurin vísti á, at við útbyggingini eru arbeiðsumstøðurnar hjá einum parti av starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum vorðnar munandi betri. Rannsóknarstovan er savnað á einum stað. Hetta man vera [...] urin á, at allir landsins borgarar eiga at fáa gagn av hesum nýggju hølunum á Landssjúkrahúsinum, ikki bert fólk, sum búgva í miðstaðarøkinum og her um leiðir. Tí eiga vit at samskipa virksemið á teimum [...] seinastu mongu árini, við at projektera, við at fáa gongd á, og síðani við at greiða hesa ovurhonds uppgávuna úr hondum. Landsstýrismaðurin vísti á, at byggiætlanin hevur samanumtikið hildið seg innanfyri
fyllir Jákup Joensen á Eiði 70 ár. Hann er millum útróðrarmenn og onnur, sum hava havt við føroyska fiskivinnu at gera seinastu fjórðingsøldina, ivaleyst best kendur sum Jákup á Norðsøka. Á Eiði verður hann [...] ímillum. Seinni var hann so við trolara og róði eisini út suðuri á Tvøroyri. Í 1959 fór hann at arbeiða á loranstøðini, sum tá varð bygd á Eiði, og varð hann har, til tøknin gjørdi fólkið óneyðugt í 1970 [...] fiska tosk, eisini á Eystur- og Norðurlandinum. Tá kreppan var upp á tað ringasta í fyrru helvt av nítiárunum, fór Jákup, saman við øðrum í Tinganes at biða lova sær eystur í Barentshavið á saltfiskaveiðu
árið var bert tíð at fara ein túr yvir á Eysturlandið. Árini 1881-1884 varð fiskað á Norðhavinum til einaferð í apríl. So var farið yvir á Vesturlandið, og aftaná tað á Eysturlandið í Íslandi fram til oktober [...] doyði longu sama árið, sum mamman. Johan fór niður á læraraskúla á Jonstrup Seminarium. Hann gjørdist lærari í Fuglafirði. Men eftir eitt ár doyði hann á sanatoriinum í Hoydølum tann 20. mai 1910, bert [...] at arbeiða fyri at fáa settar upp vitar her á landi og varð málið tá reist í løgtinginum. Men hann upplivdi ikki at síggja fyrsta vitan verða tendraðan. Á heysti 1878 verður Gylfe seld til Íslands, og
hesi grein ikki skilja hana sum álop á fremmand arbeiðsfólk í Føroyum. Sjálvsagt eru tey eins og vit. Ymisk á ymiskan hátt. Orsøkin til hetta skriv er tí ikki eitt álop á tey men meira ein ávaring ímóti, at [...] her á landi. Alt verður loyvt, bert tað gagnar kapitalinum. Og nógv eru við mær sum ræðast, at søgan endar ikki her. Aðrir fáa sama hugskot, og skjótt er allur arbeiðsmarknaðurin, á sjógvi sum á landi [...] arbeiðarum her á landi gott nýggjár. Somu heilsan fáa arbeiðsgevarar og myndugleikar. Fari at enda skrivið við eini bøn um, at onkur kann geva mær eitt sakligt og skilagott svar upp á teir spurningar
u. Seinni helt hann til í teimum gomlu húsunum í Dali (á Kák), og eitt skifti á Mýruni (í Kielarkanalini), til hann í 1970 flutti inn í húsini á Dalatrønni, har hann síðani hevur búð og virkað. Janus hoyrir [...] Tey hjá Kamban fluttu ofta og búðu í hansara barndómi m.a. Úti í Grønlandi, í Arnes Minde á Kirkjuvegi, úti á Sjómannsskúlanum og í ættarhúsunum heima í Dali. Janus gjørdist meinkunnugur við Havnina, staðin [...] 1930. Gudmund, ið var ættaður úr Uttarstovu á Sandi og kendur við tey hjá Kamban, eggjaði Janusi til at fara tann listarliga vegin. Úrslitið var, at Janus, á sínum seytjan ára føðingardegi, sigldi til
verða á føroyskum ella á donskum. Úrslitið var, at 40 atkvøddu fyri føroyskum og 29 fyri donskum. Prestur í bygginevndini Farna sunnudag greiddi Jóhan Petur Petersen, fyrrverandi kirkjuráðslimur, á samkomu [...] at hava verið á fundi, greiddi Jóhan Petur Petersen frá. Hann visti somuleiðis at siga, at í gerðabókini hjá nevndini byrjaði ikki fyrr enn 1. september í 1929. – Á tí fundinum er heilsan frá presti, at [...] Simonsen á Høgabóli í Saltangará, sum áttu skipið. Hin 16. september 1944 fór ” Verdandi” seinastu ferð sína til Íslands. Roynt varð við línu á Norðurlandinum. Tað hevði verið vánaligt veður har á leiðini
Fepurin kom upp á 40 stig og hevði annars verið uppi á 40.8. Hetta var ringt tekin. Mamma og pápi skrivaðu eisini til Johan, hvørja ferð fartur var. Mamma fekk so hildið í hondina á Johan, tá ið hann [...] kuldastig. Eg var hetta kvøldið á skrivstovuni, og tá ið eg um 10 tíðina kom heim, kundi mamma fortelja mær, at eg var blivin pápi til ein deiligan drong. Eg skundaði mær upp á kamarið og ynskti Margrethu [...] um hesa tíðina innlagdur á Oyrasundshospitalinum í Keypmannahavn. Hetta var eitt serligt sjúkrahús fyri smittandi sjúklingar. Navnið kom av, at tað lá oman móti Oyrasundi. Á jólum var hann sloppin úr
Børge Kielberg var prestur á Viðareiði undir seinna heimsbardaga. Í August mánað 2013 vóru vit nøkur sum fylgdu abbasoni fyrr umtalaða manni til hansara seinasta hvíldarstað á fold. Krabbin sum var rikin [...] fingið fastatøkur á honum. Vit sum høvdu leitað okkum í Sjóvar Kirkju henda vakra augustdag, hoyrdu Jógvan Fríðriksson biskup lýsa Lýður sum persón, og hvussu hann sum eitt snarljós á himli kom inn í [...] hann ella sæð hann persónliga. Men hetta broyttist tá telefonin umleið kl.0600 á morgni hin 16.februar 1987 ringdi niðri á Tværvej 6 í Løgstør. Tá eg hevði givið til kennar hvør eg var og sagt góðan morgun
Forna á Nesi Eysturoy. Mamman var ættað innan úr Gerði á Toftum og pápin var ættaður uttan úr Forna. Systkini vóru Andi, Sannebeth, Dania, mamma, Marjus, Ove og Annelisa. Bert trý systkin eru eftir á lívi [...] í hálvtfjórða ár, áðrenn tey fluttu út í síni egnu hús á Toftum, sum tá stóðu liðug. Tað man hava verið strævið hjá mammu at taka eitt hús upp á seg við trimum børnum. Sjálv átti hon eitt, og tað næsta [...] búðu í Runavík. Har hevur hvílt ein stór ábyrgd á herðum hennara. Mamma var sjálvandi í góðum árum tá, men stríggið man hava verið. Í 1954 fluttu vit út á Toftir í okkara egnu hús. Ikki kunnu vit siga at
komið væl við at hava Páll á garðinum, tí hann hevur havt eyguni við øllum, og ferð eftir ferð er hann farin rennandi oman á støð, er lopin í bát og hevur bjargað mannalívum. Á morgni og kvøldi hevur hann [...] og nú varð honum forunt at doypa enn ein Jóannes. Páll himpraðist ongantíð við at taka á seg at gerast bóndi á hesum stóra garði við teimum væntanum, sum øll onnur høvdu til ein slíkan bónda. Men eitt [...] hana og umvældi hana. Var farið á fjall, so dugdi hann væl at fáa manning og fara við henni, so menn komu aftur eitt annað ár. Einaferð eg saman við einum útlendingi var á rættini, var hesin ovfarin av,