flakatrolaran Enniberg, sum loysti í Havn 17. november. Kósin varð sett eystur í Barentshavið, og nú vit høvdu skiparan Sonna Johannesen í telefonini, høvdu teir fiskað í eina viku. - Vit eru staddir heilt [...] Fiskiskapurin hevur verið heldur slakur teir fyrstu dagarnar, men í gjár og í dag hevur verið frægari. Vit fingu soleiðis 12 tons í flaki í gjár. Sonny Johannesen, skipari, sigur, at 34 mans eru við Ennibergi [...] fyri komandi ár. Úrslitið er í stuttum, at russiska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi er skerd, eins og føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi minkar við 700 tonsum í 2008. - Hetta er stórt spell,
stríð og í ringasta føri klovning í flokkinum. Tað sama er galdandi í øðrum flokkum, serliga í Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, men Tjóðveldi er í tí serligu støðu, at flokkurin er í holtur vi [...] innanhýsis ósemju í Tjóðveldi, at kreftir í flokkinum við Unga Tjóðveldi á odda krevja, at tað kemur at standa í stevnumiðum floksins, at samkynd skulu hava sama rætt til at ganga í hjúnalag sum hinskynd [...] hennara vald kortini kann avmarkast í sjálvum lógarsmíðnum. - Tað er at fáa lobbyina fram í ljósið. Tað kann millum annað gerast við meira umfatandi og betri skipaðum hoyringum í sambandi við lógarsmíð. Tá tað
fingu í 1994. Eftir at teir høvdu keypt Thor, gjørdi Túgvusteinur ymiskar royndir á fjarskotnum leiðum, eitt nú í Suðurafriku. Á fiskiveiðiøkinum gjørdist reiðaríið í Hósvík ongantíð tað størsta í Føroyum [...] gjørdist felagið nógv tað størsta sum veitari til oljuvinnuna kring um í heiminum. 10 skip í oljuvinnu Í løtuni hava hósvíkingar eini 10 skip í oljuvinnuni, heilt av norðrastu leiðum við nýggja Snøhvit-gassøkið [...] kunnu vera góðar at byggja á. Hann sigur, at felagið í Hósvík eigur í einum felag, sum kallast Thor-Esvagt, og í hesum sambandi høvdu teir eitt skip í føroyskum sjógvi, meðan BP boraði. Hetta virksemi liggur
Fiskivinna Hósdagin í næstsíðstu lótu virkini í Sandoynni uppaftur eftir at hava verið stongd seinastu vikurnar. Nevndarformaður í Sandoy Seafood er Marner Lisberg. Hinir nevndarlimirnir í felagnum er Egil [...] virkinum í Skopun. Andreas F. Hansen hevur eitt nú verið stjóri á Faroe Seafood í Fraklandi. Salta og frysta Marner Lisberg sigur, at síðan virkini lótu uppaftur, hevur verið arbeitt bæði á Sandi og í Skopun [...] fyri upsan, nú so lítil toskur er uppi í veiðini, verður einki grundarlag undir skipunum heldur, sigur Marner. Ein stórur partur av framleiðsluni, sum virkað verður í Skopun, verður seld til Týsklands
sóla sær í beint nú, sigur Rúni, at tað heldur hann. Venjingarumstøðurnar hjá felagnum eru ikki nóg góðar, og tí fer felagið at gera sítt ítarsta fyri at sleppa inn í høllina, sum verður bygd uppi í Hoyvík [...] meistarar í dag. So einfalt er tað, sigur Rúni. Í ár eru liðin fimm ár síðani Fram gjørdist meistari á fyrsta sinni og sjálvt um tað var stuttligt tá, heldur Rúni at tað er nógv stuttligari at vinna FM í ár. [...] fundurin er orsøkin til, at gongdin vendir, men tað heldur hann ikki. - Ikki bara, í hvussu er. Vit spældu sera væl í byrjanini av kappingarárinum. Síðani fingu vit ein niðurtúr og sjálvt um vit nú standa
bygdaráðið í fjør valdi ein veg niðri í bygdini heldur enn uppi í bygdini, var talan um tvey uppskot, har vegurin lá dygst oman – ella niðan fyri bygdarhúsið og fór beint gjøgnum bøin, besta byggilendi í bygdini [...] ella onki hald er í. Eri sera ivasamur um pástand tín Poul Andrias, at CO2 útlátið í Leirvík tvífaldast av vegagerðini uppi á Brekkum. Kann tú prógva hetta uppáhald ? Allar farleiðir í láglendi ? Allar [...] eru nýttar higartil í ár av teimum 18 milliónunum, ið vórðu játtaðar til Leirvíkarvegin í hesum fíggjarárinum. Restina hevur landstýrismaðurin í vinnumálum brúkt til onnur arbeiði í Eysturoynni. Nógv neyst
Tjóðveldisflokkinum. - Fiskimálaráðið er eitt sjálvtøkuborð Tað stendur í endamálsorðingini í lógini um vinnuligan fiskiskap, at í umsitingini av lógini, sum Bjørn Kalsø hevur ábyrgd av, verður dentur lagdur [...] bryggjukant, taka vit undir við uppskotunum í vissuni um at munnliga váttanin frá landsstýrismanninum heldur, um at ongi onnur mál og ongar aðrar samgongukabalir hanga uppi í fyriliggjandi uppskoti. Tvs. at tað [...] at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ger veiðiumstøðurnar verri fyri vinnuna við at lova fleiri bátum. Heidi Petersen sigur, at tað verður serliga trupult hjá teimum smáu í fiskivinnuni. - Tað er vantandi
Skálavík: Froyurin stendur frá trýstspularanum á teirri lítlu bedingini í Skálavík. Uppi á bedingini stendur Vesturfarið og í arbeiði henda dagin er eigarin, Dánjal Hentze. Báturin er komin upp fyri løtu [...] síðani og her er eingin tíð at spilla: Arbeiðast má, nú báturin er komin uppá pláss her í Skálavík. Sjálvur er Dánjal í oljuklæðum, tí tað krevst, tá tú arbeiðir soleiðis við einum trýstspulara. Og væl gongur [...] íslendskur, í átta ár. - Hann hevur roynst mær væl, sigur Dánjal. Sum allir aðrir bátar hevur hann tørv á at reinsa botnin við millumbilum, og tískil hevði hann fingið sær tíð á bedingini í Skálavík henda
Faroejet saknar størri uppbakking frá føroyingum. Í blaðnum í gjár segði nevndarformaðurin í flogfelagnum seg ikki skilja, at føroyingar ikki stuðlaðu felagnum meir, enn teir hava gjørt. - Tað er jú okkum [...] ferðaseðlum er minkaður so nógv. Eg gangi út frá, at fólk ynskja kapping, men við hetta lag enda vit aftur í monopoli, helt nevndarformaðurin, Knút Lützen, fyri. Óhepnar útmeldingar Allan Dalsgarð, miðlafrøðingur [...] er hatta ikki mátin at gera tað uppá, metir Allan Dalsgarð. Hann heldur, at ein so ógvuslig orðing í ringasta føri kann gera, at felagið fær minni samkenslu millum fólk. Her hugsar hann serliga um útm
Skorheim, limur í landsstýrismálanevndini, vil ikki gera eina niðurstøðu í klaguni frá Birni Kalsø um Høgna Hoydal, um at landsstýrismaðurin skal hava sagt ósatt fyri tinginum. Jógvan Skorheim sigur í niðurstøðuni [...] niðurstøðuni hjá nevndini, at hann vil ikki gera eina niðurstøðu í hesum málinum og heldur ikki í nøkrum málið frameftir. Grundgevingin er, at landsstýrismálanevndin ikki hevur neyðug arbeiðskor til at viðgera [...] n ein nevnd, sum hevur verið uppi og vent javnan, sigur Páll á Reynatúgvu. Hitt kann verða, at tað er tingmaðurin, sum ikki fær tikið eina støðu sjálvur og og tí stendur í eini truplari støðu. Tað kann