Skálavík: Froyurin stendur frá trýstspularanum á teirri lítlu bedingini í Skálavík.
Uppi á bedingini stendur Vesturfarið og í arbeiði henda dagin er eigarin, Dánjal Hentze.
Báturin er komin upp fyri løtu síðani og her er eingin tíð at spilla: Arbeiðast má, nú báturin er komin uppá pláss her í Skálavík.
Sjálvur er Dánjal í oljuklæðum, tí tað krevst, tá tú arbeiðir soleiðis við einum trýstspulara.
Og væl gongur at reinsa botnin, tí bæði umstøðurnar og útgerðin eru skræddarseymaðar til hetta arbeiðið og til bátar av slíkari stødd.
- Jú, hetta er eitt hent tiltak, teir hava her í Skálavík. Var hetta ikki her, so noyddust vit aðrastaðni at gera tað sama.
- Men tað er ikki neyðugt hjá okkum. Vit hava hetta fína staðið her, sigur Dánjal Hentze.
Hann vil helst sleppa aftur til arbeiðið sítt. Vesturfarið skal reinsast og spulast, onkur smærri umvælingin gerast, og so skal leggjast til brots aftur.
Streymurin er harður henda dagin, og tí er hóskiligt at taka bátin upp beint nú. Men streymurin linkar fram móti vikuskiftinum.
Vónar terra
Dánjal Hentze hevur átt henda útróðrarbátin, sum upprunaliga er íslendskur, í átta ár.
- Hann hevur roynst mær væl, sigur Dánjal.
Sum allir aðrir bátar hevur hann tørv á at reinsa botnin við millumbilum, og tískil hevði hann fingið sær tíð á bedingini í Skálavík henda týsdagin í farnu viku.
Hann tók bátin upp kl. 9 henda morgunin. Og her fór hann beinanvegin til arbeiðis við at vaska botnin.
- Onkur onnur smærri umvæling skal eisini gerast, eins og botnurin skal smyrjast.
- Verður terri í morgin, so vænti eg at verða liðugur tá, og so fari eg at rigga til enn ein útróðrartúr, sigur Dánjal.
300 pund
Dánjal er einsamallur á bátinum, og hann plagar at royna bæði eystanfyri og vestanfyri við snelluni.
- Í ár hevur verið lítið av fiski at fingið.
- Men tað hava hinvegin verið rættiliga nógvir dagar, so tað er altíð blivið til eitt sindur, sigur hann.
Dagin fyri hann tók bátin upp t.v.s. mánadagin í farnu viku var hann á útróðri og fekk tá nakað niðanfyri 300 pund.
- Meiri var tað so ikki, sigur Dánjal.