málið. Vit vænta okkum svar frá Den Danske Bank í vikuni, sigur Nyrup Rasmussen í tíðindabrævinum, dagfest 24. februar. Í Landsstýrinum verður sagt til tað, sum Nyrup sigur um, ?at samráðingarnar millum partarnar [...] Tað kom ivaleyst dátt við hjá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, at Landsstýrið nú krevur at fáa svar í seinasta lagi 5. mars. Hetta hevur landsstýrið í samráð við serfrøðingabólkin gjørt av. Skal [...] Rasmussen. Hann sigur at enda í tíðindaskrivinum, at stjórnin vegna Landsstýrið hevur átikið sær at at hjálpa við til at allir partar í málinum - eisini Den danske Bank - er við í slíkari avtalu. - Den Danske
kom fyrstu ferð út í árunum 1937-39. Upprunaútgávan var stór og orðarík, sum skaldsøgur vóru tá á døgum, mest ætlað vaksnum. Tá ið Bókadeild Føroya Lærarafelags nú gevur bókina út sum barnabók, er hetta [...] Tá ið hann fær at vita, at mamman hevur eitt barn í búkinum, verður hann sera forvitin og vil hava nógv at vita. Tá ið barnið er føtt, er Egin stoltur sum ein pávi, men hann er eisini øvundsjúkur. Kortini [...] júst so langan, sum hann eigur. Óvitarnir siga, at tann dagin Hússi keypti hann, átti hann bara fyri ein hálvan metur av hundi, men tað heldur Hálvi vera tvætl. Hálvmeturi dámar væl at grava í urtagørðum,
støðan er so ring, sum nógvir reiðarar vilja gera hana til. Eg veit t.d. um djúpvatnstrolara, sum hevði eina millon í avlopið, men sum kortini fekk eina millión í íløgustuðuli. Og tað sigur seg sjálvt [...] skattaborgaran í hesum landi, fer at draga tað longra stráið, sum frálíður. Og tað fer John Petersen eisini at gera, um hann heldur fast við, at stuðulin skal takast av. Tað eru nakrir fáir, sum ikki klára [...] reiðarar, sum vilja siga, at teir eru púra samdir við John Petersen í, at stuðlin eigur at verða tikin av. Men ein av teimum er hósvikingurin, Hans Andrias Joensen, sum nú býr í Havn og sum eigur trý skip
GÍ úr Fuglafirði í ár, men annars eru tað bert gøtumenn, sum manna liðið, sum í ár skal royna at endurvinna føroyameistaraheitið, teir so at siga hava havt einarætt til í 90-unum. Tað hevur verið upp á [...] vant í ár, kann koma á 1. deild, sigur hann. Komin í nevndina Men hóast Símun Petur Justinussen sostatt ikki verður at síggja á 1. deild í ár, er hann framvegis sera virkin í felagnum. GÍ hevur lið í øllum [...] álopsleikara til GÍ, men sum skilst verður tað eisini av ongum. GÍ gjørdist nummar trý í landskappingini í fjør, men vann kappingina um løgmanssteypið. Sostatt skal GÍ umboða Føroyar í Europa Cup-kappingini
tíma av dysti móti norska Strømsgodset í eini norðurlendskari kapping, sum verður spæld í Spania í hesum døgum. ? Tað kendist sera gott aftur at spæla dyst. Tað hevur verið hart at komið ígjøgnum seinastu [...] okkurt mál, men tað hava fyrst og fremst verið spælarar longur afturi á vøllinum, sum hava gjørt flestu málini. FCK hótti við at rýma heim Kappingin, sum FCK er við í í Spania í hesum døgum, er eitt óalment [...] ikki við í kappingini næsta ár, verða umstøðurnar ikki nógv betri. Tað er eitt samstarv millum fótbóltssambondini í Svøríki, Noreg og Danmark, sum skipar fyri árligu kappingini í Spania, men UFA, sum umsitir
Herfølge. Í venjingardysti móti FCK fyri smáum tveimum vikum síðani versnaði ein skaði í knænum so nógv, at neyðugt var við einum steðgi. ? Eg havi fingið tað, sum tey kalla jumpers knee. Tað er tá stóri [...] m liðum, sum fyrireika seg til heimligu kappingina í sólini í Suðureuropa. ? Vit skulu spæla tríggjar dystir í næstu viku, og sjálvt um eg havi verið skaddur, og Kai Larsen tí hevur staðið í málinum, rokni [...] skaðan var hann heilt greitt tann málverjin, sum Herfølge-venjarin Ole Mørch satsaði uppá, og tað skal vera løgið, um hann hevur broytt hugsan eftir 10 døgum.
hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Bahá?í Miðstøðin í Gundadali er opin hvønn hósdag frá kl [...] 73777. Kvinnukvøld í Café Natúr Í sambandi við altjóða kvinnudagin verður hugnaløta á loftinum í Café Natúr leygarkvøldið 7. mars kl. 22 líka til sunnunáttina 8. mars kl. 01. Høvi verður hjá øllum áhugaðum [...] hugsan um tey mál, sum upptaka kvinnur í hesum døgum. Annars verður tónleikur og sangur, prát og vanligur caféhugni. Havið grønu sangbók við. Atgongugjald er einki, men høvi verður at keypa sær bæði mat
tykist broyting vera komin í hesa gongd. Taka vit seinastu 10 árini, so var fólkatingsval í september 1987, í mai 1988 og í desember 1990, meðan tað so gingu næstan 4 ár til valið í september 1994, og nú eru [...] at soleiðis sum alt sær út í dag, so verður næsta fólkatingsval ikki fyrr enn í ár 2002. Nógv verður her hjá okkum tosað um at broyta ríkisrættarligu støðuna, og hóast politisku flokkarnir við ymsum g [...] støðuni. Hin orsøkin eru tey serstøku viðurskiftini, sum eru millum Føroyar og Danmark júst í hesum døgum. Kanna vit søguna hjá Fólkatinginum, er tað ikki óvanligt, at fólkatingið ikki situr alt valskeið
føroyingar og danir. Síðan tað í 1995 varð avdúkað, at Poul Schlüter og Uffe Ellemann í september 1992 løgdu ein embætismannabólk í slys eftir føroyingum og slysálopið eydnaðist, hevur tað staðið meira enn 60% [...] um hetta á landsfundi í 1981, og síðan hevur hendan ætlan verið staðfest í samgonguskjølum við Sjálvstýrisflokkin, Fólkaflokkin sovæl sum við Tjóðveldis-flokkin. Men nú er vent í holuni. Nú Javnaðarflokkurin [...] meirlutaynski, sum fær viðgerð og vinnur frama í Danmark. Síðan vildi Heini fara til verka aftan á valið, og skilti eg hann rætt, meinti hann komandi løgtingsval. Fólkaflokkurin, sum ynskti loysing í fýratiárunum
týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur Sporafundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Bahá?í Miðstøðin í Gundadali er opin hvønn hósdag [...] Norðskáli Føstugudstænasta verður í kvøld kl. 19. Marjun Bæk prestur prædikar. Eiði Føstugudstænasta verður í kvøld kl. 20.30. Marjun Bæk prestur prædikar. Gjógv Føstugudstænasta verður í kvøld kl. 19. Jógvan [...] losjulimum. Kvinnukvøld í Café Natúr Í sambandi við altjóða kvinnudagin verður hugnaløta á loftinum í Café Natúr leygarkvøldið 7. mars kl. 22 líka til sunnunáttina 8. mars kl. 01. Høvi verður hjá øllum áhugaðum