setanarskriv, at arbeiðsdagarnir eru óforsvarliga langir, at allir ikki fáa løn til tíðina og at øll heldur ikki fáa somu løn. Rasmus Rasmussen vísir øllum atfinningunum aftur. - Tað kann vera, at onkur av teimum [...] teir sjey bilarnir, sum koyra inn og út, neyðugu trygdarútgerðina, so sum maskur, og bilførararnir hava neyðugu armbondini, sigur Rasmus Rasmussen. - Eg tori at halda upp á, at øll, sum koyra fyri I.R. Lastbilar [...] í lagi. Um onkur trygdarviðurskifti ikki eru, sum tey skulu, er tað ábyrgdin hjá NCC, sigur hann. Rasmus Rasmussen sigur, at arbeiðið hjá lastbilaførarunum er skipað eftir somu vaktum, sum starvsfólkini
er, at slatur krevst at skapa sambond og brøðraløg. Møhl sigur, at ósæddir gerningar missa sosiala virðið, tá ongin leggur teir til merkis. Vit er sædd, tá onkur tosar um okkum, og so vita vit, at vit [...] triðja hjá okkara medmenniskjum. Men sum kanningin hjá Barrett ger greitt, so er lættast at leggja til merkis tað, ið vit meta sum skeivt. Legg afturat, at vit sum heild síggja onnur út frá egnum fatanarstøði [...] einum máli, men meginparturin heldur, at slatur er ikki bara slatur; hann kann bólkast í ymisk sløg. Greitt er tó, at tað als ikki er vist, um menniskjan klárar at stýra, úr hvørjum sjónarhorni hon sigur
000 krónur. - Útrokningar siga nevniliga, at hvør lærlingur verður 50.000 krónur dýrari við hesum báðum skerjungunum. Frithleif vísir á, at tað eru mong virki, sum aftra seg við at taka fleiri lærlingar, [...] verður sagt, at landsstýrið fer at leggja uppskot fyri tingið í heyst um at skerja endurgjaldið til lærupláss, meðan lærlingur er í skúla, úr 75% niður í 50%. Hetta er sostatt aðru ferð í eitt ár, at endurgjaldið [...] og hann væntar, at virkini fara at aftra seg uppaftur meira, nú lærlingaendurgjaldið enn einaferð verður skert. - Tað eru tey, sum halda, at virkini tjena nógv uppá lærlingarnar, tí hesir ikki fáa ta
Danmark.? Eg haldi at Høgni Hoydal nú skal sissa seg eitt sindur. Royna at halda høvdið kalt, sum løgmaður plagar at siga, Og hann skal royna at lurta eftir, hvat onnur veruliga siga, áðrenn hann skírir [...] har síggja vit eisini, at vøksturin í Íslandi, sum annars skuldi verið nærmast at samanborið okkum við í hesum sambandi, har er vøkst-urin bara 1,43%. So um Høgni enn heldur at hetta er ein beinleiðis [...] uppílegging í innlendis føroysk viðurskifti. Tað er ongin serstøk grund at vænta, at vit í Føroyum fara at hava ein vøkstur komandi árini, sum er omanfyri miðalvøksturin í Norðanlondum. Helst verður tað nakað
vegna tess, at ein landsstýrismaður valdi at siga nøkur orð og seta ráðstevnuna. Sum vit hava sæð í blaðnum seinastu tíðina, so argar hetta illa ávsís fólk í samfelagnum _ ið síggja hetta sum nakað andstyggiligt [...] Øll hava rætt at hava sína hugsan um hesi mál. Fólk í øllum politiskum flokkum hava sjálvandi eisini rætt at meina tað, tey vilja. Allir flokkar á tingi siga, at tað stendur limunum frítt at meina tað, tey [...] umráðandi hjá teimum at »meina« nakað um hetta málið? Tað tykist, sum um hesir menn royna at trúgva, at samkyndleiki er eitt nýuppfunnið fyribrigdið, ið skal týnast. Veruleikin er kortini, at ein ávísur partur
altíð lætt at liva, og nøkur verða gloymd ella burturmist, og merkt av, at tey vóru fyri bakkasti. So kunnu vit siga, at tað er sjálvgjørt, men tað kann eins væl vera fólk, sum ikki vóru nóg sterk at taka mótburð [...] ikki ráð at fara so langt á hvørjum ári. Hennara gerandisdagur er at fara oman í herbergið at ganga til handa. Hon hevur góðar umstøður i Kongagøtu, men heldur, at tað er best at hava nakað at fara upp [...] í vikuni støkk inn á gólvið at tosa við fólk, sum onkursvegna hava verið soleiðis fyri, at tey ikki hava aðrastaðni at vera. Borðreitt er við kaffi og køkum, og tey, sum vilja práta við okkum, bjóða okkum
fiskiskap. - Vit vænta, at eitt ísfiskalínuskip kemur inn at landa mánadagin, og síðan koma hini helst seinni í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at eitt ísfiskalínuskip [...] undir Íslandi. Onkur línuskip, sum liggja, fara helst út aftur í næstum. Øll frystilínuskipini fiska undir Føroyum. - Streymurin harðnar út á vikuna, men veðrið verður gott. Vit vænta tí, at nakað verður [...] verður av útróðri. Útróðrarbátarnir fáa nógvan fisk, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
ítriv, binda, spæla kort, spæla bobb og læra seg at brúka teldu. Lagt verður aftrat, at í dagtilhalfinum eru eisini rógvimaskinur og renniband, um onkur hevur hug til tað. Leiðari á dagtilhaldinum Blákolluni [...] Blákollan, sum er í Sunda kommunu, heldur til á Hornavegi á Oyri. - Her er opið týsdagar og hósdagar frá klokkan 14 til 18, og dagtilhaldið er fyri borgarar úr allari kommununi. Í Sunda kommunu siga tey, at
stuðlum man kortini vera, at NSÍ endurtekur bragdið í fjør og gerst FM-vinnari. - Vit hava sum mál at skula út í Europa at spæla fótbólt. Og tá krevst, at ein hevur eitt stabilt felag sum fær góð úrslit, staðfestir [...] Piddi, sum nú er farin í holt við annað skeið sítt sum formaður. At hann valdi at gerast formaður í NSÍ, hevur tí tvinnandar orsøkir: Stóri áhugi hansara fyri ítrótti og felagsarbeiði. Og tí at er lógu [...] NSÍ so sanniliga eisini, uttan so mikið sum at tapa ein einasta dyst! - At teir so eisini vunnu steypakappingini er besta prógvið um, at her finnast leikarar sum dugur er í, staðfestir Piddi Hansen. Út
hava ikki somu møguleikar sum onnur at ogna sær málið, ella fáa gleði av teim óendaligu møguleikum, málið hevur at bjóða borgaranum. At eiga eitt mál, at vera før/førur fyri at tosa, skriva og lesa, kann [...] 76 tilmæli til myndugleikarnar. At fremja øll hesi tilmæli kostar 73 mió. kr. Hesin veruleiki ber í sær, at neyðugt er at raðfesta, hvat vit vilja. Hartil kemur, at onkur av tilmælunum eru sett í verk. [...] Ofta fokusera vit sum um hin einasti trupulleikin er hann, at mál okkara ikki eigur sess á øllum rókum. - Eg havi hug at venda hesum á. Um vit hyggja at øllum teimum í okkara samfelag, sum eru útihýst frá