Lærlingaviðurskifti
Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004 verður sagt, at landsstýrið fer at leggja uppskot fyri tingið í heyst um at skerja endurgjaldið til lærupláss, meðan lærlingur er í skúla, úr 75% niður í 50%.
Hetta er sostatt aðru ferð í eitt ár, at endurgjaldið verður skert. 1. januar í ár lækkaði endurgjaldið úr 100% niður í 75%, og nú fer landsstýrið so at mæla til, at endurgjaldið lækkar heilt niður í 50%.
Sorgarleikur
- Hetta er ikki minni enn ein sorgarleikur fyri handverksvinnuna, sigur stjórin á maskinverkstaðnum, FJM í Runavík, Frithleif Olsen.
Hann sigur, at teir hava 14 lærlingar og við lækkingini í endurgjaldinum fyrst í hesum árinum og lækkingini aftrat, sum nú er fráboðað, verður meirútreiðslan av 14 lærlingum í lærutíðini heilar 700.000 krónur.
- Útrokningar siga nevniliga, at hvør lærlingur verður 50.000 krónur dýrari við hesum báðum skerjungunum.
Frithleif vísir á, at tað eru mong virki, sum aftra seg við at taka fleiri lærlingar, og hann væntar, at virkini fara at aftra seg uppaftur meira, nú lærlingaendurgjaldið enn einaferð verður skert.
- Tað eru tey, sum halda, at virkini tjena nógv uppá lærlingarnar, tí hesir ikki fáa ta heilt stóru lønina, men hetta er ikki so. Fysta árið fært tú lutfalsliga lítið burtur úr einum lærlingi, og vit skulu ikki gloyma, at ein lærlingur eisini fær løn í frítíðini.
Stjórin sigur, at ein lærlingur er í skúla í meira enn eitt heilt ár í lærutíðini, og hann hevur frí tað mesta av einum hálvum ári.
- Tað, sum hetta snýr seg um, er, at vit hava goldið lærlingunum løn, meðan teir eru í skúla. Síðan hava vit fingið hendan partin av lønin endurgoldnan úr landskassanum sum lærlingaendurgjald. Nú verður hetta endurgjald so skert enn einaferð í eitt ár ? fyrst við 25% og sambært ætlaða uppskotinum nú aftur við 25%.
Katastrofa
Frithleif heldur, at hetta er ikki minni enn ein katastrofa, sum hann tekur til.
- Tað er lítil samanhangur í at skerja lærlingaendurgjaldið, samstundis sum Tekniski Skúli skal útbyggjast fyri nógvar miljónir, tí umstøðurnar á skúlanum eru ov vánaligar. Landsstýrið sigur, at útbyggingin av skúlanum er útreiðsluneutral, tí landsstýrið samstundis lækkar lærlingaendurgjaldið. Sæð í ljósinum av hesum, kunnu vit siga, at tað eru virkini sum fíggja útbyggingina av Tekniska Skúla.
Stjórin er stórliga í iva um, hvussu neyðugt tað er at útbyggja skúlan, tá ið landsstýrið samstundis skerjir lærlingaendurgjaldið.
- Sambært Vinnuhúsinum eru færri lærlingasáttmálar gjørdir í ár, og vandi er fyri, at hesir verða enn færri, nú endurgjaldið aftur verður skert.
Frithleif heldur, at hetta er ein syrgilig gongd fyri handverksvinnuna.
- Tað eru ikki øll, sum bókliga eru líka væl fyri. Kortini kunnu hesi vera av bestu handverkarum. Sjálvandi skulu vit hava væl útbúgvið fólk, men øll kunnu ikki gerast professarar. Jú, størri lærdómur ? tess minni verður gjørt við hendrunum. Og onkur skal taka hond í okkurt. Tað kann ikki vera rætt, at vit í Føroyum skulu noyðast at innflyta fólk at arbeiða fyri okkum, sigur stjórin á FJM, Frithleif Olsen.