Nú má panikkur vera komin í, tí nú verða øll sum eru ósamd og hava aðrar meiningar, nú eru tey øll lygnarar. ?Tað er lygn? - nú er tað standardsvarið, í ymiskum málsligum formum sum beinleiðis lygn, svørt lygn, ósannindi og óbeinleiðis ósannindi o.s.fr.
Ingeborg Vinther er ábyrgdarleys og lýgur omaná, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Edmund Joensen hevur miskilt alt og lýgur haraftrat. Og sjálvandi lýgur eisini Jóannes Eidesgaard. Ja í einum stuttum parti av eini samrøðu í Sosialinum mikudagin roynir Høgni Hoydal at gera Javnaðarflokkin 4 ferðir til lygnara.
Eitt dømi um eina ?beinleiðis lygn?
Lat okkum beinanvegin taka eina av hesum lygnum og vita eftir, hvør ið lýgur:
Javnaðarflokkurin hevur víst á at tað er ein órealistisk fyritreyt at rokna við einum miðalvøkstri uppá 2 % (í realvøkstri) tey næstu 20 árini. Hesa og aðrar órealistiskar fyritreytir brúkar Høgni nevnliga úr Hvítubók til at vissa fólk um, at ongin vandi er við loysingini. Javnaðarflokkurin hevur m. a. víst á, at miðalvøksturin í Norðanlondum tey síðstu 10 árini er ikki meir enn 1,8 %. Til hetta sigur Høgni so: ?Men hetta kann eg beinanvegin siga vera beinleiðis lygn, tí á heimasíðuni hjá OECD sæst greitt, at talan er um eitt nógv hægri tal?.
Niðanfyri er talva, sum vísir miðal búskaparvøksturin seinastu 10 árini, sum tøl eru fyri, tvs. frá 1987 til 1997. Kelda er Danmarks Statistik (sí tilvísing undir talvuni). Hon vísir at miðalvøksturin í miðal var 1,8 %. Hon vísir eisini, at stórur munur er á londunum Størsti vøksturin er í Noregi - tað er greitt hví so er, tað er jú ein búskapur, sum hevur verið pumpaður upp av ovurstórum oljuinntøkum. Men har síggja vit eisini, at vøksturin í Íslandi, sum annars skuldi verið nærmast at samanborið okkum við í hesum sambandi, har er vøkst-urin bara 1,43%.
So um Høgni enn heldur at hetta er ein beinleiðis lygn, skal hann fáa telefonnummarið frá mær til Danmarks Statistik, og kæra seg um hesa ónærisligu lygn og uppílegging í innlendis føroysk viðurskifti.
Tað er ongin serstøk grund at vænta, at vit í Føroyum fara at hava ein vøkstur komandi árini, sum er omanfyri miðalvøksturin í Norðanlondum. Helst verður tað nakað niðanfyri, sigur ein av serfrøðingunum úr búskaparbólkinum. Og at 1% er meira sannlíkt enn 2%. So bresta allar fyritreytirnar um tað lagaligu tillagingina, so slepst ikki undan ógvisligum sparingum og skerjingum í hesi góðu skiftistíð. So lítið skal til.
Tað er hetta sum er tað álvarsliga - fastari er grundin ikki undir loysingarprojektinum, at tá tær órealistisku og yviroptimistisku fyritreytirnar ikki halda, so verður avleiðingin stórar almennar skerjingar, nógv arbeiðsloysi og fráflyting. Tað er ongin ræðumynd, men ein realistiskur møguleiki, tá man loypir avstað uttan at hava fast undir fótum.
Ein ?beinleiðis
lygn? aftrat
Í somu grein sigur Høgni Hoydal at tað er ?beinleiðis lygn? tá Javnaðarflokkurin vísir á, ?at livistøði í Føroyum fer at lækka 60% eftir eina møguliga loysing frá Danmark.?
Eg haldi at Høgni Hoydal nú skal sissa seg eitt sindur. Royna at halda høvdið kalt, sum løgmaður plagar at siga, Og hann skal royna at lurta eftir, hvat onnur veruliga siga, áðrenn hann skírir øll fyri lygnarar. Javnaðarflokkurin sigur ikki tað sum Høgni pástandur. Um hann nú ikki minnist, hvat vit hava sagt, skal hann lesa Sosialin frá leygardegnum, niðasta helvt á síðu 4. Har stendur tað greitt og væl orðað:
?at undir ávísum - enntá bjartskygdum - fyritreytum, m. a. einum búskaparvøkstri uppá 1,75% og eini skiftistíð uppá 20 ár, so verður avleiðingin av loysingini ein slík stagnatión í føroyska búskapinum, at vit dragna langt afturút samanborið við hini norðanlondini - t. d. fer tann munurin í keypiorku, sum í dag er uppá 12 % millum Føroyar og Danmark, at økjast heilt uppí 60% um 20 ár.
Tað verður ikki rúm fyri tí nú, men ein av komandi døgunum skulu vit við nágreiniligum tølum vísa, hvussu henda framrokningin er gjørd.komið.
Tað stutta av tí langa er, at Høgni hevur hvørki reim ella selar í sínum loysingarbrókum. Tað hevur Javnaðarflokkurin víst á. Tað hevur ein av serfrøðingunum í búskaparnevndini, Magni Laksafoss grundgivið væl og virðiliga fyri í síni framúrskarandi skilligu grein í bløðunum leygardagin. Og er tað ikki eisini tað, sum aftur ein annar av búskaparserfrøðingunum, Hermann Oskarsson, í veruleikanum váttar í Dimmalætting mikudagin, hóast hann skjýtur til báðar síður?
Hans Pauli Strøm,
javnaðartingmaður
Árligur búskaprvøkstur í Norðanlondum 1987-1997
(bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum)
Index 1990=100MiðalFólka-Vøkstur
vøksturtal Faldað
198719901997(%)(mió.)fólkatal
Danmark97,4100120,52,105,210,95
Noreg97,3100130,82,914,312,52
Ísland98,7100114,01,430,30,43
Svøríki94,2100105,61,148,810,00
Finland90,2100106,81,675,18,52
Miðalvøksturr óvektaður1,8523,7042,43
Miðalvøkstur vektaður eftir fólkatali1,79 (42,43 / 23,70)
Kelda: Statistisk tiårsoversigt 1999, s. 141, Danmarks Statistik