væl, og við eitt sindur av hepni kundi javnleikurin saktans komið við heim, men tað bleiv til eitt tepurt tap á útivølli móti Aserbadjan. Føroyska liðið hevði broytt leikskipan til dagsins dyst. Við trimum [...] stóran kjans í yvirtíðini, sum við eitt sindur av hepni saktans kundi farið inn. Tá dómarin bríkslaði seinastu ferð stóð 1-0 til vertirnar. Føroyar máttu aftur av vøllinum við einum eitt máls tapi, sum hevur [...] ferðina, tá ið Óluva Allansdóttir Joensen við fingrunum megnaði at føra bóltin á tvørtræið og verjan síðani fekk ruddað burtur. Føroysku leikararnir hildu fram við góða verjuspælinum í byrjanini av seinna
fátækum og ríkum í einum høvuðsstaði, ið kallaðist Kristiania. Tey, sum áttu lítið ella als einki, máttu stríðast og strevast fyri at fáa mat í munnin, meðan tey ríku oyðslaðu og dusaðu sær í ríkidømi. Men [...] er. Her búgva øll tey, vit fara at hitta. Her býr fátæki og einsamalli Luka, sum altíð er ósamdur við pápa sín, men sum fær vinfólk í leikhúsinum og finnur útav, at hann dugir at gera gandakynstur. Her [...] selja alt og blaka tey út. Erla Zachariasen og Guðrið Rubeksen hava týtt leikin. Fleiri sangir eru við, sum Elin á Rógvi og Marið Persson hava týtt. Páll Danielsen er leikstjóri og Finnur Hansen hevur tikið
talan um harðskap í einum parlagi, har vit máttu heim at skilja sundur. Sagt verður, at annar parturin í ósemjuni varð sendur til lækna, og hin varð tikin við í brummuna. - At annar parturin varð sendur [...] til ilnar í einum privathúsum, og eisini her var talan um fyllskap. - Her varð annar parturin tikin við á støðina at sova rúsin av sær, veit vaktleiðarin í morgun at siga.
Stuttgart á odda 17-16. Füchse Berlin er fremst í deildini saman við Magdeburg. Bæði liðini hava 23 stig. Kiel er á einum fimta plássi við 18 stigum. [...] Sæð við føroyskum brillum gjørdist tað ein tristur dagur í týsku bundesliguni í dag. Bæði Füchse Berlin og THW Kiel vunnu sínar dystir í dag, men tað var uttan nakran leiklut til Hákun West av Teigum og
fyrra. Føroyar brendu ov illa at byrja við, og máttu føroysku venjararnir taka time-out eftir 11 minuttir. Hetta hjálpti um støðuna og raknaði føroyska liðið veruliga við. Føroyar minkaðu um munin frá 7 málum [...] hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia. Serbia var omaná fyrstu løtuna og máttu føroysku venjararnir taka time out longu eftir 7 minuttir við støðuni 6-2 til Serbia. Føroyska verjan fekk illa fatur á serbisku [...] helvt av fyrra hálvleiki. Tað gekk betri við at skjóta mál, og vóru tað serliga bakkarnir Maria Nólsoy, Anna Elisabeth Weyhe og Bjørk Joensen, sum gjørdu um seg við kvikum samanspæli og gjøgnumbrotum. Gongdin
høvur í sorg og samkenslu við tykkum, ið mist hava. Máttu tit funnið onkran ugga í, at vit øll inniliga syrgja við tykkum. Heðin Mortensen borgarstjóri [...] og við at servera. Hafnia var eitt av góðu matstøðunum tá sum nú. Næsta arbeiðsplássið var í Kiosk Centrum á Tinghúsvegnum. Har gekk øgiliga nógv fólk inn og út, nógv prát og gott høvi at práta við og [...] eina árið bleiv skjótt til hálva øld. At Elsamaria tókst við akkurát hetta arbeiðið í so mong ár er als ikki av tilvild kortini. Hon gjørdi nógv við at førleikamenna seg og tók nógv skeið á Kvøldskúlanum
kvøld var triði HM-undankappingardysturin á skránni. Mótstøðuliðið í kvøld var Spania. Dysturin endaði við einum 31-25 sigri til Spania. Í steðginum var Spania á odda 17-13. Kroatia og Spania hava fýra stig [...] hvør fyri tveir dystir, og Italia hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. Føroyar og Serbia eru aftast við ongum stigi. Leygardagin klokkan 13 spæla Føroyar móti vertstjóðini, Serbia. Spania-Føroyar 31-25 (17-13)
í seinna hálvleiki. Chojniczanka er nummar seks í deildini við 23 stigum. Chojniczanka hevur fimm stig upp til Kalisz, ið liggur næstfremst við 28 stigum. Tvey tey ovastu liðini flyta beinleiðis upp, meðan [...] Aftaná fimm sigrar og tríggjar javnleikir í átta teimum undanfarnu dystunum máttu Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka leggja rygg til eitt tap í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini. Chojniczanka [...] spældi í dag á heimavølli móti Pogon Siedlce og tapti 1-2. Wojciech Szumilas legði Chojniczanka á odda við einum brotssparki tá 38 minuttir vóru leiktir. Pogon Siedlce javnaði til 1-1 í tíðini dómarin hevði
skoraði fimm mál Team Sydhavsøerne er nummar fimm í deildini við níggju stigum. Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken máttu eisini lúta á útivølli fyri Rækker Mølle, ið vann dystin 32-28 [...] steðginum var Odder á odda 14-13. Peter Krogh skoraði eitt mál. HC Aarhus er nummar seks í deildini við níggju stigum. Pauli Mittún (myndin) og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne taptu tepurt 27-28 fyri [...] steðginum var heimaliðið á odda 15-12. Niklas skoraði tvey mál. Skovbakken er á einum áttanda plássi við átta stigum. Nú fara menn at fokusera upp á dystirnar hjá føroyska manslandsliðnum móti Íslandi í
serstaka við hesum degnum, var, at vit sluppu at heilsa uppá Lenin. Hann lá í eini glasmontru við tí eyðkenda keppinum á høvdinum. Hóast tað var heimsins longsta bíðirøð, komu tveir russar við nógvum medaljum [...] høli, har tey bjóðaðu okkum kaffi og kaviar. Við eitt lítið borð komu Atli Dam og eg at sita saman, og yvir av okkum við sama borð sat Alexander Ischkov saman við einum tulki. Tað, sum Alexander Ischkov spurdi [...] var eisini við. Ein annar á ferðini var Jógvan Arge, tíðindamaður, sum umboðaði ÍSF. Hann hevði ein stóran grindaknív í viðførinum, og tað gav honum stórar trupulleikar at koma gjøgnum tollin við tí. Tveir