Ein sigur og tvey tap til føroyingaliðini

Tað gjørdist ikki tann besti dagurin hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Trý føroyingarlið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag. 

 

Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í HC Aarhus vunnu á útivølli 28-24 á Odder. Í steðginum var Odder á odda 14-13.

 

Peter Krogh skoraði eitt mál.

 

HC Aarhus er nummar seks í deildini við níggju stigum. 

 

Pauli Mittún (myndin) og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne taptu tepurt 27-28 fyri Midtjyllandi á útivølli. Í steðginum var Team Sydhavsøerne á odda 15-14. 

 

Pauli skoraði fimm mál

 

Team Sydhavsøerne er nummar fimm í deildini við níggju stigum.

 

Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken máttu eisini lúta á útivølli fyri Rækker Mølle, ið vann dystin 32-28. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-12.

 

Niklas skoraði tvey mál.

 

Skovbakken er á einum áttanda plássi við átta stigum. 

 

Nú fara menn at fokusera upp á dystirnar hjá føroyska manslandsliðnum móti Íslandi í Laugardalshøllini í Reykjavík 3. og 4. november.