Aftur í kvøld var føroyska U20-kvinnulandsliðið í eldinum.
Í kvøld var triði HM-undankappingardysturin á skránni. Mótstøðuliðið í kvøld var Spania.
Dysturin endaði við einum 31-25 sigri til Spania. Í steðginum var Spania á odda 17-13.
Kroatia og Spania hava fýra stig hvør fyri tveir dystir, og Italia hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. Føroyar og Serbia eru aftast við ongum stigi.
Leygardagin klokkan 13 spæla Føroyar móti vertstjóðini, Serbia.
Spania-Føroyar 31-25 (17-13) - HM-undankappingardystur í Serbia
Føroyar: Inga Maria Roysdóttir 7, Maria P. Nólsoy 6, Bjørk F. Joensen 3, Barbara Hammer 2, Karina Debes Heinesen 2, Anna Elisabeth H. Weyhe 2, Silja Olivia Heðinsdóttir 2, Lukka Arge 1.