Aftaná fimm sigrar og tríggjar javnleikir í átta teimum undanfarnu dystunum máttu Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka leggja rygg til eitt tap í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini.
Chojniczanka spældi í dag á heimavølli móti Pogon Siedlce og tapti 1-2.
Wojciech Szumilas legði Chojniczanka á odda við einum brotssparki tá 38 minuttir vóru leiktir. Pogon Siedlce javnaði til 1-1 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki. Og Pogon Siedlce skoraði sigursmálið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í seinna hálvleiki.
Chojniczanka er nummar seks í deildini við 23 stigum. Chojniczanka hevur fimm stig upp til Kalisz, ið liggur næstfremst við 28 stigum. Tvey tey ovastu liðini flyta beinleiðis upp, meðan liðini sum enda millum nummar trý og seks spæla Play Off dystir um uppflyting.
Komandi leygardag spælir Chojniczanka móti Olimpia Elblag á útivølli.