at trýstið er stórt, er tí, at fólkatalið er so stórt. Sjálvt smáar broytingar geva nógv fólk í tali. Veruleikin er, at tað eru bara 2% fólk fleiri í miðstaðarøkinum nú enn í 1989. Og tað er einki at tosa [...] føroyingar. Til og úr Føroyum. Hetta er triðingurin av fólkatalinum og er í sjálvum sær ótrúligt. - Hóast hesa stóru rembingina og skelkandi rørsluna í bruttotølum er búsetingarmynstrið øgiliga støðugt og [...] hevur verið í umstøðunum á ymsu plássunum. Skattaprosentið í ymsum kommunum hevur ligið á 22-23 %, í øðrum niðri á 16-17%. Samstundis er øgiliga stórur munur á arbeiðsplássum. Summa staðni hevur verið øskukalt
Einans tvær konsertir er tað vorðið til í summar. - Tað hevur bara ikki ligið fyri hjá okkum at spælt. Sjálvur havi eg verið niðri og skrivað speciali, og onkur annar hevur verið upptikin við okkurt annað [...] hinvegin er tað eisini fínt við einari pausu. Páll Finnur Páll góvu sína fyrstu fløgu út í 2003 og síðan tað, hava teir givið tríggjar fløgur út aftrat. Sambært Páll Oddi er bólkurin broyttur nógv hesi árini [...] Vit spæla heilt seint í kvøld, kl. 03, og tað er fínasta slag, sigur Páll Oddur, sum saman við PFP skal enda Summarfestivalin 2012. - Veðrið verður gott, so eg vænti tað verða propfult inni í tjaldinum. Ólíkt
tískil hevur hon ikki verið við í fyrireikingunum til ein slíkan festival áður. - Eg kann næstan siga, at eg heldur ikki havi verið á einum slíkum festivali. Rætt er, at eg var heima í fjør, men tá gjørdist [...] tiltak, sum Sørvágs Country-& Bluesfestival, er umráðandi, at okkurt nýtt er. - Eg haldi ikki, at vit endiliga eiga at veksa so nógv um tiltakið, sum eg haldi er sera gott og passaligt. Men, fólk eiga kanska [...] Helen Skaalum, ið er ein av teimum, sum stendur aftan fyri fyrireikingarnar av Sørvágs Country-& Bluesfestivali, sigur, at tey hava verið nógv niðri á økinum seinastu dagarnar. - Eg haldi, at tað gongur
i, her eg havi verið øll hesi árini. Eg hugsi ikki, at eg kann verða hetta fyri uttan, sigur Sunnivá Zachariasen, tá hon skal greiða frá, hví hon hevur verið á sama arbeiðsplássi øll hesi árini. 16 ára [...] pláss, fór eg niðan til Nonnurnar kl.trý náttina fyri. Eg helt, at eg fór at sita einsamøll hesa náttina, og gjørdi meg væl út. Við mær hevði eg stokkarnar, eitt teppi og eina kannu av kaffi. - Tá eg kom niðan [...] Danmark, er hugaligt at hava arbeiðið at fara til, heldur Sunnivá. Hon arbeiðir nú bert aðru hvørju viku, og tað vildi hon ikki verið fyri uttan. - Eg eri so von at ganga leiðina oman á Kongabrúnna. Havi eg
hevur Heri verið kring prestagjadið og takkað fyri seg. Og ikki eru tað fá tár, ið follin eru, tá ið Heri hevur borið fram orðini: - Og so fari eg at takka fyri hesi frálíku 9 árini, ið eg havi havt saman [...] takk fyri tann góða anda, ið her altíð hevur verið. Ongantíð er eitt øvugt orð komi frá tykkum. -Tað er við blandaðum kenslum, at vit nú fara higani, tó eg lovi at koma aftur til føstuguðstænastu og, um [...] hann m.a.: - Nógv vatn er runnið í havið síðan oktober 1989, tá ið vígsla og innsetingarguðstænasta var her í kirkjuni, og hetta hava verið 9 góð ár, sum vit ikki høvdu viljað verið fyriuttan. Her í kirkjuni
Norðstreymoy er einki ellis- og røktarheim. Í Vestmanna er eitt sambýli, og har eru fyri tað mesta røktarsjúklingar. - Tann dagin vit verða sjúk, er eingin hjálp at heinta. Og er tað nakað eg ræðist, so er tað [...] Hon er undangongukvinna á nógvum økjum, hevur aldri ræðst fyri at taka stig, har hon hevur mett tað er neyðugt, og mangan hevur verið heitt á hana fyri at fáa eitthvørt uppá føtur. Aldurin er eingin forðing [...] aftur, um tað ikki gekk yvir, sigur Jóhanna. Alt er endavent Jóhanna harmast um stóru broytingarnar, sum heimahjálpin hevur verið fyri seinnu árini. - Alt er endavent. Tað persónliga og menniskjansliga, stuðulin
Hetta er onnur setan hjá Jógvani í Skorini sum borgarstjóri í Eiðis kommunu, og vit hava spurt hann, hvørji mál hann er serliga fegin um at hava verið við til at fremja í kommununi. - Hesi seinastu sjey [...] á stovn, skattaprosentið er munandi lækkað, barnagarðsgjaldið er lækkað, kavaruddingin er vorðin skipað, og fólkatalið er vaksið munandi. Jógvan í Skorini heldur tað vera løgið at hugsa sær, at umleið [...] sjey árini hevur Eiðis kommuna flutt seg ótrúliga langt. Vit hava fingið nýggjan fótbóltsvøll, mentanarhøll, ítróttarhús, bygdahús og frítíðarskúla. Eiðisbygd er vorðin vetrarfriðað, forskúli er settur á
í Grótinum og Norðborg, sigur, at svartkjafturin ikki longur er so áhugaverdur, sum hann hevur verið. - Oljan er vorðin so dýr, og hetta er eitt lutfalsliga bíligt fiskaslag. Tað skulu stórar nøgdir til [...] Fiskivinna Nú oljan er vorðin so dýr, og svartkjafturin hevur so lítlan prís, er svartkjafturin ikki so áhugaverdur longur hjá teimum stóru nótaskipunum. Skipini brúka nógva olju, og tað er ikki so langt síðan [...] Fiskifrøðingar halda, at veiðan seinastu árini hevur verið alt ov stór, samstundis sum londini hava havt trupult við at finnu semju um, hvussu farast skal fram. Nú eru so hesi viðurskifti komin undir land, soleiðis
fólk. Um vit hyggja eftir, hvat er hent tey seinastu árini, so sæst, at Føroyar avgjørt er eitt áhugavert ferðamál. Talið av vitjandi er vaksið, og uppmerksemið um Føroyar er økt. Ferðavinnan hevur tí heilt [...] 1. juni, og hon er klár at bróta ermar upp og fara í gongd. Klaksvíkingur um ein háls Jórun Gardar kennir væl til Norðoyggjar, tí hon er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Men seinastu árini hevur hon búð í [...] borgarunum og gerandisdegnum á tí staði, har mann er. Tað er umráðandi, at tað fyrigongur skynsamt og burðardygt. Menningarætlan við fleiri pørtum Tað er tí neyðugt at leggja nakrar ætlanir fyri norðurøkið
væl ímóti hesum. Eg havi góðar vónir, tað eri eg noydd at hava. Eitt framkomið samfelag sum Føroyar kann ikki vera betjent við at hava so lítið at bjóða brekaðum børnum. Alternativið er, at øll foreldur [...] t Centre er svenska Lillemor Jernquist, ið er fysioterapeutur og doktari í sálarfrøði. Hon kemur til Føroya í næstu viku á kunnandi vitjan. Lítið og einki í Føroyum Uttan mun til, um talan er um 0-7 ára [...] einum múri, halda vit á at stríðast. - Tá ið vit hava verið á skeið í Danmark, hava vit veruliga kent, at tey, ið vit hava verið í holt við, hava verið har fyri okkum, og ikki øvut, sum tú følir her. Tey