lættari hjá listafólkum at ferðast í Norðurlondum og at eggja teimum til at virka í øllum tí norðurlendska økinum. Sleipnirstyrkurin verður játtaður til ferðir ella vistir í Norðurlondum, men uttan fyri landið [...] hava til endamáls at fáa í lag samband ella samstarv við eitt listarlist umhvørvi. Ferðir, har umsøkjarin ætlar at luttaka á ráðstevnum, skeiðum, seminarum, verkstovum ella í øðrum tiltøkum, sum hava týdning [...] grund hava føroyingar ikki rættiliga ansað eftir henni. Og higartil hava ikki mong listafólk úr Føroyum brúkt henda møguleika. Stuðulin rópast Sleipnir og er, ikki at siga einum føroyingi, kallaður upp
livað saman í fýra ár. Ótrúskapur var orsøkin í eina førinum, har hjúnarlagið varð upployst við dómi, og í hinum førinum, tí parið ikki hevði livað saman í trý ár. Hjúnarskilnaður fer fram antin í Føroya Rætti [...] Flestu brúðleypini í Føroyum í øllum førum eru um hesa tíðina á árinum, serliga beint upp undir Ólavsøku. Í fjør vóru 147 kirkjuvígslur og 57 borgaraligar vígslur. Hjúnarskilnaðir hinvegin verða framdir [...] og í fjør valdu 40 pør at fara hvør til sítt, 38 við kongaligum loyvi, sum tað eitur, og 2 við dómi, stendur í ársfrágreiðingini hjá ríkisumboðmanninum fyri 1997. Av teim 38 hjúnarskilnaðunum var í 25
hulin og mystiskur út? ... og gloyma: Húsarannsóknir í dimmalættingini ? í nazistíli ? við drepandi effekt...! Í einum tali, sum ongantíð áður í skandinaviskari rættarsøgu...! ? meðan tamarhaldsleysir [...] Hetta var gjørt til tess at forða fíggindanum at síggja, hvat fyrifórst í Føroyum. Sannførd um, at nógv fór at blíva skrivað og sagt í sambandi við fráboðaðu samráðingarnar millum Føroyar og Danmark nú tann [...] óvanligari støðu. Í øllum førum, so skuldi verið talan um framúrskarandi tíðindatilfar. Men gakk, tað hvørki hoyrdist ella sást eitt orð í miðlaheiminum um hesa størstu hendingina nakrantíð í føroyskari/danskari
framtíðarvinna í Føroyum. Men tað er neyðugt at arið verður fram við størsta varsemi. Føroya Fiskasøla er ein fyritøka, sum hevur sæð møguleikarnar í fiskiskapinum eftir tunfiski undir Føroyum. Johannes Jensen [...] undir Føroyum. Síðani hevur Fiskasølan samstarvað við japanarar, um loyvi at fiska tunfisk undir Føroyum. Fyribils úrslitið av samstarvinum var, at í fjør vóru trý japansk tunfiskaskip undir Føroyum. Royndirnar [...] Royndirnar í fjør góvu so mikið gott úrslit, at roynt verður aftur í ár við trimum skipum. Og tað fyrsta av teimum er longu komið. Tað er Chiyo Maru 8, sum lá við bryggju í Havn í gjár og skuldi til fiskiskap
er um áhugamál bæði í Føroyum, Noregi og í Hongkong. Høvuðseigararnir eru úr Noregi. Fyrrverandi Borðoyarnes er bert eitt av fleiri skipum, sum troyta ríku og nýggju fiskileiðirnar í suðurindiska havinum [...] oynni í fýra mánaðir, meðan sakarmál verður fyrieikað. Passið er tikið frá honum, og hann sleppur tí ikki av oynni. Sosialurin hevur skilt, at danski uttanríkismálaráðharin nú hevur lagt seg út í málið [...] varð tikið herfyri, við Sigmundi Andreassen sum skipara, hevði ikki boðað frá, at tað var komið inn í franskt farvatn, tá tað var á veg frá fiskileiðunum til at landa. Sosialurin hevur skilt, at franskir
Í gjár legði Búskaparráðið fram frágreiðing sína um støðuna hjá føroyska búskapinum. Í niðurstøðuni staðfestir Búskaparráðið, at tað er framgongd í føroyska búskapinum og at framgongdin er grundað á veruliga [...] veruliga framgongd í framleiðslugrundarlagnum. Ráðið staðfestir eisini, at ein av teimum mest grundleggjandi fyritreytunum fyri framgongd í búskapinum - lønarkappingarførið - er batnað munandi í nítiárunum, [...] ráðið, at produktiviteturin í føroysku vinnuni er batnaður. Gongdin er kortini ikki haldgóð Men hóast hesu vøkru orð, so staðfestir Búskaparráðið eisini, at gongdin í Føroyum ikki er haldgóð av trimum
íbúgvar í kommununi. Tey ringastu árini lá tað um 1400, men 1. jaunar í ár varð tað komið uppá 1461. Munurin sást eina týðiligast í skúlanum. Frá at vera 430 fyrst í nítiárunum, kom tað heilt niður í 280. [...] fatur í (november 1997) vísa eitt arbeiðsloysi uppá 9,9 prosent í Fuglafjarðar kommunu í mun til 4,4 prosent í miðal fyri alt landið. Kvinnurnar umboða tann stórra bólkin av arbeiðsleysum - eisini í Fuglafjarðar [...] stórt í Fuglafirði, tá ið størsta arbeiðsplássið í Fuglafirði, flakavirkið, lat aftur. Tað er tó komið nakað niðuraftur, men er tó meir enn dupult so høgt í mun til miðaltalið fyri arbeiðsloysi í Føroyum
Vit hava víst, at tað ber til at spæla »beach« í Føroyum, uttan stórvegis trupulleikar. Bara veðrið er til tað. Og so rokni eg við at vit hava nakað í gongd í hugaheiminum hjá føroysku flogbóltsleikarunum [...] Leygardagin í farnu viku var skipað fyri almennari Beach-Volley kapping í Sandágerði í Havn. Hetta var fyrstu ferð nakrantíð at ein so stór kapping varð stáplað upp á beinini og hóast sólin hevði ilt við [...] kappingum í framtíðini. Hvar verða tær næstu kappingarnar? ? Tað dugi eg ikki at siga. Av tí at umstøðurnar í Sandágerði eru so góðar, og tað er her teir flestu okkara eru, so er hugsandi at tað verður í Havn
almennu strandaflogbóltskappingina í Føroyum, vóru býtt í fýra bólkar. Liðini spældu fyrst hvør sínar tveir innleiðandi dystir og besta liðið úr hvørjum bólki fór víðari í eina semifinalu. Teir 24 leikararnir [...] til dømis vóru trý lið úr Drátti og onkrir leikarar, sum dagliga royna seg í donsku landskappingini, men sum í løtuni eru heima í summarfrí, hildu seg eisini til. Tí fekk kappingin ein »altjóða« dám, og [...] Heinesen. Finalan gjørdist spennandi. Eisini her var bert spælt eitt sett upp í 15, og tað gekk sera javnt á. Anna og Rúna høvdu munin í byrjanini. Tær løgdu seg eitt sindur fram um, men ongantíð sluppu tær leysar
men tá byrjað var vóru 12 lið, sum vóru býtt í fýra bólkar. Í síðstu løtu komu trý lið aftrat og tey vóru beind í ein bólk fyri seg, sum spældi seinast í innleiðandi umfarinum. Bert heilt fáir leikarar [...] teimum mest sum líka fyri allar. Í innleiðandi umfarinum og í semifinalunum var bert spælt eitt sett upp í 15, og tí vóru dystirnir ikki so drúgvir. Spenningur var tó í fyri tann skuld, kanska serliga tí [...] lutfalsliga lætt spæl í innleiðandi umfarinum, men nú vóru teir noyddir rættiliga at vísa hvat teir dugdu. Bárður og Rúni eru stak góðir flogbóltsleikarar, uppi í teimum allarbestu í Føroyum, men tað at spæla