Í gjár legði Búskaparráðið fram frágreiðing sína um støðuna hjá føroyska búskapinum.
Í niðurstøðuni staðfestir Búskaparráðið, at tað er framgongd í føroyska búskapinum og at framgongdin er grundað á veruliga framgongd í framleiðslugrundarlagnum.
Ráðið staðfestir eisini, at ein av teimum mest grundleggjandi fyritreytunum fyri framgongd í búskapinum - lønarkappingarførið - er batnað munandi í nítiárunum, samstundis sum at meiri fiskur verður virkaður her á landi.
Eisini staðfestir ráðið, at produktiviteturin í føroysku vinnuni er batnaður.
Gongdin er kortini
ikki haldgóð
Men hóast hesu vøkru orð, so staðfestir Búskaparráðið eisini, at gongdin í Føroyum ikki er haldgóð av trimum høvuðsorsøkum.
Fyri tað fyrsta er staðfest at avkastið í stórum pørtum av fiskivinnuni bæði á sjógvi og landi, er ov lítið til at kunna endurnýggja framleiðslutólini.
Fyri tað næsta, so verða fiskastovnarnir undir Føroyum í løtuni troyttir til tað ýtarsta. Hetta merkir at tá fiskastovnarnir fyrr ella seinni fara at minka, so fer fiskiskapurin eisini at falla. Tá tað hendir fer tað at fáa stóra ávirkan á inntøkurnar til tað føroyska samfelagið.
Eisini staðfestir Búskaparráðið, at niðurslitin tól bæði hjá tí almenna og tí privata, fara at krevja útskifting tey komandi árini og fara harvið at seta krøv til fíggjarorkuna bæði í vinnuni og hjá tí almenna.
Fiskidagaskipanin virkar als ikki
Vit hava í eina tíð havt eina fiskidagaskipan, sum skal verða við til at avmarkað trýstið á stovnarnar og ikki minni eisini ávirka tann stóra yvirkapasitetin.
Men fiskidagaskipanin virkar ikki eftir ætlan, staðfestir Búskaparráðið. Skipini hava so nógvar fiskidagar, at tey í veruleikanum hava frían fiskiskap.
Skipanin verjir heldur ikki stovnarnar. Tí, er eitt nú toskastovnurin hóttur samstundis sum prísurin á toski er høgur, so verður toskastovnurin troyttur hóast lítið er til av honum, metir ráðið.
Ráðið staðfestir, at skal fiskidagskipanin virka, so hon tryggjar kostnaðareffektivitet og samstundis verjir stovnarnar, so má fiskidagatalið minkast munandi, samstundis sum ein og full umsetiligheit má vera millum skipini.
Harafturat leggur Búskaparráðið upp til, at tað, fyri at verja ávís hótt fiskasløg, verður álagt eitt avgjald á veiðuna av júst hesum fiskasløgum. Á henda hátt kann ein tryggja, at stovnsrøktin fær betri umstøður.
Tað almenna
má spara upp
Í sambandi við avtaluna, sum varð gjørd millum Føroyar og Danmark, staðfestir Búskaparráðið, at tað er gott at afturgjaldingin hjá landskassanum av uttanlandsskuldini er komin í eina fasta legu og at skuld og rentuútreiðslur landskassans eru minkaðar munandi.
Samstundis ger Búskaparráðið vart við, at tað júst nú er bráðneyðugt fyri landskassan at spara upp.
Hetta skal m.a. gerast fyri at hava pening tøkan til neyðugar íløgur, sum liggja fyri framman, fyri at minka um skuldina, sum framvegis er stór og ikki minst fyri at byrgja upp fyri at landskassin má tátta í beinanvegin føroyski búskapurin skuldi verði fyri einum bakkasti.