avdúka, ella kanska ikki fer at avdúka. Leiðslan fyri Den Danske Bank valdi at siga frá, at næsti forstjóri í bankanum verður Peter Straarup, tá teir høvdu fingið ábendingar um, at hann ikki komí neyð av úrsliti [...] vikuni ið fór, segði frá, at tær ábendingar hann hevði fingið, vóru eitt gott grundarlag fyri at samráðast við donsku stjórnina, heldur enn at royna málið løgfrøðisliga, tá hetta fór at taka langa tíð og kosta [...] javnaðarfloksins á odda. Rætt skal vera rætt Tað løgfrøðisliga er einasta trygd fyri at tað sum rætt er verður rætt. Trygd fyri at nakað fæst burturúr samráðingum við donsku stjórnina hava vit ikki, og royndirnar
bókmentaáhugað leitaðu sær fyri at finna ummæli og bókmentagreinir, nýskrivaðan skaldskap og umsetingar. Umframt at leggja dent á at fáa umæli til vega royndi blaðstjórnin alla tíðina at fáa samfelagsligt tilfar [...] ár síðani Brá kom út verður innihaldsyvirlit fyri øll 20 bløðini givið út. Innihaldsyvirlitið er í tveimum. Í fyrra parti er tilfari skipað eftir høvundunum at greinunum, ummældu bókunum og listafólkunum [...] partur av innihaldsyvirlitinum skipar greinirnar eftir heiti á greinum og verkum. Yvirlitið er gjørt fyri at lætta um teimum mongu, sum brúka tilfarið í tíðarritinum Brá í undirvísing, gransking og midling
er tann, at í Føroyum er eitt andskramiligt órættvíst stættasamfelag, har 55% av fíggjarlógini fer at gjalda ein av heimsins størsta óproduktiva almenna sektor. Skatturin má vera høgur, fyri at gjalda alt [...] ein dansur á rósum hjá einari flakakvinnu at standa í dagavís við reinskeriborðið við haldi í rygginum, móð í knøunum og ikki at gloyma tíðarmerktu sjúku síni, at passa sítt arbeiði í larmi og gjóstri. Øll [...] fulltrúum, almennum farloyvum, og fyri ikki at tosa um allar pedagogarnar, sum hava tað so ringt?? Ein útholað skipan, sum verður útnyttað á skammiligan hátt! Ein eigur ikki at gjalda meira enn 30% í skatti
úrslitið av bankakanningini fyriliggur, hevur so nógvar spurningar at svara, so nógvar frágreiðingar at geva, so nógv at standa til svars fyri. Bjóðar tú teg fram sum valevni, t.e. sum umboð borgarans á politiska [...] ljósinum av, at vit hava hýst NATO støðum í so mong ár? Hvør er orsøkin til manglandi arbeiði Danmarkar í ES, føroyingum at gagni? Skipið fyri almennum fundi við Nyrup Tað er so mangt, vit vildu ynskt at fingið [...] fingið høvið til at fundast við Forsætisráðharran um, og smásæri (at vera firtin og renna undan) er ikki komið í huga okkara, og verður av okkum mett óhóskandi fyri fólkavaldar politikkarar. Størri ósemjurnar
og í eini uppbyggingarfasu er neyðugt at fáa førleika higar í samstarvi við útlendskar stovnar og serfrøðingar. Statoil hevur boðað frá, at felagið er sinnað at sponsorera eitt sokallað professor-II starv [...] stovnarnir gjørt eina lestrar skrá fyri kolvetnisverkfrøði, sum fer standa studentum í boði, sum byrja á Náttúruvísindadeildini á sumri 1998. Arbeitt verður nú við at útfylla aðrar partar í samstarvsavtaluni
sjálvandi eigur ein at rætta á slík fyribrigdi. Men at fara fram so avgerandi, at taka hesar fyrimunir hjá útróðrarmonnum av, er at fara ov langt. Nú er inntøkutrygdin lækkað frá at vera 8.900 kr. til 7 [...] brek, at tann vanligi útróðrarmaðurin fer at missa hesa inntøkutrygd. Tað er onki í vegin fyri at varðveita verandi skipan við einum strongum eftirliti, soleiðis at skipanin virkar, sum ætlanin var, tað [...] bara fyri at taka eitt dømi, so er játtanin til vegin millum Norðoyri-Klaksvík strikað fyri 1998/99, eisini hvat viðvíkur byrgingini í Haraldssundi, hvar játtað varð árini 2000/2001 1,5 mill. fyri hvørt
samdur við Eivind Jacobsen í, at allar kommunur, og serliga tær, sum skylda mest, eiga at gera sítt besta fyri at gjalda skuldina niður. Eivind Jacobsen er altíð vælkomin at nýta tøl úr Miðvágs kommunu, [...] Miðvágs kommuna í hvussu er sítt besta fyri at minka um skuldina. Bert harmuligt at borgarar okkara, sum eru so hart fyrispentir av skatti, skulu lesa í bløðunum, at peningur teirra verður illa umsitin. [...] har bygdaráðsformaðurin í Sjóvar Sókn nýtir heilt skeiv tøl fyri Miðvágs kommunu og kemur til ta niðurstøðu, at: »Tey á Skála duga nógv betur at umsita pengar, enn tey gera í Miðvági«. Tað gera tey kanska
Soleiðis at skilja at so átti eg ikki at vera so kedd av tí. Eg bleiv ógvuliga skuffað og vildi greiða henni frá, hvussu góð eg var við ommu mína og hvussu tætt eg var knýtt at henni. Men eg visti at um eg [...] hædd av húsunum, og tað var sera trygt fyri restina av familjuni at vita sær, at hon altíð kundi heita á tey. Omma var miðdepilin hjá okkum. Tað var hjá henni at vit øll samlaðust í álvara og gaman. Omma [...] ikki annað enn hava stóra virðing fyri henni og eitt sindur av ringari samvitsku av at vera sloppin so lætt gjøgnum lívið. Ongin spenningsfilmur kundi sammetast við at hoyra hana greiða frá, hvussu tey
meira og meira at læra at kenna tær góðu og vakru síður í einum menniskja. Hetta upplivilsi hevði eg saman við Andreas og hinum, har lærdi eg veruliga tær góðu og vakru síðurnar hjá Andreasi at kenna, og havi [...] Tá eg hoyrdi, at mín góði vinur, Andreas Bent Arge Petersen var farin, bert 38 ára gamal, birtist ein kensla av góðum minnum í mær, serliga teir dagar har vit, Andreas, Luddi bróður, Haldin, Karl og lítli [...] lítli Hanus arbeiddu á Dúvugørðum í Saksun, teir dagar, eru líka til í dag av og á komnir fram fyri meg, og hava altíð vakt góðar kenslur og góð minnir. Har livdu vit so nær hvør øðrum, arbeiddu saman,
Tí dugi eg ikki at skilja at landspolitikarar okkara bara hava sett seg hendur í favn at bíða eftir úrslitinum av hjá bankakanningarnevndini. Tí eitt er at verða lumpaður uttan at vita av tí. Eitt heilt [...] sigur, at ikki eisini hon er politiskt stýrd, og at úrslitið er greitt frammanundan. Tí eiga vit beinanvegin at boða frá, at vit hava ikki álit á bankakanningarnevndini og vit eiga beinanvegin nú at boða [...] brúkt ímóti okkum. Tá er ov seint at siga, at vit góðtaka ikki bankakanningina. Páll Vang sigur, at løgtingið eigur at seta pening av á næstu fíggjarlóg til arbeiðið. Við at seta okkara egnu kanningar í verk